Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 30. mai 2008 34 TÚ TÚ & EG RÁÐGEVINGIN SØKIR EFTIR SJÁLVBODNUM RÁÐGEVUM. Ert tú námsfrøðingur, lærari, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, sálarfrøðingur, ella hevur tú royndir í at tosa við børn og ung, ið hava trupulleikar ella tørv á at tosa við ein vaksnan, so er tað tær vit leita eftir. TÚ & EG ráðgevingin hevur tørv á ráðgevum, sum antin kunnu taka vaktir á ráðgevingini í Tórshavn ella svara brøvum heimanifrá um– vegis netið. VIT VÆNTA, AT TÚ: DUGIR VÆL AT LURTA OG AT SETA TEG Í STØÐUNA HJÁ ØÐRUM DUGIR VÆL AT SAMSKIFTA HEVUR TELDUKUNNLEIKA EVNAR AT ARBEIÐA SJÁLVSTØÐUGT YNSKIR STØÐUGA, FAKLIGA MENNING KANST TAKA 2–3 VAKTIR (Á 4 TÍMAR) UM MÁNAÐIN ELLA SVARA EINUM ÁVÍSUM TALI AV BRØVUM HVØNN MÁNAÐ HETTA BJÓÐA VIT TÆR: SKEIÐ Í RÁÐGEVING ÁÐRENN BYRJAN FRAMHALDANDI SKEIÐ OG UNDIRVÍSING SUPERVISJÓN FAKLIGT TILFAR Ljóðar hetta sum ein spennandi avbjóðing fyri teg, so send umsókn og CV saman við viðkomandi skjølum til: vit@eg.fo ella Barnabati, Postboks 74, 110 Tórshavn, viðmerkt „Tú og eg ráðgevingin.“ Umsóknarfreistin er 16. juni 2008. Revsiváttan skal vísast við setan. Meiri fæst at vita við at venda sær til: vit@eg.fo ella á tlf. 596705. TÚ & EG ráðgevingin er ein anonym ráðgeving ætlað børnum og ungum, sum hava tørv á at tosa við ein vaksnan um ymisk viðurskifti. Ráðgevingin fer fram umvegis telefon, kjatt og brævkassa. Ráðgevingin hevur opið 2 dagar um vikuna frá kl. 14–22, og á ráðgevingini starvast 18 ráðgevarar og 1 samskipari. TÚ & EG ráðgevingin er partur av verkætlanini „Tú hevur rætt,“ ið virkar út frá Barnabata, og sum hevur til endamáls at varpa ljós á rættindini hjá børnum og ungum. MAI-KAPPINGIN Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mána- dagin 9. juni 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í mai er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í juni. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í mai 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,-