hósdagur 29. mai 2008síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2008
Wembley Stadium
Tjóðarvøllurin hjá enska landsliðnum er Wembley Stadium, sum liggur í London
Borough of Brent. Tað er enska fótbóltssambandið, FA, sum gjøgnum dóttirfelagið
Wembley National Stadium Limited, ið eigur stadium, sum fyrst og fremst verður
nýtt til landsdystirnar hjá enska landsliðnum, eins og til heimligar finalur.
Somuleiðis verður vøllurin nýttir til aðrar ítróttakappingar eins og til
tónleikakonsertir. Við sínum 90.000 áskoðaraplássum er Wembley næststørsti
ítróttavøllur í Europa (næst eftir Camp Nou) og tað størsta í heiminum við øllum
setrum yvirdekkaðum. Beint sum tað lat upp, var tað ofta nevnt sum »the new
Wembley Stadium« fyri at skilja tað frá tí upprunaliga. Wembley er samstundis
dýrasta stadium í heiminum. Undanfarna Wembley Stadium – upprunaliga kent sum
British Empire Exhibition Stadium, ella Empire Stadium – var ein av kendastu
fótbóltsvøllunum í heiminum, kendur bæði sum enski tjóðarvøllurin og tað, at
fótbóltsspælið sigst vera ment í Onglandi »the Home of Football«. Vøllurin hevur
verið vertur fyri Europa Cup finalunum (nú Champions League) metofta, nevniliga
heilar fimm ferðir, og er eitt av seytjan stadium, sum hevur hildið eina HM-finalu. Í
2003 var upprunaliga stadium’ið rivið niður og byrjað var at byggja eitt nýtt, sum
eftir ætlan skuldi standa liðugt í 2006. Seinni varð henda tíðarætlan broytt, og 9.
mars 2007 var lykilin til Wembley Stadium endiliga handað enska FA.
56 lýsingartilfar
Telefon 47 81 70
NILAN:
Ventilatións-
verk við
innbygdari
hitapumpu
TRYGGJAR GOTT INNIKLIMA VIÐ AT:
#$'
&$%
&
$!$
Verður uppsett av góðkendum montøri
Heiðavegur · Saltangará · Tel 448558
Check Pattern
Tilboð frá 26. mai til 6. juni.
-30%
KRAM
KRAM SP/F
HEIÐAVEGUR 24
600 SALTANGARÁ
TLF. 44 77 77