Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 102 - 30. mai 2008 SPEKT statsaut. revisorar Correspondent Firm of KPMG International a Swiss Cooperative SPEKT stataut. revisorar Spf. spekt@spekt.fo, www.spekt.fo Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn, Telefon 34 34 34, Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15, Postsmoga 190 600 Saltangará, Telefon 474 474, Telefaks 474 475 SPEKT søkir grannskoðarar Um tú hevur áhuga í saman við okkum at veita føroyska vinnulívinum og øðrum fíggjarliga og vinnuliga ráðgeving, samstundis sum tú mennir tínar førleikar á hesum økjum, so er hetta rætta starvið til tín. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Hjá SPEKT starvast 28 fólk. Trý teirra eru statsaut. revisorar og ein er løggildur grannskoðari. Vit arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, peningastovnar, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f eru tilknýtt altjóða KPMG-kervinum av grannskoðarum og ráðgevingarvirkjum. Starvslýsing Arbeiðið fevnir um grann- skoðan, roknskaparhjálp og eina røð av øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur innan fl est allar vinnugreinar, eins og til kommunur og almennar stovnar v.fl . Vit leggja dent á, at tú ert fryntlig/ur, hugagóð/ ur og fús/ur at leggja orku í hetta avbjóðandi starv. Ávís tíðarskeið er neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Hetta er serliga fyrru helvt av árinum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur royndir innan grannskoðan og/ella bókhald og hevur HH-prógv ella líknandi útbúgving. Útbúgvingin Umframt at fáa hollar arbeiðs- royndir gjøgnum dagliga arbeiðið fært tú eisini eina ástøðiliga útbúgving við tað at tú fylgir HD-undirvísingini á Føroya Handilsskúla. Tú fært eisini innanhýsis undirvísing hjá okkum og hjá KPMG í Danmark. Framtíðarmøguleikar Aftaná lokið HD-prógv hevur tú møguleika fyri at halda fram at útbúgva teg við at taka cand.merc.aud. útbúgv- ingina, sum er neyðug fyri at gerast løggildur grannskoðari. Á henda hátt kanst tú hava eitt spennandi arbeiði, sam- stundis sum tú fært eina holla ástøðiliga útbúgving. Møguleikarnir at menna tínar førleikar hjá SPEKT eru tí sera góðir. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til okkara skjótast til ber ella í seinasta lagi 10. juni 2008. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen á tel 34 34 34 ella 23 34 84 ella við at skriva teldupost til aellefsen@spekt.fo Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði Við heimild í Løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 og uppskoti til kunngerð um ískoytisút- búgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði byrjar ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði í september 2008 á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Før- oya. Endamál: Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor í sjúkrarøktarfrøði er: • Førleiki í sjúkrarøktaryrkinum sum vísindagrein • Ástøðilig uppstiging av sjúkrarøktarfakligu grundútbúgvingini og royndar- og vitanargrundarlagi sjúkrarøktarfrøðingsins frá starvsroyndum • Lestrarfyrireikandi og upptøkugevandi førleiki til master- og kandidatútbúgvingar • Førleiki at skilja granskingarverkætlanir og sjálv/-ur at luttaka í menningarverkætlanum Skipan og innihald: Útbúgvingin er sett at vera ½ ársverk ella 30 ECTS stig og fevnir um eitt ár. Útbúgvingin skal vera lokin í seinasta lagi 2 ár eftir, at hon er byrjað. Ískoytisútbúgvingin er býtt sundur í 3 eindir • Ein grundleggjandi kravd eind (heystið 2008) • Ein valfrí eind (várið 2009) • Bachelorverkætlanareind (vár/summar 2009) Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya ger av, eftir ítøki- liga meting í hvørjum einstøkum føri, at útbúgv- ingarpartar, sum lesandi hevur staðið eftir reglum fyri eina aðra framhaldsútbúgving, heilt ella lutvíst kunnu koma í staðin fyri samsvarandi útbúgvingarpartar. Fígging: Útreiðslur til bókmentir og annað tilfar. Nærri lýsing av útbúgvingini, undirvísingardag- ar í heyst og umsóknarblað liggja á heimasíðuni www.srfs.fo undir ískoytisútbúgving. Eru spurningar, ber til at venda sær til útbúgv- ingarleiðaran á Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya tlf. 352266 Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 18. juni kl 16:00. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upp- lýsingum skal sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya J. Broncksgøta 25 100 Tórshavn SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250 fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo Fastir, lágir prísir www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 Aytobe GPS við fullfíggjaðum korti yvir Vestureuropa fyri sera lágan prís. Europakortið er á einum 2GB SD korti. Alt er Plug and Play. Aytobe PG-63509 GPS einans 2.590,- Barnasetur til børn í aldrinum 0-9 mðr. Vind- og sólskerm Høvdastúttu til tey smæstu 3-punkts trygdarbelti Optimala síðuvernd Ergonomiskt berihandtak Betrekk, ið kann takast av og vaskast Baby Lite barnasetur einans 999,- ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! 15" ...............úr kr. 6.400,- 16" ...............úr kr. 8.500,- 17" ...............úr kr. 9.700,- 18" ............úr kr. 10.800,- Bellini RS Giantco Sprint er ein nútímans skutari við øllum hugsandi hentleikum. Ein kvalitets-skutari fyri lágprís! S p r i n t s kutari Hevur m.a. 4-takts motor 12" alufelgur v/poleraðum kanti Polerað bremsugreb Hvít blunkljós 13.900,- EINANS Fæst í hesum litum: • Bláur/svartur • Reyður/svartur • Gulur/svartur 17" ...............úr kr. 9.980,- 18" ............úr kr. 10.880,- Stingray 17" ............úr kr. 10.880,- 18" ............úr kr. 12.880,- 19" ............úr kr. 13.980,- GTR-4 17" ...............úr kr. 8.980,- 18" ...............úr kr. 9.990,- 19" ............úr kr. 11.880,- Razor Black Felgur við dekkum 175/65-14 ..................... úr 620,- 195/55-15 ..................... úr 775,- 195/65-15 ..................... úr 795,- 205/55-16 ..................... úr 890,- 205/40-17 ..................... úr 965,- 225/45-17 ..................... úr 995,- 225/40-18 .................úr 1.290,- 235/35-19 ..................úr 1.710,- Annars eisini øll tey kendu merkini, sum t.d. Goodyear, Michelin, Continental, Bridgestone, Fulda v.m. Fantastiskir dekkprísir Prísdømi