hósdagur 29. mai 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2008
lýsingartilfar
Leichester Square
Um tú ert áhugaður í filmslist, so er Leicheter Square staðið. Leichester Square er roknað
sum staðið fyri fótgangarar í West End. Torgið er umgyrt av Lisle Street í norðan,
Charing Cross Road í eystan, Orange Street í sunnan og Whitcomb Street í vestan.
Leichester Square liggur í City of Westminster stutt (um 300 metrar) norðanfyri Trafalgar
Square, eystanfyri Piccadilly Circus, vestanfyri Covent Garden og sunnanfyri Cambridge
Circus. Leichester Square hevur fingið navnið eftir Robert Sydney, øðrum jalli av
Leichester, sum keypti eitt jarðarøki í St. Martins Field í 1630. Í 1635 hevði hann bygt sær
eini hús, Leichester House í norðara endanum av økinum. Hann læt síðani økið framman
fyri húsið hegna inni, so íbúgvarnir í St. Martins ikki longur kundu nýta økið eins og
framman undan. Íbúgvarnir kærdu til Charles I, kong og hann setti tríggjar uppmenn at
taka sær av kæruni. Hesir komu fram til, at Leichester jallur skuldi hava part av økinum
opið fyri fólkið. Hetta gjørdist kent sum Leichester Field og seinni sum Leichester Square.
Kring torgið eru fleiri biografar, og tað er vanligt, at nýggir filmar verða frumsýndir við
Leichester Square, og flestu stóru filmstjørnurnar hava verið til frumsýning í einum
biografi við Leichester Square.
53
Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo
Havamøblar
kr. 4.000,-
Ferðast í Vágum & Mykinesi
Vága Kunningarstova
Tel 333455 www.vagar.fo
2008
Stiðjagøta 10 · Boks 1008 · FO- 110 Tórshavn · Tel. 35 38 97
Fax: 35 38 98 · jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo · www.weihe.fo
Sláimaskina
Texas Smart 3400 EL
Fyrr 1.495,-
NÚ bert
1.195,-