fríggjadagur 30. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Byggja nýtt
Berøa
Runavík: Eftir at hava húsast
í gamla samkomubygninginum
í mong ár, ætlar samkoman í
Berøa nú at byggja nýggjan
bygning til stóra virksemið
millum børn, ung og vaksin.
Sum skilst verða eini 290
sitipláss í salinum.
Fimm legur við
Ástjørn
Ísland: Aftur í summar verður
leguhúsið við Ástjørn (myndin)
karmur um fleiri legur fyri børn
og ungdóm. Fyrsta legan byrjar
18. juni og síðani verður hildið
á heilt fram til 15. august.
Miðað verður eftir at 230 børn
skulu fara á legur í ár, skrivar
kristnastova.dk.
Nýtt Blákross
heim fyri 10 mió
Nes: Bláikrossur hevur leingi
havt í hyggju at byggja nýtt
blákrossheim á Nesi. Í løtuni
verður arbeitt við fíggingini, og
veður í løtuni søkt um stuðul frá
øllum kommunum í Føroyum til
ætlanina. Ætlaða heimið kostar
10 mió krónur, og er ætlanin at
útvega ein triðing av hesum frá
kommununum.
Gudstænastur
við evnum
Hoyvík: Í summar fer fríkirkjan
Oasan, sum nakað nýtt, at hava
ávís evnir til gudstænasturnar
sunnumorgnar. Ætlanin er, at
tey í juni mánaði skulu viðgerða
evnið „Tað, sum hendi á apostl
anna døgum kann tað eisini
henda á okkara døgum?“. Tey
hava upplivað nógvar grøðingar
hesa seinastu tíðina, og sum
sagt verður: Tað eru fleiri
ítøkiligir vitnisburðir um, at tað
sum Guds orð sigur stendur
klettafast.
Keyp hina
lagaligu tíðina
Øll okkara hugsa regluliga um
okkara vantandi tíð. Flestu okk
ara høvdu ynskt at havt meiri
tíð, soleiðis at vit kundu gjørt
alt tað, vit so fegin vildu gjørt.
Kortini vita vit øll, at tíð er
nakað sum eingin fær meira
ella minni av. Har eru vit øll
líka. Vit hava øll fingið 24 tímar
hvønn dag.
Flestu okkara hugsa tó ikki
um, at vit hava fingið okkara
tíð at ávirka og umbroyta
menniskju, sum eru fortapt.
Gud kallar á okkum um at
“keypa hina lagaligu tíð
– tí dagarnir eru óndir!”
(Efesusbrævið 5:16).
Tann lagaliga tíðin, sum
Paulus tosar um her, er ikki
tíðarfest tíð. Um Paulus hevði
hugsað um tíðarfesta tíð, hevði
hann brúkt orðið “chronos”.
Men Paulus brúkar orðið
“kairos”, sum tosar um ásetta
tíð – rætta tíð ella lagaliga tíð
(Róm. 5:6).
Vit mugu brúka tíðina at fáa
sum mest burtur úr teimum
møguleikum, sum Gud hevur
givið okkum ásettu tíð okkara!
Møguleikarnir eru allastaðni
rundan um okkum, og teir eru
bert okkara – bert tínir og
mínir.
Tíðin er stutt, og hon er ónd.
Tað góða er tað, at hvør okkara
kann við Heilaga Andans styrki
í tí stuttu tíð, vit hava, spreiða
ljós í einum myrkum heimi.
Mín bøn er, at vit øll í
framtíðini fara at hugsa meiri
um okkara lagaligu tíð, enn
okkara vantandi tíð.
orðið
Gud er eins veruligur hjá
tí biðjandi sum hann er hjá
øðrum menniskjum. Økini í
heilanum, sum verða aktiv
erað undir bøn, eru tey
somu sum verða aktiverað,
tá vit venda okkum til onn
ur menniskju, sigur Uffe
Schjødt, sum er Ph.d.
lesandi á Lærda Háskúlan
um í Århus
„Hvat hendir í heilanum hjá
teimum, sum biðja eina bøn?“
Henda spurningin ynskti hann
at fáa svar uppá, og nú eru
fyrstu úrslitini av kanningini al
mannakunngjørd:
Tey flestu ivast neyvan í, at
trúgvandi menniskju trúgva á
tann Gud, sum tey biðja til. Men
hetta er fyrstu ferð, at hetta
verður prógvað við royndum.
