mánadagur 2. juni 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 2. juni 2008
29
lýsingar
Almanna- og heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, Løgreglan, Kommunusamskipan Føroya,
Føroya Kommunufelag og Barnarverndarstova Føroya hava ábyrgd av SSP-skipanini
Les meira á www.bvs.fo
Fyrivarin… heldur enn eftirsnarin!
Søkt verður eftir SSP-ráðgeva at byrja
15. august 2008 ella eftir nærri avtalu.
Starvið sum SSP-ráðgevi er eitt nýskipað
starv við nógvum spennandi avbjóðingum,
har viðkomandi skal seta SSP skipanina í
verk og samskipa arbeiðið framyvir.
Um starvið
SSP-ráðgevin skal bæði virka sum sambind-
ingar- og samskipanarlið millum myndug-
leikarnar og arbeiðið í økjunum at fyribyrgja
kriminaliteti og niðurbrótandi atburði
millum børn og ung. Eisini skal ráðgevin
skipa fyri arbeiðinum at byggja upp eina
ráðgevingartænastu innan SSP.
Endamálið við SSP-arbeiðinum er at fyri-
byrgja kriminaliteti millum børn og ung og
at hjálpa teimum, ið hava framt kriminalitet,
ella sum eru í hesum vandabólki, at koma
burtur úr aftur tí truplu støðu, tey eru í við
atliti at m.ø. harðskapi, rúsevnum, lógar-
brotum, óhóskandi og niðurbrótandi atburði.
Høvuðsuppgávur hjá
SSP- ráðgevanum eru:
s AT SAMSKIPA 330
ARBEI¦I¦
s AT MENNA HUGSKOT TIL FYRIBYRGJANDI
arbeiði
s AT VERA SAMBINDINGARLI¦ MILLUM
leiðslubólk, samskipanarbólk og
arbeiðið í økjunum kring landið
s AT RȦGEVA OG VEGLEI¦A B¦I SKÞLUM
og stovnum um fyribyrgingararbeiði
s AT SKIPA FYRI UNDIRVÓSING OG UPPLâSING
fyri børnum, ungfólki, foreldrum og
øðrum í sambandi við fyribyrgjandi
átøk
s AT STANDA È ODDA FYRI FAKLIGARI OG
námsfrøðiligari menning í sambandi
við útgreiningar, átøk og nýhugsan
um fyribyrging.
Vit vænta, at viðkomandi:
s HEVUR ELDHUGA ORKU OG ÈR¦I AT STANDA È
odda fyri at fáa SSP-arbeiðið í Føroyum
at virka
s DUGIR AT SETA Ó VERK KANNINGARARBEI¦I
og leiða verkætlanir
s DUGIR VL AT SAMSTARVA OG SKAPA
virðing fyri arbeiðinum
s HEVUR HUGSJØNIR UM FYRIBYRGJANDI
arbeiði og menningarmøguleikar
innan økið
Vit bjóða
Eitt sera spennandi starv við nógvum ymisk-
um uppgávum og góðum møguleikum fyri
fakligari og persónligari menning.
Førleikakrøv
Umsøkjari kann hava eina fakliga útbúgving
sum t.d. sosialráðgevi, lærari, løgreglufólk
ella aðra viðkomandi útbúgving. Harum-
framt er tað ein fyrimunur, at viðkomandi
hevur kunnleika til økið og royndir innan
ráðgeving og fyribyrgjandi arbeiði millum
børn og ung.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir verða sambært sátt-
mála millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Væntast kann, at starvið
hevur við sær nakað av ferðing bæði í
Føroyum og uttanlands. Partur av arbeiði-
num kemur at ganga fyri seg uttan fyri
vanliga arbeiðstíð.
SSP-ráðgevin kemur at starvast á Barna-
verndarstovu Føroya saman við løgfrøð-
ingi, sosialráðgeva, sálarfrøðingi og skrivara.
Umsókn
Umsókn saman við avriti av prógvi, skeiðs-
váttanum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og
møguligum viðmælum skulu verða Barna-
verndarstovu Føroya í hendi í seinasta lagi
16. juni 2008 kl. 14.00.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið,
kunnu ringja til Barnaverndarstovu Føroya,
Onnu Dam, leiðara, tlf. 30 24 95.
Umsóknin verður stílað til:
Barnaverndarstovu Føroya
R. C. Effersøesgøtu 30
100 Tórshavn
Ella sum teldubræv: ad@bvs.fo
Hvat er SSP?
SSP er skipað sum eitt tvørfagligt samstarv
millum Skúlaverk, Sosialar myndugleikar
og Politi, sum eru stovnar, ið hava serliga
ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá
børnum og ungum.
SSP skipanin hevur sum aðalreglu at savna
og samskipa tað fyribyrgjandi arbeiðið og
fremja felags fyribyrgjandi atgerðir.