fríggjadagur 30. mai 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vilstur í tíðini
So stendur mann har. Mitt
í tí heila. Á café í høvuðs
staðnum. Køin er tíverri
ikki so long, at tað ber til
geva sær sjálvum eitt snar
sjálvhjálparkursus í úrvalinum
og framferðarháttinum á
eini modernaðari kaffistovu.
Teir báðir norðoyingarnir úr
Kringvarpinum, sum eg eri
í fylgi við, hava bílagt við
tryggari hond og sannførandi
stemmulegu – sum var tað
ein bókatáttur í Bylgjuni.
Og so er tað, at eg skal
bestemma meg. Umboðið fyri fjolli
radio í Vágsbotni. Nú! Baresso
bíðar við spenningi.
Lat meg fáa eitt stórt krúss av
kaffi, hoyri eg meg siga.
Hvat? Ein stórt krúss av kaffi?!
Harragud, heldur tú at hetta er
kantinan á Kósavirkinum? Og
skalt tú hava eina breyðflís við
skerpikjøti afturvið eisini?
Og so sita vit har – tríggir bygda
menn rundan um eitt lágt borð
við leðurstólum á café í Havn.
Soleiðis ger mann. Globaliseraði
føroyingur gongur ikki í haganum
og melur. Hann luktar ikki av
seyði ella røstum fiski. Hann
sær álvarsamur út í meldrinum
í høvuðsstaðnum og angar av
nýgjørdum espresso. Soleiðis vildi
eg altíð verða!
Eg siti í miðjuni við einum
yvirvaksnum kaffikrússi, sum
kundi sløkt tostan hjá einari miðal
útróðrarmanning á Norðhavinum.
Til vinstru situr annar við einum
hvítum koppi av søtum cappucino
og pilkar við eina skróvturra
italska Cantuccini nøtukøku
– mest átøk einum skálki av
einari uppturkaðari sandkøku,
sum skal druknast í te, áðrenn
hann er etandi. Og tað er fínt í
Havn. Hinumegin situr tann mest
royndi við einum bikari av Original
IceBlend og sýgur við einum
súgvirøri.
Men vit duga væl at lata sum
um, at vit hoyra heima á café. Tað
skal mann. Mann skal ikki síggja
út sum ein vilstur bygdamaður í
Havn – a legal alien men høvdu
teir gomlu vitað av, so høvdu vit
verið flongdir við fjallstavi og
tveittir í ein køst.
Tað hevði lært okkum!
Bygdamenn á café í Havn. Á,
stikk av!
Heini bloggar úr Ísrael
Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva
bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.
Ein forsætisráðharri á ákærubeinkinum
fyri korruptión. Áhaldandi spekulatiónir um
nýval. Opið stríð um valdið í stjórnarberandi
flokkinum Kadima. Støðug rakettálop úr Gaza
inn í Suðurísrael. Fleiri og fleiri ábendingar
um eina hernaðarliga innrás í Gaza og kríggj
við Hamas. Loyniligar friðarsamráðingar við
palestinska sjálvstýrismyndugleikan á Vestara
áarbakka. Óbeinleiðis friðarsamráðingar
við fíggindastatin Sýria. Samráðingar
við Hizbollah um býti og leyslating av
gíslum. Gitingar um luftálop á iranskar
kjarnorkureaktorar...
Tað er trupult at vera politikari í Ísrael. Og
journalistarnir drukna í søgum. Stór mál á
øllum hermótum. Mál, sum hava ávirkan á
milliónir av menniskjum í og kring Ísrael. Mál,
sum eru avgerandi fyri, hvørt morgindagurin
verður friðarligur ella ófriðarligur. Mál, sum
snúgva seg um lív ella deyð. Um kríggj ella
frið. Um vón ella vónloysi.
Og hóast staturin Ísrael altíð hevur
staðið yvir fyri avgerðum av søguligum
dimensiónum, so er semja um, at komandi
val verður avgerandi eftir sjey ár uttan
nakra framgongd í royndunum at skapa
frið, tá dialogurin við bæði Palestina og
Sýria fór í upploysn, og tá seinna intifada´in
– á arabiskum “uppreisturin” – bresti á við
ræðuligum fylgjum fyri
ísraelska og palestinska
fólkið.
Ísrael stendur í dag
yvir fyri stórum, tungum
og pínufullum avgerðum.
Politiskir knútar, sum ikki
verða loystir, fyrr enn polit
isku valdsharrarnir í Ísrael
og grannalondunum tora
at rinda prísin fyri frið við
neyðsemjum, sum ikki eru ókeypis. Loysnirnar
liggja í skuffum í ymsu stjórnarbygningunum,
til reiðar at føra út í lívið, og tað hava tær
gjørt leingi. Men enn er viljin ikki til staðar.
