Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 4 Christianshavn, Keypmannahavn: Vagnur Mohr Mortensen flutti til Danmarkar beint eftir at lands­ kappingin endaði í fjør. Unnustan fór til Keypmannahavnar í lestrarørindum, og Vagnur fylgdi við henni. – Kappingin var liðug, og eg vildi royna okkurt nýtt, so tað gjørdi eg, fortelur Vagnur henda sólskinsdagin síðst í mai mánaði. Hann arbeiðir sum timburmaður og er við at byggja nýggja høvuðssæti hjá Aller­samtakinum; fyritøkan handan millum annað Se & Hør, Billedbladet, Kig Ind, Biler og fleiri onnur bløð. Vagnur hevur búð á Øresund Kollegiet saman við unnustuni, men er í dag komin heimaftur til Føroya. Ætlanin er at spæla kappingarárið út við HB, fyri síðani at flyta aftur til Danmarkar. Tíðina í Danmark hevur Vagnur millum annað brúkt til fótbólt. Í nakrar dagar royndi hann seg hjá Fremad Amager, men nógvir aðrir leikarar royndarvandu um júst sama mundi, umframt at Vagnur var nógv plágaður at bentendilsi í tonnunum. Tá so hann bleiv spurdur, um hann hevði hug at venja við næstbesta liðnum hjá Fremad Amager, takkaði Vagnur fyri seg. Síðani hevur hann spælt við ÍF Føroyum, har hann hevur havt ein týðandi leiklut. Hetta er nú – fyribils – eitt liðugt kapittul. Vagnur flytir heim til Føroya, heim til HB. HB er stoltleiki Alla sína fótbóltsuppaling hevur Vagnur fingið í eldra havnarfelag­ num. Eitt felag, sum Vagnur virðismetir høgt. – Tað er ein heilt serlig kensla, at spæla fyri HB. Ein vissur stoltleiki. HB er eitt sigursvant felag, nakað serstakt og HB­ troyggjan er mín býarbúni, heldur Vagnur fyri. Evnini hjá Vagni á vøllinum munnu tað vera fá, sum seta spurnartekin við. Hann er fjølbroyttur leikari, sum kann brúkast á næstan øllum plássum. Sjálvur er Vagnur eisini ógvuliga tilvitaður um sín leiklut. – Eg spæli fyri at vinna, svarar hann stutt og greitt, tá hann skal lýsa seg sjálvan sum fótbólts­ spælara. Vinnarahugburðurin liggur djúpt í havnarmanninum. Hann er uppvaksin við tí. Vagnur var partur av einum sera góðum árgangi, sum vann so at siga alt, ið vinnast kundi allan vegin uppeftir yngru deildirnar. Samstundis gekk tað ikki heilt eftir vild hjá besta liðnum. Tískil vóru vónirnar settir til, at Vagnur og liðfelagar hansara fóru at lyfta HB­liðið uppaftur á hægstu rók, tá teir vórðu nóg gamlir. – Frá eg var sjey til eg var fimtan vann HB einki meistara­ heitið. Samstundis vunnu vit alt, og fólk plagdu at siga við okkum, at tá tit koma í 1. deild, verður HB aftur meistari, greiðir Vagnur frá. Hesir spádómar gingu út. HB bleiv meistari í 1998 og vann trý meistaraheitið á rað frá 2002 til 2004, og so aftur eitt í 2006. Tískil er Vagnur vanur við, at bara tað besta er nóg gott. HB-troyggjan er mín býarbúni 25 ára gamal. Hevur verið lyklaleikari hjá HB í fleiri ár. Tryggjaði HB FM fyri tveimum árum síðani. Hevur spælt móti bæði Fraklandi og Hollandi, men hevur seinastu mánaðirnar spælt við ÍF Føroyum. Vagnur Mohr Mortensen flytir nú heimaftur til Føroya og HB Ítróttarprofilur Rólant Waag Dam blaðmaður rolant@sosialurin.fo Vagnur um ÍF Føroyar Tað var sera stuttligt at spæla har úti. Serliga tí, at fleiri av teimum leikarunum, sum vanliga hava verið mínir mótstøðumenn, brádliga vóru mínir liðfelagar. Tað er eisini eitt deiligt stað at læra hesar menn at kenna, sum man annars kanska ikki hevði gjørt. ... um Francesco Totti Heimsins besti fótbóltsspælari, so einfalt er tað. Totti er tann einasti 10­arin, sum er eftir. Hann er ímyndin av Rom, og er ein av teimum heilt fáu, sum klagir at vera arrogantur. Tað er ikki hansara trupulleiki, um fólk ikki dáma hann. Navn: Vagnur Mohr Mortensen Aldur: 25 ár Starv: Timburmaður Feløg: HB, AB, ÍF Føroyar A­landsdystir: 3 Fakta