Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 23 tíðindi ga ein spurningur um tíð og prís o.a. Men vit føla í hvus­ su er, at vit eru ikki klárir at blíva uppkeyptir. Vit hava nógv at gera og hava nógvar brunnar komandi tvey árini, sum vit hava stórar vónir til. Og t í meina vit, at prís­ urin má vera rættiliga høgur skal onkur keypa okkum og at vit eru nøgdir við at vera uppkeyptir. ­Er tað ein vandi fyri Før­ oyar sum leitiøki, um onkur keypir Faroe Petroleum og kanska ikki ynskir at brúka meira orku uppá leiting her? ­Ja tað ein møguleiki fyri tí. Men tað er ringt at spáa um tað. Væntandi verður Føroyaøkið meira áhugavert og dragandi fyri oljufeløg í framtíðini, og tí krevur tað ikki, at ”føroysk” oljufeløg eru til yvirhøvur, av tí at framtíðin hjá eini føroyskari oljuvinnu, har man vónandi fær succes í komandi ári, ikki nýtist at vera knýtt ella bundið at, um vit hava før­ oysk oljufelag komandi ári­ ni. Sær gott út fyri Føroyaøk­ ið Graham Stewart og hansa­ ra fólk hava annars úr at gera, nú ikki færri enn 20 brunnar skulu borast kom­ andi tvey árini. Felagið hev­ ur fingið 20 loyvi í Norra og skulu til at bora nógv har. Tað, sum tó hevur størst áhuga fyri føroyingar, er Anne Marie brunnurin, ið skal borast á Føroyaleiðini. –Eg haldi henda boringin sær sera lovandi út. Vit eru sera spent, tí hesin brunnur­ in liggur tætt við stór fund, sum eru gjørd hinumegin markið, eitt nú Rosebank og Cambo. Vit halda tað er góður møguleiki at finna nakað. Graham Stewart vísti á kunnandi fundinum á Hafn­ ia í gjár á týdningin at fáa japanarar at gera íløgur í leiting um okkara leiðir. – Eg haldi hetta er sera áhuga­ vert. Japanska oljufelagið Sieco er komið við í loyvi 005. Eitt annað japanskt oljufelag, Idemitsu er kom­ ið við í fimm loyvi vit hava hinumegin markið. Vit hava vónir um, at hesi feløgini og onnur við vilja vera við til at fíggja ein stóran part av útreiðslunum, soleiðis at vit kunnu halda fram við at menna okkara virksemi. ­Tit hava so eisini eitt loy­ vi sunnan fyri Føroyar, Rannvá, sum vit skilja stór útlendsk oljufeløg vísa áhu­ ga! ­Vit hava havt samrøður við oljufeløg um hetta pro­ spektið, sum sigst at vera eitt tað størsta ikki boraða prospekt í øllum Europa. Tað liggur í føroyskum øki og er sera spennandi. Vit eru komin hartil, at vit nú hava eina góða og sterka søgu at fortelja útlendskum oljufeløgum, sum leita eftir stórum prospektum í hesum økinum. Tí hava góðar vón­ ir um at fáa stór oljufelag at gera íløgur í Rannvu í ár ella næsta ár, og tað kann so gera, at vit fara at bora ein brunn í komandi ári. Hann kann geva møguleikan at finna stórar nøgdir av olju. Handilsvindeygað ­Vit síggja, at útlendsk olju­ feløg hava ilt við at sleppa fram at í londum sum Vene­ zuela og Ruslandi. Kenna tit tað sum tykkara uppgávu at byggja brýr og vísa teim­ um leiðina henda vegin? ­Fólk og feløg síggja okk­ um sum ein pionerur, og vit eru faktiskt góðtikin av teimum stóru oljufeløgun­ um sum eitt djúpvatnsolju­ felag, og tað at man kann tiltrekkja eitt nú japonsk oljufeløg henda vegin haldi eg er ein góð byrjan, og vit hava vónir um, at tað koma uppaftur onnur feløg henda vegin at gera íløgur í leiting. Vit kenna tað so sum, at vit virka sum eitt slag av hand­ ilsvindeygað, tí vit eru í gongd alla tíðina fyri at fin­ na onnur feløg, sum vilja gera íløgur. Vit hava jú avmarkaðan kapital, og tí noyðast vit at fara út at leita eftir øðrum áhugaðum feløgum. Oljan ikki í land her ­Heimurin hungrar eftir olju. Skuldu vit funnið eina stóra olju­ ella gasskeldu við Føroyar, so hugsa tey flestu, at hetta verður gott fyri samfelagið. Men kann hetta ikki eisini gerast eitt ”skrekksenario”, ein ræðu­ mynd? ­Jú uppá nógvar mátar. Tá eg búgvi í útlandinum, so síggi eg tað so positivt, hvussu reint og gott tað er í Føroyum. Landið er óspoler­ að uppá nógvar mátar, og tá man samanber Føroyar við onnur lond, sum hava funn­ ið olju, so er tað virkuliga nakað man má hugsa seg um, hvønn veg oljan skal renna. Eitt oljufelt í føroysk­ um sjógvi verður helst fram­ leitt sum eitt offshorefelt, og man fer helst at síggja lítið og einki til tað virkse­ mi, uttan tað, sum hendir á supplybasum ella á flogvølli og møguligt verkfrøðingaar­ beiði á skipasmiðjum ol. Sjálvur haldi eg ikki, at tað er ynskiligt ella neyðugt í dag at taka oljuna til lands í Føroyum og byggja oljuraff­ inaríir her. Man hevur orku í Hetlandi og aðrastaðni at taka sær av oljuni. Tá tað kemur til gass er tað nakað annað. Vit høvdu kunnað fingið rímuliga bíliga orku ol. Her eru bæði negativ og positiv ting, men eg haldi, at føroyingar duga so mikið væl at tackla slíkar avbjóð­ ingar, at man hevði ikki gjørt nakað, sum man hevði angrað. ­Tað eru boraðir millum 200 og 300 brunnar vestan fyri Hetland. Har eru trý framleiðandi felt. Vit hava borað seks brunnar á land­ grunninum. Hvussu nógvar brunnar skulu vit bora aftr­ at, áðrenn vit raka við olju? ­Í hvussu er ein aftrat. Anne Marie leiðin, har borað verður um eitt ár, liggur tætt við stór oljufund, sum eru gjørd hinumegin markið m.a. Rosebank og Cambo Kelda: Faroe Petroleum Faroe Petroleum kennir seg sum eitt slag av handilsvind­ eygað úteftir ­ har tað roynir at fáa útlendsk oljufelag herímillum japonsk at venda eyguni og íløgurnar móti leit­ ing í Føroyum og økinum her í Atlantshavi Kelda: Faroe Petroleum