Vil Ísrael lata Sýria vøkru Golanheyggjarnar
aftur, sum vórðu hersettir í 1967? Vil Sýria
afturfyri bróta sítt samstarv við yvirgangs
bólkar og fíggindar Ísraels? Vil Ísrael steðga
hersetingini av palestinsku økjunum og loyva
einum suverenum palestinskum stati? Er ein
semja um Jerusalem gjørlig? Kunnu palest
inar, sum eru býttir sundur í rørslurnar Hamas
og Fatah, semjast innanhýsis? Kann Hamas
viðurkenna Ísrael og steðga rakettálopunum?
Fær terrorisman ein enda? Og fer Ísrael at
steðga jødisku búsetingunum á Vestara Áar
bakka, sum vaksa og annektera meiri og meiri
palestinska jørð?
Hóast meirilutin av ísraelum sambært
meiningarkanningum ynskir frið við arabisku
grannarnar, so stendur ísraelska fólkið ikki
saman um, hvørjar fortreytirnar fyri friðinum
skulu vera. Hvør vegurin til frið er.
Øðrumegin eru religiøsu jødarnir og polit
isku maksimalistarnir, sum ikki vilja lata ein
tumma av tí jørð, sum er tikin síðani 1948, og
sum fyrst og fremst óttast fyri trygd Ísraels, tá
móðurlandið gerst minni og fíggindin kemur
tættari. Hesin bólkurin fatar arabisku krøvini
fyri frið sum eina hóttan
ímóti heimlandinum. “We
live in a tough neighborhood
and will only survive through
force and deterrence”, sum
andstøðuleiðarin úr høgra
flokkinum Likud, Benyamin
Netanyahu, tók til ein dagin.
Fyrst trygd, og síðani friður.
Hinumegin eru tey,
sum venda logikkin hjá
høgravonginum á høvdið og føra fram, at
friður er ein fortreyt fyri trygd, og at eingin
trygdarpolitikkur er so effektivur sum ein
friðaravtala. Hendan strategiin hevur sum
fortreyt, at einans gjøgnum kompromis við
mótpartin fær Ísrael frið og fulla viðurkenning.
“First we sign peace treaties, then we gain
security. A leap of faith without garanties”,
sum forsetin Shimon Peres skrivar á sínum
bloggi í ísraelsku avísini Haaretz. Fyrst friður,
síðani trygd.
Vinstravongurin nýtir friðaravtaluna við
Egyptaland frá 1979, tá Ísrael lat alla Sinai
hálvoynna frá sær afturfyri frið, sum besta
dømið um, at samráðingar og kompromis er
einasta gongda leiðin. Og høgravongurin vísir
á Gazageiran sum prógv um tað mótsatta.
Gaza, sum er vorðið ein sonn marra, síðani
Ariel Sharon í 2005 tók ísraelsku soldátarnar
aftur úr innara Gaza og evakueraði 10.000
ísraelskar búsetingar. Úrslitið var, at islam
istiska Hamasrørslan tók valdið og hevur
skotið rakettir inn í Suðurísrael líka síðani.
Heykarnir á høgravonginum spáa um sama
skil á Vestara áarbakka, um fleiri afturtøkur
og sokallaðar friðarroyndir verða framdar
av “naivum idealistum”, sum Netanyahu
og hansara samverkafólk ynda at kalla síni
politisku mótstøðufólk.
Tvær legur, sum ísraelska fólkið skjótt skal
taka støðu til. Tvær legur, sum báðar ynskja
frið, men sum eru grundleggjandi ósamdar
um vegin fram ímóti friði. Tann eini parturin
ígjøgnum hard power, og hin ígjøgnum
kompromispolitikk. Og ímillum stendur
eitt fólk, sum er eins syndrað og politiski
myndugleikin.
heini_skorini@yahoo.com
- Hóast meirilutin av
ísraelum ynskir frið við
arabisku grannarnar, so
stendur ísraelska fólkið
ikki saman um, hvørjar
fortreytirnar fyri friðinum
skulu vera. Hvør vegurin til
frið er
Hvat kemur áðrenn, friður ella trygd? Hetta er spurningurin, sum skilir høgravongin og vinstravongin, nú tað stundar til val í Ísrael. Her er ísraelski herurin á veg
inn í Libanon á sumri í 2006
Langi vegurin ímóti friði
Eyðun Klakkstein
blaðmaður
eydun@sosialurin.fo