mikudagur 28. mai 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 28. mai 2008
37
lýsingar
Nýtt teoriskeið byrjar hósdagin
29. mai 2008 kl. 18:00.
Tilmelding hjá:
Jari Lykke
503002
Mikkjal Hansen
722578
Hugo Kristiansen 225225
EYSTUROYAR TEORISKÚLI
Vit kunnu ikki lova tær, at tú fært heimsins
bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær
ymsu útbúgvingarnar raðfestast?
Men ert tú áhugaður í samfelagsviður-
skiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær
at arbeitt í tí privata vinnulívinum, kunnu
vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga
útbúgving, sum tú ikki fært betri á hesum
øki.
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar.
Men tað er fyrst og fremst gjøgnum
samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt
lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum
afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum
persónum við áræði, ambitiónum og
hugi at vera við á einum liði, har nógv
er at gera, og har arbeitt verður í einum
góðum og óhátíðarligum umhvørvi.
Rasmussen & Weihe er eitt grannskoðara-
og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað
í 1968. Umframt at gera lógarbunda
grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økj-
um, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi,
stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan
av virkjum, skattamálum v.m. Umframt
høvuðsskrivstovuna í Tórshavn hava vit
eisini skrivstovu í Saltangará.
Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra
eina útbúgving hjá okkum, gevur tað
nógvar møguleikar í framtíðini.
Sjálvt um vit tilætlað gera alt fyri at
varðveita okkara góða og óhátíðarliga
arbeiðsumhvørvi, má ásannast, at grann-
skoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál.
Endamálið við grannskoðan er at gera
tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna
upplýsingar frá einum virki til umheimin.
Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar
eru rættvísandi. Í hesum sambandi er
neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin
skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera
eina átekning. Í okkara arbeiði verður
tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan
ymisk øki, og hartil krevst eisini bæði
teoretisk og praktisk vitan.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga støð-
ið hjá einum grannskoðara, men innan-
hýsis setur felag okkara enn størri krøv til
persónligu eginleikarnar hjá einum gran-
skoðara. Hann skal m.a. vera ábyrgdar-
fullur, álítandi, trúverdur og skilja týdn-
ingin av tagnarskylduni. Fakliga støðið
verður uppbygt gjøgnum teoretiska út-
búgving og starvsvenjing – sigast má tí
beinanvegin, at neyðugt er, at tú sjálv(ur)
tekur eitt stórt tak.
Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at
geva kundunum bestu tænastu. Tá
arbeiðið eisini skal gerast so skjótt og
effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin
ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð.
Hetta setur síni krøv til starvsfólkini, og
arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart, men
eisini spennandi.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur
students-, HF ella HH prógv í summar,
og at tú ert áhugað(ur) í eini búskaparligari
útbúgving.
Tú
vart/ert
millum
tey
stinnastu í flokkinum hjá tær og hevur
hug at sameina eina teoretiska útbúgving
við eina praktiska útbúgving. Eisini
heldur tú tað vera spennandi at sleppa
at virka í vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu
syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú
vinnur pening.
Vit geva tær møguleika fyri eini bú-
skaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri
í Føroyum, og sum til fulnar er á sama
støði, sum tað besta, ið verður bjóðað
aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar.
Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella
líknandi
sum
fulltíðarlesandi
í
t.d.
Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kanst
tú fáa farloyvi, og kanska kunnu vit
útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú kanst
eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum
sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir
í Føroyum.
Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at
gerast statsautoriseraður og løggildur
grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og
rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv
sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur
tær fyri.
Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina
(umleið
1.
september
2008),
men
longu í juni mánaði kunnu vit gera eina
setanaravtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja
til okkara og seta teg í samband við Ole
Guldborg Nielsen ella Hans Laksá.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum
upplýsingum skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 9. juni 2008.
Rasmussen & Weihe · PO-box 30 · FO-110 Tórshavn · Tel. +298 35 17 00
Fax +298 35 17 01 · rasmussen@rasmussen.fo · www.rasmussen.fo
International Worldwide Cooperation
Lærupláss / Grannskoðan
– Heimsins besta útbúgving?
Reingerðarfólk
Vit sóknast eftir einum reingerðar- og mat-
stovufólki til uml. 6 tímar í dagtímunum
gerandisdagar, at byrja eftir avtalu. Fyritøkan
er í Havn.
Eisini sóknast vit eftir feriuavloysarum til
reingerð, arbeiðstíðirnar eru eftir kl. 16.
Fyritøkurnar eru í Havn.
Um hetta hevur tín áhuga, so vinaliga ring
til Símun Midjord á tlf. 228915 ella send
teldubræv til smidjord@ph.fo
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
GPS'ari við fullfíggjaðum
korti yvir Vestureuropa.
Alt er »Plug and Play«.
Aytobe GPS’ari
einans
2.590,-
17" ...............úr kr. 9.980,-
18" ............úr kr. 10.880,-
Stingray
17" ............úr kr. 10.880,-
18" ............úr kr. 12.880,-
19" ............úr kr. 13.980,-
GTR-4
17" ...............úr kr. 8.980,-
18" ...............úr kr. 9.990,-
19" ............úr kr. 11.880,-
Razor Black
Nógv góð og bílig dekk á goymslu!
18" ...............úr kr. 9.990,-
BMW New 3
Felgur
við dekkum
18" ...............úr kr. 9.990,-
RS4
Les meira á www.meklarin.fo
HP. MARINE · SP/F RÚNAR
Túnagøta 1 · 600 Saltangará
tlf. 219450 · fax 449191 · hpe@kallnet.fo
Bátar til
ein hvønn tørv