fríggjadagur 30. mai 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 102 - 30. mai 2008
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
ENDURLÝSING eftir starvsfólki til
Eldrasambýlið Oman Mattalág í Tórshavn
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum og heilsuhjálparum í
starvsbrøki 0,7 ella 0,8 og ítrivsvegleiðara
í starvsbrøki 0,5 at starvast í nýggja
Eldrasambýlinum Oman Mattalág í
Tórshavn og at byrja 1. august 2008.
Eldrasambýlið Oman Mattalág er partur
av Heimatænastuni Øki 1 í Suður-
streymoy og pláss er fyri 9 búfólkum.
Hugsjónin fyri Heimið
Miðað verður eftir at skapa eitt heimligt
og virkið umhvørvið út frá Eden hug-
sjónini og við virðing og umsorgan at
stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá
tí einstaka búfólkinum.
Vit vænta av tær, at tú hevur
• Áhuga í og gleði við at arbeiða
við eldri fólki
• Vilja til at starvast í tráð við hugsjónina
fyri Heimið
• Vilja at starvast út frá Eden hugsjónini
• Er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og
ganga aðrar leiðir
• Dugir væl at samstarva og samskifta við
onnur
• Er motiverað og fleksibul
• Kann arbeiða í skiftandi vaktum
Vit kunna bjóða
• Eitt spennandi og mennandi starv, har
tú hevur møguleika at vera við til at
byggja upp eitt heim í tráð við
hugsjónina fyri Heimið og seta dám á
umhvørvið.
• Góða innleiðslu
• Møguleika fyri persónligari menning
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda
sær til økisleiðara Ceciliu Vestureið á
telefon 217249 ella við telduposti:
ceciliav@naerverk.fo ella til deildar-
leiðaran Tórhild Dalsgaard á telefon
217123 ella við telduposti til
torhildd@naerverk.fo
Umsókn
Send eina umsókn við avrit av prógvi og
upplýsingum um útbúgving og fakligar
royndir til:
Heimatænastan
Stílað: Cecilia Vestureið, økisleiðari,
Skálatrøð 14
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 13. juni 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðlar til Stuðulstoymið og
Kafeina í Suðurstreymoy
• Eitt farloyvisstarv 40 tímar
um vikuna til 31.08.09
• Eitt farloyvisstarv 40 tímar
um vikuna til 31.12.08
• Eitt starv 30 tímar um vikuna
Stuðulstænastan hevur til endamáls at
veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi,
eftiransan og umsorgan til brúkarar um
alt landið. Stuðulstoymið og Kafein
arbeiða saman sum ein eind, samansett
av einum tvørfakligum starvsfólkabólki,
sum heldur til í hølunum hjá Stuðuls-
tænastuni í Løkjatúni 1 á Argjum.
Málbólkurin hjá Stuðulstoyminum er
heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið
hava ein skerdan sálarligan virkisførleika.
Arbeiðið hjá stuðulstoyminum
fevnir m.a. um
• At stimbra og menna praktiskar og
sosialar førleikar hjá brúkaranum.
• At skipa so fyri, at brúkarin fær
møguleikan at leggja gerandislív sítt
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
• At luttaka í arbeiðnum sum Løkjukafein
skipar fyri
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• Hevur eina viðkomandi útbúgving og
royndir innan psykiatriska økið.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og
einsamallur í heimi brúkarans og
samstundis kann átaka tær at arbeiða í
einum øki, har tað ræður um intuitión.
• Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum
og samstundis arbeiðir professionelt.
• Er sterkur bæði til likams og sálar.
Stuðulstænastan bjóðar
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og
fakligari menning
• Ein virknan, tvørfakligan starvsfólkahóp
• Samávirkan á gerandis uppgávur
• Kunning í arbeiðinum og supervision
Setanartreytir
Setanarøkið umfatar Nærverkið og
deildir undir tí. Løn sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Roknast má við, at arbeiðs-
tíðirnar av og á eru skiftandi, dag-,
kvøld-, og vikuskiftisarbeiði.
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa
hjá samskiparanum Elsu Klein Olsen, tlf
554024.
Størvini verður sett 01.07.2008 ella
skjótast aftaná.
Umsókn:
Umsóknir skulu sendast til:
Stuðulstænastan
Argjavegur 26
160 Argir
Stílað.: Elsa Klein Olsen
Umsóknarfreist: 13. juni 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
um...
...er lisin
-so ert
tú við!