Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Lord Nelson vann slag­ið við Trafalg­ar mó­ti Napoleon Bonaparte. Og­ nú er Trafalg­ar Square staðið, har londonbúg­var møt­ ast at hátíðarhalda sig­rar og­ g­era vart við seg­ í einari mó­t­ mælisg­ong­u. Lord Nelson stendur mitt á torg­inum í einari avbera stoltari stand­ mynd, og­ tú hoyrir næstan orðini: »Ong­­ land væntar, at hvør maður g­er sína skyl­ du« Trafalgar Square í miðbýnum í London er bygt til at minnast slagið við Trafalgar í 1805, tá Lord Nelson vann á franska Napoleon Bonaparte. Uppruna­ liga skuldi navnið havt verið »King William the Fourth’s Squ­ are«, men George Ledwell Tay­ lor skjeyt upp navnið Trafalgar Square, og soleiðis bleiv. Norðara økið av torginum hevur verið plássið av King’s Mews síðani Edward I dagar, meðan sunnari parturin uppru­ naliga var Charing Cross, har Strand frá býnum rann saman við Whitehall, norðanífrá frá Westminster. Sum miðdepilin millum hes­ ar tvíburabýirnar, er Charing Cross í dag at rokna sum mið­ depilin í London, har allir avstandir í býnum eru máldir frá. Í 1820­unum ansetti Prince Regent landslags arkitektin John Nash at menna økið. Nash ruddaði økið sum ein part av hansara Charing Cross Improvement Scheme. Soleið­ is, sum torgið sær út nú, er takkað verið Sir Charles Barry og stóð tað liðugt í 1845. Trafalgar Square er heimstað­ ið fyri politiskum mótmælisgon­ gum og ítróttaligum sigrum. Uttan um Trafalgar Square finst The National Museum, sum rúmar klassisku málning­ unum. Umframt stóru stand­ myndina av Lord Nelson eru fýra standmyndir av leyvum, sum verja Trafalgar Square. Hesar eru bygdar av Sir Edwin Landseer. Søgan sigur, at metal­ lið, sum er nýtt í leyvunum, er endurnýtt úr fronskum kanón­ um. Ein rúgva av øðrum stand­ myndum finnast eisini á Tra­ falgar Square, eitt nú George IV, Henry Havelock, Sir Charles James Napier. Fyrrverandi borgarstjórin í London, Ken Liv­ ingstone, ætlaði at skifta tveir av generalunum út við nøkrum, sum londonbúgvar kenna bet­ ur. Framman fyri National Gall­ ery standa tvær standmyndir, vestantil James II og eystantil George Washington. Seinni nevnda er ein gáva frá statin­ um Virginia og hon stendur á grund, sum er innflutt úr USA. Í 1888 varð reist ein stand­ mynd av Charles George Gord­ on. Í 1943 varð standmyndin flutt og reist aftur á Victoria Embarkment. Ein busta av Second World War First Sea Lord Admiral Cunningham av Franta Belsky var avdúkað á Trafalgar Square 2. apríl 1967 av Philip prinsi, Jallur av Edin­ burgh. Torgið er vorðið ógvuliga týð­ andi sum sosialt og politiskt symbol fyri vitjandi eins og fyri londonbúgvar sjálvar. Symbols­ ki týdningurin kom veruliga til sjóndar í 1940, tá Nazi SS elv­ du loyniligar ætlanir um at fly­ ta standmyndina av Nelson til Berlin eftir eina ætlaða týska innrás so sum Norman Long­ mate sigur frá í bók síni »If Brit­ ain had fallen« frá 1972. Puntur nr. 8 Trafalgar Square – staðið har londonbúgvar møtast