Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 97 • 23. mai 2008 Ikki mín trupulleiki Vagnur spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá HB í 1999. Hann var tá 16 ára gamal. Hóast nógv plágaður av skaðum, so hevur Vagnur verið lyklaleikari hjá HB í fleiri ár. Umframt tað hevur hann spælt á øllum ungdóms­ landsliðunum, og í 2004 varð hann úttikin til A­landsliðið. Við hesi úttøku slerdi Vagnur av álvara navn sítt fast í føroyskum fóbólti. Men tað er langt frá bara tað positiva, Vagnur er kendur fyri á vøllinum. Tað er hann eisini fullgreiðir um. – Eg skal vinna, tá eg spæli og eg geri alt fyri tað. So kann tað væl vera, at eg verið ópopulerur millum mótstøðuleikararnar og teirra viðhaldsfólk, men tað er teirra trupulleiki, sigur Vagnur, sum er vanur við, at fólk heldur enn fegin síggja HB tapa. – HB er eitt sigursvant felag, og tað er altíð eyka stuttligt hjá mótstøðuliðum okkara at vinna á okkum. Tapa vit ein dyst, so verður tað prikað við tí í alla tí næstu vikuna, har fólk senda heilsanir í útvarpinum og hvørt av sínum. Tað sama sært tú ikki, tá B36 tapir. – Men tað er eisini júst tað, sum ger at eg elski at spæla við HB. Fólk eru so uppsett upp á at vinna á okkum, og tað ger tað enn stuttligari at spæla og vinna dystirnar, smílist Vagnur. Var ov illsintur Vinnarahugburðurin hjá Vagni hevur tó ikki einans verið positivur. – Eg havi fingið nógv býtt kort. Eg eri illsintur og serliga, tá eg var yngri, fekk eg nógvar býttar útvísingar. Yvirreageraði við at hevna meg, og brúkti meg móti dómarunum. Men tað er betri nú, metir Vagnur. Hóast sinnalagið kanska er øðrvísi, er vinnarahugburðurin tó tann sami, sum hann altíð hevur verið. – Eg vil spæla saman við vinnarum, og fyritrekki ein minni góðan leikara, sum veruliga vil vinna, enn ein fínan bóltspælara, sum ikki hevur vinnarahugburð. Og hesin hugburðurin skal altíð koma til sjóndar. Eisini undir venjing. Tá menn eru lidnir og sita í umklæðingarrúminum aftaná, so eigur man at síggja, hvør tapti síðsta dystin, sigur Vagnur avgjørdur. FM í 2006 var uppiborið At hann ikki gevst fyrr enn allar síðsta bríksl, var kappingarárið 2006 helst besta dømi um. Á ársins síðsta leikdegi stóð EB/ Streymur til at vinna FM. Men á heimavølli taptu sundalagsmenn fyri KÍ. Um sama mundi sum tað varð bríkslað av á Mølini á Eiði, fór Vagnur úr HB­verjuni niðan í álopið. Við einum sigri kundi HB yvirhálað EB/Streym, og harvið vinna FM. Á veg niðan eftir vøllinum rópti liðformaðurin á Vagn og spurdi, hvat fanin hann skuldi gera í álopinum. Lítla løtu seinni kom svarið. Tveir minuttir fyri leiklok hevði Vagnur sent HB á sigurskós. Dysturin endaði 2­0 til HB, og harvið var meistaraheitið í hús. – Hatta var uttan iva besta løtan hjá mær á vøllinum. Og sjálvandi var tað uppiborið, at vit vunnu. Vit spældu 27 dystir gjøgnum árið og fingu flest stig, og so er ikki so nógv meiri at siga um tað. Um stigini koma fyrst ella síðst í kappingini er líkamikið, sigur Vagnur at enda. ... um EM í fótbólti Tað gleði eg meg til. Har er tað fyrst og fremst Italia, eg fylgi. Eisini hóast Totti ikki verður við. Svøríki fara eg eisini at fylgja væl við, hvussu gongst hjá teimum. ... um landsliðið Tað er ikki nakað, eg hugsi um beint nú. Tað gjørdi eg heldur ikki, tá eg varð úttikin. Eg hugsi bara um at gera mítt besta á vøllinum. Men eg var ógvuliga fegin og errin fyri tað herðaklappið, sum tað er at verða úttikin. Í løtuni tykist tað onkursvegna sum um, at tað eru ikki øll, sum síggja sama stoltleika í at umboða Føroyar. – Eg skal vinna, tá eg spæli og eg geri alt fyri tað. So kann tað væl vera, at eg verið ópopulerur millum mótstøðuleikararnar og teirra viðhaldsfólk, men tað er teirra trupulleiki, sigur Vagnur Mynd: Símun J. Hansen