Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Ferðatrygging Ferðatrygging Far bara - vit fylgja tær www.sansir.fo Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina. Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Helst best kenda gøt­ an í øllum London er Downing Street, har forsætismála­ ráð­harrin býr og arbeið­ir. Í 1989 vóru jarngirð­ingar settar upp, so tað­ ikki long­ ur er møguligt hjá almenninginum at vitja í gøtuni. Vápn­ að­ løgreglulið­ stan­ da vakt við­ báð­ar endarnar, og tú skal hava góð­a orsøk fyri at sleppa framvið­ teimum inn í Down­ ing Street í dag Downing Street í London hevur í meiri enn 200 ár verið almenna bústaðið hjá tveimum av mest týðandi ráðharrunum í bretsku stjórnini: the First Lord of the Treasury, eitt starv, sum premierministarin í Bretlandi røkir, og the Second Lord of the Treasury, eitt starv, sum fíggjarmálaráðharrin røkir. Kendasti bústaðurin er Downing Street nummar 10, sum er bústaðurin hjá the First Lord of the Treasury, og tað merkir bústaðurin hjá forsætismálaráðharranum, tí tað er sum regul sami persónur og hevur verið tað uttan undantak síðani 1902. Úrslitið er, at Downing Street, ella bara nummar 10, er vorðið sitt synonym fyri skrivstovuna hjá forsætismálaráðharranum, meðan fíggjarmálaráðharrin hevur sína skrivstovu í Downing Street nummar 11. Downing Street liggur í Whitehall í Miðlondon, bara fáar minuttir til gongu frá Houses of Parliament og í útjaðaranum av økinum Buckingham Palace. Tað var Sir George Downing, sum í 1680-unum lat vegin gera upp til eini stórmanshús nevnd Hampden House. Downing var hermaður og diplomatur, og tænti undir Oliver Cromwell og Charles kongi II. Fyri trúgva tænastu fekk hann jarðarøkið sum liggur upp til St. James' Park, har sum Downing Street nú liggur. Forsætismálaráðharrin, fíggjarmálaráðharrin og the Chief Whip (floksvørður) búgva allir offisielt á einari síðu av vegnum, meðan húsini á hinari síðuni hava víkt fyri hølunum hjá Uttanríkismálaráðnum í 19. øld. Í 1950-unum og 1960- unum vóru ætlanir um at ríva allar bygningarnar við Downing street niður og byggja okkurt »meiri modernað«. Hesar ætlanir vórðu tó ongantíð førdar út í lívið, og eru nú langt síðani sleptar. Í 1989 vóru stór jarnportur sett upp í hvørjum enda av Downing Street av trygdarorsøkum. Margareth Thatcher var forsætismálaráðhari tá, og jarnportrini vórðu sett upp fyri at verja forsætismálaráðharran móti terrorálopum, serliga frá IRA. Fyri at sleppa inn í Downing Street skal tú fyrst gjøgnum eitt check-point sum er vart av vápnaðum løgreglumonnum. Hartil stendur altíð í minsta lagi ein løgreglumaður uttan fyri Downing Street nummar 10. Puntur nr. 9 Downing Street