Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Stokkhólm er bygd­ ur á 14 oyggar. Hetta merkir, at sjógvurin og bátalívið er ein tydningarmikil part­ ur av býnum. Nógvir stokkhólmarir hava egnan bát, og at fara ein túr við báti ella ferju er eitt vælumtókt frítíðarítrív Um summarið flytur nógv av býarlívinum í Stokkhólm út á oyggjar og hav. Nógv hava antin egnan seglbát ella motor­ bát, og tær 30.000 oyggjarnar í stokkhólmska skergarðinum eru vælumtókt útfluktsmál. Um ein ikki hevur egnan bát, er tað nógv bátafeløg, ið bjóða ymiskar bátatúrar. Waxholmsbolaget og Strømma Kanalbolaget eru vælkend og teirra bátar leggja hvønn dag at inni í sentrala Stokkhólm. Hjá teimum kann ein eisini keypa eitt sokallað ”båtluffarkort” har ein í fimm dagar kann ferðast í skergarðinum við teirra bátum og yvirnátta á Bed&Breakfast ella hotellum á teimum ymisku oyggjunum ein velur at vitja. Um ein bara vil vera umborð á bátunum, kann ein bíleggja sær ein túr við brunch ella døg­ verða umborð. Møguleikarnir eru sera nógvir, eftirsum at Stokkhólm er ein stórur byur, ið hvørt ár tekur ímóti miljóntals ferða­ fólki. Um ein vil ferðast longri við báti, er tað eisini nógv at velja ímillum. Tey stóru reiðaríðini Silja Line og Viking Line sigla frá Stokkhólm til Áland, Finland og Estland. Ein túrur til Álands er rættu­ liga bíligur, oftani kostar hann ikki meir enn einar 200 krónur aftur og fram. Orsøkin til tað er, at Áland hevur tax­free undan­ tak í EU, og tí selja reiðaríini nógv spiritus og annað á túrunum til Álands. Umborð á teimum risastóru ferjunum eru nógvir møguleikar at hugna sær. Ymiskar matstovur bjóða bæði buffet, a la carte og einklari mat sum hamburgarir og grill. Barrirnar eru bæði inni og úti á dekkinum, og vil ein taka sær ein svingom eru oftani nógvir góðir tónleikarir umborð. Eitt tað bíligasta ítrivið tá ein ferðast við ferju, er hóast alt, at seta seg í ein góðan stól og hyggja eftir skergarðinum, ið spakuliga fer framvið. Tað er áhugavert at síggja hvussu skergarðurin broytir ham, frá teimum innara oynnum, ið hava nógv trøð og hús, til tær uttaru, ið bara eru stórir steinar við einstøkum trøðum á. Tá ein síðani kemur til Áland gerast steinarnir reyðir. Áland er gjørt av grótslagnum granitt, og tað gevur landslagnum ein serligan dám. Áland er ein sjálvstøðugur partur av Fin­ landi, men málið er svenskt. Áland og Føroyar eru næstan upp á meturin líka stórt, men meðan Føroyar eru 18 oyggjar er Áland 6.500 oyggjar. Nógvar bara lítir klettar í havinum. Áland er vælumtókt ferðamál um summarið og tekur árliga ímóti umleið 1,5 miliónum av ferðafólki. Nógv av hesum koma frá Stokkhólm eftirsum at tað er so lættligt at taka ferjuna yvirum. Um ein síðani vil ferðast longri í skergarðinum, er tað ókeypis at ferðast millum oyggjarnar á Álandi og allan vegin yvir til Finland. Adressur: www.waxholmsbolaget.se www.stromma.se www.vikingline.se www.siljaline.se Puntur nr. 11 lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Stokkhólm - ein býur á 14 oyggjum Tær risastóru ferjurnar ferðast ímillum Svøríki og Finland Hugnaligt er at sigla millum oynnar í skergarðinum