Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað. Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo sansir.fo Lyklaklár fígging og trygging til bilin Mohammed Al- Fay­ed eigur stóru handilsfy­ritøkuna Harrod’s. Hann er vorðin kendur fy­ri ótroy­ttiligu roy­nd- irnar at prógva, at sonur hansara, Dodi Al-Fay­ed, og heimskenda prinses- sa Diana, ikki doy­ðu av tilvild, men vóru my­rd við beráddum huga undir tunlinum í franska høvuðs- staðnum 31. august 1997. Harrod’s er ein handil langt út um tað vanliga. Handilin hevur 330 ymsar deildir og selur alt frá stoppinálum til livandi grindahval. Inni har finnur tú klæðir til øll endamál, heilt frá smábørnum til oldingar, til kvinnu eins væl og til mann. Tú finnur eltól, gimsteinar, ítróttaklæðir, brúðarkjólar, kelidjór, leikur, mat og drekka, heilsu- og vakur- leikaúrdráttir, innbúgv – ja, stutt sagt alt, sum tú hevur brúk fyri. Handilin er heldur ikki av teimum bíligastu í London. Vit rendur okkum til dømis inn í ein penn, sum kostaði 20.000 krónur! Í handlinum finnur tú 28 yms- ar matstovur, sum borðreiða við øllum frá té til tapas til pubb-mat til fínastu rættir tú kanst hugsa tær. Handilin hevur eitt samlað øki upp á 23.000 fermetrar, og tað ger hann til størsta handilin í verðini, á stødd við Macy’s í New York. Men Muhammed Al-Fayed ræður yvir einum størri imper- ium enn sum so. Tað telur mill- um annað Harrod’s Bank, Har- rod’s Estates, Harrod’s Casino, Harrod’s Aviation og Air Har- rod’s. Tað byrjaði annars í smáum, tá Charles Henry Harrod byrj- aði ein handil í Stepney, serliga við útsølu av té. Hetta var í 1834. Í 1849 tók Harrod yvir ein handil í Knightsbridge, tí hann vildi verða við til stóru Great Ex­hibi- tion í 1851 í Hyde Park. Og her heldur Harrod’s til dagin í dag. Sonurin, Charles Digby Har- rod, útbygdi handilin, og longu í 1880 hevði Harrod’s eitthundrað starvsfólk. Handilin fekk kortini eitt álvar- samt bakkast í desember 1883, tá handilin brendi í grund. Ó­fati- liga helt Charles Harrod øll síni lyfti til kundar sínar og bar út alt tað, sum hesir høvdu bílagt upp til jóla. Í 1985 keypa Al-Fayed brøður- nir Harrod’s fyri 61,5 milliardir krónur, og teir eiga handilshús- ið Harrod’s enn tann dag í dag. Puntur nr. 10 Harrod’s – vilt luksus fyri stóra pengapungin