Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2008 43 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Nú eru nakrar vikur farnar, síðani Atlantic Soundscapes var í Belgia, og úrslitini av tiltakinum eru av álvara farin at vísa seg á øllum frontum. Fyrst og fremst hjá Orca, Budam og Boys in a Band, men áhugin fyri øðrum bólkum, ið eru knýttir at Tutl umframt áhugin hjá belgiarum og grannalondum teirra fyri Føroyum yvirhøvur, hevur eisini vaksið seg stóran seinastu vikur­ nar. Soleiðis ljóðar dagføringin, ið Sosialurin hevur móttikið frá føroysku sendistovuni í Belgia. Fjølmiðladekningurin fleirfaldaðist Føroyar hava fingið heilt kolos­ salan dekning í fjølmiðlunum í Belgia. Nógvar ferðir meira, enn ætlað varð frá byrjanini av, tá fyrireikingarnar fóru í gongd. Mett verður, at yvir ein millión belgiar hava hoyrt og/ella lisið um Atlantic Soundscapes, vikuna áðrenn tiltakið varð hildið, ígjøgnum landsdekkandi tíðinda­ bløð, útvarpstøðir, bløð og inter­ netsíður. M.a ígjøgnum lands­ dekkandi útvarpstøðina Studio Brussel, ið hevur eitt miðaltal uppá 551000 dagligar lurtarar; landsdekkandi tíðindabløðini Le Soir og De Morgen, ið hvør sær framleiða 100000 eintøk um dagin; vikublaðið Knack uppá 150000 eintøk um vikuna, sum valdi Atlantic Soundscapes sum nummar eitt tiltak í Brussel ta vikuna; mest trendy ungdóms­ blaðið í Belgia, Vice Magazine, ið mánaðarliga verður givið út í 25000 eintøkum, og sum kærdi Atlantic Soundscapes hottasta tiltakið ta vikuna á blogginum hjá sær. ORCA eina rúgvu av jørnum í eldinum Bólkurin ORCA er blivin book­ aður at spæla fimm kvøld á rað frá 2. til 6. desember til 30 ára hátíðarhaldið av stóra franska festivalinum Transmusicales í Rennes. Her fara yvir 2000 av heimsins týdningarmestu journa­ listum og fólkum í tónleikavinn­ uni at uppliva bólkin, sum kemur til Rennes eina viku áðrenn at seta útgerðina upp og gera klárt til allar framførslurnar. Næst­størsta bókingarfyritøkan í Hollandi, The Alternative, sum eisini hevur eitt nú Jack Johnson og Babyshambles undir sær, fer í næstum at byrja at bóka konsertir við Orca og hevur longu nú bók­ að bólkin inn á stóra hollendska festivalin, De Beschaving, har hann skal deilast um pall við m.a Babyshambles, Kate Nash og Mogwai. Harumframt er Orca eisini longu blivin bookaður at spæla á stóra norðurlendska showcase festivalinum Nordic Blizzard í Hollandi, sum ein av 14 útvaldum norðurlendskum bólkum. Ein av størstu bókingarfyri­ tøkunum í Belgia, NADA book­ ing hevur eisini gjørt avtalu við Orca, og í heyst fer bólkurin á konsertferð í Europa; í Týska­ landi, Sveits, Eysturríki og Benelux (t.e Belgia, Holland og Luxemburg) Budam og Boys in a Band Budam hevur fingið booking avtalu í Belgia við einari av týdn­ ingarmestu booking fyritøkunum har, ið eitur Green House Talent. Størsta, best umtókta spælistaðið í Belgia, AB, fer at bóka Budam í 2008, og í heyst skal bólkurin á Europa turne í Týsklandi, Sveits og Benelux. Boys in a band eru blivnir bjóðaðir at spæla til væl umtóktu Vice Magazine veitsluna, ið verður hildin á Recyclart í Brussel nú í juni. Hetta er ein innboðin veitsla fyri einans 600 gestir, ið eru ein áhugaverd samanseting av týdningarmestu fólkunum innan fjølmiðla­, tón­ leika­ og