Viðmerkingarnar frá trúgvandi
og ateistum vísa eisini, at hetta
hevur teirra áhuga. Tey kristnu
fegnast um, at Gud manifesterar
seg í heilanum hjá trúgvandi, og
ateistarnir fegnast um, at talan bert
var um eina illusjón í heilanum.
Uffe Schjødt er nú í ferð við
seinna part av verkætlan síni.
Hann kannar nú, hvat hendir í
heilanum á fólki ið taka ímóti
forbøn. Hesar royndirnar eru ikki
lidnar enn.
Bønin virkar
Fólk seta ofta spurningin um
bønin virkar, og sambært Uffe
Schjødt hevur bønin ein virkning,
hóast tað kanska ikki er soleiðis,
sum tey flestu trúgva.
Sjálvur heldur hann ikki, at Gud
grípir inn í lívið hjá menniskjum
orsakað av bøn og fremur undur.
Men hvørja effekt hevur bønin so?
Eg eri samdur við teimum,
sum meta religiøsa atferð sum
sjálvsterarpi og sum eina ávirkan
á áskoðanina hjá fólki. Fært
tú avbjóðingar í lívinum, um tú
gerst sjúkur ella missir ein av
tínum kæru, so má ein fáa sína
lívsstøðu at hóska til tann nýggja
samleikan.
Her kann bønin hava sín av
gjørda leiklut. Og so vita vit annars,
at tá ein endurtekur eina handling,
sum ein er tryggur við, kann hetta
geva hvíld og virka ímóti strongd,
staðfestir Uffe Schjødt.
Og hann leggur aftrat:
Um ein trýr, at tað í veruleik
anum finst ein Gud, sum tryggjar
at bønin virkar, so kann hetta
eisini hava ávirkan, eins og ein
placeboeffekt.
Tað at trúgva uppá, at okkurt
virkar, kann snøgt sagt geva
eina eyka effekt. Hetta er eisini
treytað av, at tann biðjandi í veru
leikanum trýr uppá bønarsvar. Um
ein ikkireligiøsur biður eina bøn,
missir ein placeboeffektina.
Gud finst í heilanum
- Tað hendir nakað við teimum sum biðja, vísir eitt úrslit av kanningini
tilvildarlig mynd
Hesa vikuna:
Jógvan
Zachariasen
Tað kom óvart á mong, tá
tíðindini bórust um, at
Logos Hope ikki kemur til
danska høvuðsstaðin á
hesum sinni
Vit eru eisini vónbrotin, verður
sagt av høvuðsskrivstovuni hjá
OM í Danmark.
At vitjanin ikki verður veruleiki
sum ætlað hevur sínar orsøkir:
Fólk innan OMfelagsskapin
meta, at umstøðurnar umborð ikki
enn eru heilt nøktandi til eina so
stóra vitjan.
Tí kann Logos Hope ikki
verða hóskandi karmur um eina
almenna vitjan, sum vit annars
miðaðu fram ímóti, verður sagt.
Hinvegin er ætlanin at Logos
Hope skal leggja at við bryggju
í Køge, liggur beint sunnanfyri
Keypmannahavn.
Hetta hendir 17. juni og í
hesum sambandi verður skipað
fyri ymiskum tiltøkum, eins og
fólk fáa høvið at vitja umborð á
gomlu Norrönu.
Eingin orsøk er at skunda sær
umborð, tí skipið verður liggjandi
í Køge fram til 20. august.
Logos Hope ikki til
Keypmannahavn