Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 2. juni 2008 27 Stutt Sagt Skulu styðja Mugabe Ovastin fyri zimbabwiska stjórnarherinum hevur giv­ ið øllum landsins her­ monnum boð um, at teir skulu velja Robert Mu­ gabe, forseta á umvalinum, sum verður tann 27. juni. Gera teir ikki tað, fáa teir sekkin, sigur herovastin. Herovastin sigur í sínum boðum til hermenninar, at andstøðuvalevnið, Morg­ an Tsvangirai, gongur ørindi fyri fremmandar leiðarar, sum vilja beina fyri allari menning í Zim­ babwe. Í seinastuni hevur herleiðslan sent hermenn út um landið. Almenna frágreiðingin er, at teir skulu tryggja lóg og landa­ skil upp undir valið, men mannarættindafelagsskap ir siga, at hermenninir gera seg inn á andstøðu­ fólk. Robert Mugabe og konan Grace (Mynd: AP) Osama skotin Í tveir mánaðir hava ind­ iskir hermenn og løgreglu­ menn jagstrað ein fíl, sum hevði gjørt um seg í fleiri bygdum og traðkað minst ellivu fólk í hel har eysturi í landinum. Hendan fram­ ferðin gav fílinum eyk­ nevnið Osama eftir tí kenda yvirgangsleiðaran­ um. Men nú kunnu fólk kenna seg trygg, tí fríggja­ kvøldið eydnaðist tað løg­ regluni at koma fílinum so nær, at tað bar til at skjóta hann. Myndugleikarnir í lands­ partinum Jharkhand siga, at tey seinastu fýra árini hava villir fílar beint fyri umleið 400 fólkum har. Bygdafólk royna at verja seg sum frægast, og hildið verður, at tey hava skotið einar 150 av hesum villu og illu fílunum, skrivar Reuters. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Um nakrar dagar fara vit at kunngera, at Obama hevur vunnið dystin við Hillary Clinton (talsmaður hjá Barrack Obama) útlond Danska sendistovan í Islamabad hevur fingið fleiri hóttanir í sambandi við tekningarnar av Mohammed. Í morgun gjørdist hóttanin veruleiki Minst átta fólk doyðu, og fýra fingu skaða, tá ein sterk bumba brast uttan fyri donsku sendistovuna í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad í morgun. Øll vóru pakistanar. Pakistanska løgreglan heldur fyri vist, at talan var um eina sjálvmorðsatsókn, men aðrar keldur vildu vera við, at tað var ein bilbumba. Tað er eisini hugsandi, at so er, og at sjálvmorðsbumbu­ maðurin sat við róðrið. AFP­tíðindastovan skriv­ ar, at spreingingin var so hørð, at sendistovan fekk stóran skaða, og at tveir aðrir bygningar eisini fóru illa. Sjónvarpsmyndir vístu, at portrið uttan fyri sendi­ stovuna var oyðilagt, og at eitt stórt hol var í vegnum uttanfyri. Eygleiðarar ivast ikki í, at tað eru víðgongdar kreft­ ir, sum hava skipað fyri at­ sóknini fyri at hevna tekn­ ingarnar av Mohammed profeti. Teir seinastu mán­ aðirnar hava tað javnan verið nótmælisgongur ímóti Danmark og tekningunum, og ssendistovan í Islamabad hevur fingið fleiri hóttanir um atsóknir. Tað hevur norska sendistovan eisini fingið, og norska stjórnin flutti í morgun fólkið av sendistovuni í býnum. Hillary Clinton vann í Puerto Rico, men hon fær einki gagn av sigrinum. Tað er ov seint Hillary Clinton vann ein greiðan sigur í Puerto Rico. Staturin sendir 55 valmenn til tann endaliga uppstilling­ arfundin hjá demokratunum í august, og sambært teim­ um seinastu tølunum fekk Hillary Clinton 41 teirra, meðan Barrack Obama fekk hinar 14. Men sigurin er at kalla nyttuleysur. Leygardagin vann Obama kjakið um val­ menninar úr Florida og Michigan, soleiðis at teir sleppa á uppstillingarfundin, men fáa bara eina hálva atkvøðu hvør. Tað var ein dyggur smeitur fyri Hillary Clinton, sum fekk størri stuðul í báðum statunum. Sambært CNN tørvar Barrack Obama nú millum 50 og 60 valmenn afturat fyri at fáa teir neyðugu 2.118 valmenninar. Tvey uppstillingarval eru eftir. Tey eru í morgin í Montana og South Dakota. Hevnd fyri tekningarnar av Mohammed profeti Greiður men nyttuleysur sigur Hillary Clinton vann, men tað er ov seint (Mynd: Polfoto) Minst átta fólk doyðu, og fýra fingu skaða (Mynd: AP)