týsdagur 3. juni 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 3. juni 2008
5
tíðindi
Landsverk fyllir 60
ár í dag, og har hava
tey valt at markera
dagin við einari bóka
útgávu, ið lýsir søg
una hjá stovninum
og føroyska samfelag
num, men sum í
minst líka stóran mun
lítir frameftir
BÓKAÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á lítlari samkomu í morgun
handaði Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverk, fyrsta
eintakið av bókini »Mynstur
broytast – Landsverk bygt
land í 60 ár« til landsstýris
kvinnuna í vinnumálum,
Bjørt Samuelsen.
Landsverk er ein stovnur,
sum seinastu árini hevur
broytt seg munandi frá at
vera ein tungur, konserva
tivur stovnur til tann mod
ernaða og dynamiska stovn,
hann er í dag.
Tað sló Bjørt Samuelsen
fast í stuttari røðu við
handanina.
Eg gjørdist ikki sørt
ovfarin, tá eg vitjaði á stovn
inum fyri nøkrum mánaðum
síðani og gjørdist varug
við, at Landsverk í veru
leikanum ikki er tann tungi,
konservativi stovnurin, ið
eg helt, og sum bara hugsar
um asfalt og betong, segði
Bjørt Samuelsen.
Eisini Oyvindur Brimnes
legði dent á, at Landsverk í
dag ikki bara hugsar um
tunlar og brýr, men í minst
líka stóran mun hugsar um
umhvørvið og um, hvussu
hetta
hóskar
inn
í
landslagið.
Høvundar til bókina hava
verið Firouz Gaini og Helgi
Jacobsen. Teir hava býtt
arbeiðið upp sínámillum
soleiðis, at Helgi Jacobsen
hevur tikið sær meiri av tí
søguliga partinum, meðan
Firouz Gaini hevur hugt
meiri at framtíðini.
Stovnurin er nógv broyt
tur tey seinastu árini. Hann
er vorðin meiri modernaður
og meiri strategiskur, og
Landsverk var hin fyrsti – í
hvussu er almenni – stovn
urin, ið byrjaði at arbeiða á
henda hátt, segði Oyvindur
Brimnes.
Tað er Súsanna McBirnie,
ið hevur staðið fyri sam
skipanini av bókini, meðan
Sendistovan
hevur
havt
umbróting og design um
hendi.
Líta aftur í framtíðina
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, handar Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í
vinnumálum, fyrsta eintaki av »Mynstur broytast«
Mynd: Jens Kristian Vang
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Hjálparfólki til
breyðsøludeildina
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki, við
góðum røkiskapi og áræði, til fast starv í
einum handli, sum lív altíð er í.
Arbeiðsuppgávur:
At røkja starvið sum hjálparfólk í
breyðsøludeild okkara.
Arbeiðstíð:
Um 25-30 tímar um vikuna, (3/4 tíð), harav
annan hvønn leygardag fyrrapart
Vit rokna við, at tú ert:
·
Røkin, álítandi og fleksibul
·
Blíðlíg/ur av lyndi
·
Trívist væl við nógvum og
fjølbroyttum uppgávum
Løn:
Smbrt. S & K sáttmálanum
Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n til:
Keypssamtøkan
í Dr. Jakobsensgøtu
Postsmoga 349
FO-110 Tórshavn
Tel 31 13 20
Att.: Bo M. Hansen, tel 217593
ella Áki Jespersen, tel 210648
4 3 0 H v a l v í k · t e l 4 2 2 3 9 4
Fríggjadagin 6. juni og
leygardagin 7. juni heldur
O.K.Heilsøla & Maskinur
17 ára føðingardag
Í hesum sambandi er handilin opin frá
kl. 8.00 til kl. 22.00 fríggjadagin og frá
kl. 9.00 til kl. 17.00 leygardagin.
Latið verður
upp til 75 %
í avsláttri av ávísum vørum.
Leygardagin verður kaffi v.m.
Okkurt verður eisini til børnini.
1991
2008