Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 103 - 2. juni 2008 - Skuldu vit havt alment innlit í mál, sum viðvíkja samráð- ingum við oljufeløg um nýggj leitiloyvi, so vildi alt fundamentið, sum vit byggja á, far- ið í smildur. Hetta sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, nú Sosialurin og Rás2 ikki fáa alment innlit í eitt nú sáttmála millum BP og Jarðfeingi Alment innlit Jan Müller jan@sosialurin.fo Stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen er hvørki til at høgga ella stinga í, tá tað snýr seg um at fáa alment innlit í mál, sum hava við samráðingar millum oljufel­ øg og Jarðfeingi at gera. Sosialurin og Rás2 hava roynt at fáa alment innlit í sáttmálasamráðingarnar millum BP og Jarðfeingi. Vit hava spurt Petur Joen­ sen, stjóra á Jarðfeingi enn einaferð, hví almenningurin ikki kann fáa at vita orsøk­ ina til, at BP ikki boraði djúpri á Williamleiðini. Áðrenn BP fór undir at bora varð kunngjørt, at borað fór at verða niður á 4750 metr­ ar. Tað endaði kortini við at borað varð niður á 3350 metrar tvs. 1400 metrar stytri enn sagt varð frá frammanundan. Spurning­ urin, sum hevur verið reist­ ur í Sosialinum fleiri ferðir, hevur enn ikki fingið nakað nøktandi svar. Petur Joensen sigur, at tey handfara allar upplýs­ ingar í sambandi við BP boring og onnur arbeiðspro­ gramm, við størsta varsemi, og tað ynskja oljufeløg eis­ ini. ­Um tað hevði verið alment innlit í tey málini, so tori eg ikki at hugsa tank­ an lidnan. Alt fundamentið, sum vit byggja alt á, hevði farið totalt í smildur. Petur Joensen hevur eisini spurt seg fyri hjá norsku oljumyndugleikunum, hvussu teir bera seg at í slík­ um máli. Tey hava tvey sløg av loyvum. Útbjóðingar, sum eru fyri búnað øki, og tey eru sera standard, og har er tað innlit í. Men fer man til nýggj øki, sum verða bjóðað út, og har tað verður samráðst einsæris, har lata tey ikki upplýsingar út. Júst við teimum somu argumentunum, sum vit hava brúkt, nevniliga at tað verður sera trupult at fáa upplýsingar frá feløgum, og tað undirgevur teirra samráðingarstøðu, tí at fel­ øgini fara at brúka tað aftur ímóti myndugleikunum. ­ Vit merkja tað eisini her uppá ymsar mátar, at feløg halda seg hava hoyrt okkurt, sum er avtalað um eitt ella annað, so koma tey og ynskja tað sama. Tað kann vera meira ella minni hald í tí tey hava hoyrt. So tað verður ein sera ring støða, skal man til at geva alment innlit í hesi málini. Vit hava eisini spurt Sig­ urð í Jákupsstovu, sum var stjóri á Jarðfeingi, tá avtala varð gjørd við BP um at bora ein basaltbrunn, hví teir eftir øllum broyttu mannagongdina at bora niður á ávíst dýpi til at bora ávíst tal av døgum. ­ Eg havi ikki loyvi til at úttala meg vegna Jarðfeingi, nú er eri í farloyvi. Vit skilja tó á Sigurð í Jákupsstovu, at Jarðfeingi roynir altíð at gera tað, sum er best til eina og hvørja tíð. Sosialurin skilur annars á øðrum keldum vit hava tos­ að við men sum ikki vilja endurgevast, at tað er ikki vanligt, at man almanna­ kunnger upplýsingar, sum bara viðkoma oljufeløgun­ um. Leiðslan á Jarðfeingi hevur trúnaðarskyldu yvir­ fyri oljufeløgum. Men sum skilst so eru støðurnar ikki altíð líka, tá myndugleikar samráðast við oljufeløg um at bora. Samráðst verður út frá tí støðu, sum er galdandi júst tá. Og Jarðfeingi má oftani eisini taka atlit til onnur og nýggj viðurskifti, soleiðis at allar avtalur vera ikki eins. Jarðfeingi skal, sigur keldan víðari, hava eitt rationelt forhold til øll olju­ feløg, soleiðis at øll feløg skulu kenna seg trygg við, at teirra viðurskifti verða viðgjørd. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi: -Norðmenn lata heldur ikki upplýsingar um samráðingar um nýggj leitøki. Alt fundamentið í smildur Honda CiviC 1.4 Skrásetingarnr: JD 611 Km: 74.000 Árgangur: 21.09.2001 kr. 72.000,- ToyoTa avenSiS 1.8 iCo Skrásetingarnr: LD 542 Km: 176.725 Árgangur: 22.10.2003 kr. 148.000,- ToyoTa Rav 4 2,0 vvT-i Skrásetingarnr: VS 482 Km: 30.000 Árgangur: 04.09.2006 kr. 274.000,- ToyoTa CoRolla 1.6 TeRRa H/B Skrásetingarnr: LE 179 Km: 66.000 Árgangur: 11.09.2003 kr. 118.000,- PeugeoT 306 2.0 Hdi Skrásetingarnr: TR 147 Km: 187.000 Árgangur: 01.01.2001 kr. 48.000,- BMW 520 2,5 v6 Skrásetingarnr: MT 896 Km: 93.000 Árgangur: 13.06.2002 kr. 184.000,- Mazda 6 Skrásetingarnr: EL 469 Km: 47.000 Árgangur: 16.09.2005 kr. 168.000,- ToyoTa avenSiS 2.0 Td Skrásetingarnr: LU 900 Km: 125.000 Árgangur: 19.08.1999 kr. 75.000,- CiTRoen C5 2.2 Hdi STC. Skrásetingarnr: SJ 415 Km: 98.000 Árgangur: 05.03.2004 kr. 160.000,- ToyoTa auRiS 1,6i 5d H/B luna Skrásetingarnr: SP 208 Km: 12.000 Árgangur: 07.11.2007 kr. 200.000,-