Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 104 - 3. juni 2008 STØRV Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA Á Fróðskaparsetri Føroya eru trý størv leys at søkja – tvey á Setursskrivstovuni og eitt á Føroyamálsdeildini. Fíggjarleiðari til Setursskrivstovuna Treytað av játtan, verður søkt eftir fíggjarleiðara til Setursskriv- stovuna at byrja 1. september 2008 ella skótast til ber. Starvið Fróðskaparsetrið verður í næstum lagt saman við Sjúkrarøktar- frøðiskúlanum og Læraraskúlanum, og saman við leiðsluni fert tú at skipa fyri hesi samanlegging. Tú fert m.a. at hava um hendi: • leiðsluráðgeving í fíggjarmálum, lønarmálum og roknskapar málum • samskifti við Fíggjarmálaráðið • fíggjarætlanargerð og roknskapargerð • rakstrareftirlit • orðing av fíggjarligum mannagongdum Førleikar Vit vænta, at tú hevur: • viðkomandi prógv frá hægri lærustovni • leiðsluroyndir á økinum • evni til at raðfesta og skipa arbeiðið • góð samstarvsevni • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góðan KT-førleika • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður Setanartreytir Talan er um fulltíðarstarv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Skrivstovufólk til Setursskrivstovuna Søkt verður eftir skrivstovufólki til Setursskrivstovuna at byrja 1. september 2008 ella skótast til ber. Starvið Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskaparsetrinum fert tú m.a. at: • røkja vanligt skrivstovuhald, eitt nú bókhald, journal, post avgreiðslu o.a. • standa fyri próvbókini • dagføra heimasíðuna www.setur.fo Førleikar Vit vænta, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving • góðan málkunnleika, serliga í føroyskum • góðan telduførleika • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi • sjálvstøðugt og málsøkið arbeiðslag • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður Setanartreytir Talan er um fulltíðarstarv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, 3. fl okkur. Skrivstovufólk til Føroyamálsdeildina Søkt verður eftir skrivstovufólki til Føroyamálsdeildina á Fróðska- parsetrinum at byrja 15. august 2008 ella skótast til ber. Starvið Starvsøki títt verður: • samskifti við studentar og lærarar • skeiðsskráseting • kassi og kassauppgerðir • vanligt skrivstovuarbeiði Førleikar Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving ella tilsvarandi royndir • dugir væl føroyskt og nakað av norðurlendskum og enskum • arbeiðir sjálvstøðugt • sýnir ábyrgd og røkjuskap • dugir væl at samskifta og samstarva við onnur • hevur góðan teldukunnleika Setanartreytir Talan er um ¾ starv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, 3. fl okkur. Fróðskaparsetur Føroya www.setur.fo Umsóknir Umsóknir til størvini á Setursskrivs- tovuni skulu við avritum av prógvum, ævisøgu (CV) og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2008. Sendið umsóknir til: Setursskrivstovan Fróðskaparsetur Føroya Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Fleiri upplýsingar Fleiri upplýsingar um størvini á Setursskrivstovuni fáast við at venda sær til Rúnu Hjelm, setursskrivara, tlf. 35 25 00, runah@setur.fo, ella Winny í Pætursastovu, varasetursskrivara, tlf. 35 25 00, winny@setur.fo. Umsóknir Umsóknir til starvið á Føroyamálsdeild- ini skulu við avritum av prógvum, ævisøgu (CV) og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2008. Sendið umsóknir til: Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Fleiri upplýsingar Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sáru Joensen, deildarskr iv- ara, tlf. 35 25 20, saraj@setur.fo.