mótaheimin. Veitslan verður promoverað øgiliga væl, og møguleiki verður fyri samrøðum og aðrari fram­ sýning av Boys in a Band í Belgia um tað mundið. Harum­ framt fer Vice Magazine blaðið, sum uttan iva er tað mest modernaða ungdómsblaðið í Belgia, at mæla við Boys in a Band til allar lesararnar hjá sær í næstu útgávuni. TUTL touring fingið ferð á Tá Atlantic Soundscapes var farið afturum, kom eisini veru­ liga ferð á Tutl Touring, sum er samstarv millum Tutl og Christ­ ian Hald Buhl frá The Rocking Factory um at fáa bólkar, ið eru undir Tutl, út at spæla í londum sum Belgia, Hollandi, Luxem­ burg, Fraklandi, Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Tutl Touring hevur gjørt avtalu við The Alternative í Hollandi, sum eisini hevur tikið Orca til sín, um at í minsta lagi seks kon­ sertir við føroyskum bólkum skulu setast upp í Hollandi ígjøgnum teir næstu 12 mánaðarnar. Í Týsklandi og Eysturríki hevur Tutl Touring gjørt avtalu við Geheim Agentur, sum fer at skipa fyri í minsta lagi 20 kon­ sertum við føroyskum bólkum næsta árið. Umframt at vilja samstarva við Orca, Budam og Gestir, fer Geheim Agentur eisini at gera eina minni konsertferð við The Ghost í heyst, sum ljóðar uppá fimm konsertir. Í Sveits hevur Tutl Touring gjørt avtalu við Sofa Agency, sum eins og The Alternative fer at organisera í minsta lagi seks konsertir við føroyskum bólkum næstu 12 mánaðarnar. Fleiri samráðingar á skránni Sum hendan dagføringin ljóðar, kann ikki sigast annað enn, at endamálið hjá føroysku sendistov­ uni í Brussel, SamVit og Norður­ landahúsinum at seta fokus á føroyska mentan í Belgia, veru­ liga hevur eydnast til fulnar. Hesi eru enntá bara úslitini inntil nú. Sum skilst á Christian Hald Buhl, er ein rúgva av øðrum tingum í gongd við eksportering og ekspon­ ering av føroyskum tónleiki til onnur lond í Europa. Samráðingar eru enn í gongd millum nógvar partar; festivalar, útgávufeløg, bókingarfyritøkur osfr. Vit venda aftur við fleiri tíðindum úr Brussel, tá næsta dagføringin liggur klár við meira av spennandi avtalum um útbreiðslu av føroyska tónleikamarknaðinum. Atlantic Soundscapes dagføring: Fokusið vaks seg upp um allar væntingar Ígjøgnum Atlantic Soundscapes hava meira enn ein millión belgiar hoyrt um Føroyar. Fleiri av allarstørstu belgisku miðlunum valdu tiltakið, ið vísti fram føroyska listi, tónlist og móta, sum hottasta og mest spennandi tiltakið at fara til í Brussel í vikuni rundanum 3. mai. Fleiri av størstu og týdningarmestu bókingarfyritøkunum og festivalunum í Belgia, Hollandi og Fraklandi hava fingið eyguni langt upp fyri tónleiki herfrá, og eru nógvar framúr góðar avtalur komnar í lag hjá eitt nú Orca, Budam og Boys in a Band Størsta, týdningarmesta og best umtókta spælistaðið í Belgia, AB, fer seinni í ár at bóka Budam Mynd: Olivier Donnet Orca fekk mest positiva aftursvarið frá fjøldini, ið var møtt upp til Atlantic Soundscapes, og hevur fingið avtalu við fleiri festivalar og bókingarfyritøkur í Hollandi, Belgia og Fraklandi Mynd: Olivier Donnet Mest modernaða ungdómsblaðið í Belgia, Vice Magazine, hevur bjóðað Boys in a Band at spæla til eina veitslu, ið blaðið fer at halda fyri 600 áhugaverdum fólki í tónleika- og journalistavinnuni kring heimin Mynd: Olivier Donnet