Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 2. juni 2008 5 tíðindi Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu gevur ein fyrrverandi løgmaður nú út sínar endurminningar Endurminnigar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tá Jógvan Sundstein í dag gevur út bókina Frá barna­ árum ungu til lívsins heyst­ artíð, er tað samstundis fyrstu ferð, ein fyrrverandi føroyskur løgmaður gevur út sínar endurminningar. Erlig bók Jógvan Sundstein leggur áherðslu á, at hann hevur roynt at siga sína søgu so erliga, sum til ber. Tí hugs­ aði hann heldur ongantíð um at fáa onkran annan at skriva sína ævisøgu, sum annars er rættiliga vanligt, tá tað ræður um bøkur um politikarar. ­ Politiski parturin av bókini byggir á mínar egnu tankar, meðan eg stóð beint í hendingunum. Eisini havi eg roynt at reflektera eitt sindur aftaná um tað, sum fór fram. Í báðum førum er hetta fyrst og fremst mín útgáva av tí, sum fór fram, sigur Jógvan Sundstein, og leggur afturat, at uttan iva er onkur, sum minnist somu hendingar øðrvísi. Virðismikil kelda Fyri Zakaris Wang, stjórn­ málafrøðing og stjóra á forlagnum Stiðin, ið gevur bókina út, er tað eisini hetta, ið ger bókina hjá Jógvani Sundstein serliga virðismikla. ­ Persónliga søgan hjá politikararum manglar stórt sæð fullkomiliga í føroysk­ ari søguskriving, tí søgu­ frøðingar lítið annað hava havt at hildi seg til, enn talur og skjøl. Tískil vita vit lítið og onki um, hvussu hesir politikarar vóru sum menniskju, og hvussu teir upplivdu tíðina og hend­ ingarnar, teir vóru partur av, sigur Zakaris Wang. Hann leggur afturat, at tað sjálvsagt er uppgávan hjá søgufrøðingum at viðgera slíkar keldur krit­ iskt, eins og allar aðrar, men uttan slíkar keldur missir søguskrivingin týð­ andi partar. Sjálvur vónar Zakaris Wang, at bókin hjá Jógvani Sundstein fer at geva øðrum føroyskum politikarum íblástur til eisini at skriva sínar endurminningar. Um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at framtíðar søgufólk fáa so fjøltáttaðar keldur at standa á, sum møguligt. Sundstein skrivar søgu Jógvan Sundstein fer sjálvur at greiða frá, tá bókin við hansara endurminningum verður løgd fram í H.N.Jacobsens bókahandli í dag klokkan 15