Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar 30 milliónir kunnu ikki hava tikið feil - so nógv fólk hava nevliga sæð sangleikin Mamma Mia síðani hann byrjaði at spælast 1999 í London. Nú koma ensku leikarirnir til Stokk- holm, og Mamma Mia verður at síggja í Globen 13-31 august Tað eru teir báðir Bjørn Ulveus og Benny Andersson, ið standa aftan fyri sangleikin Mamma Mia. Sangleikurin er grundaður á 22 sangir hjá bólkinum ABBA. Millum annað Dancing queen, I have a dream, Voulez­ vous og Take a chance on me. Musikalurin handlar um Sofie, ið skal giftast og finnur útav, at pápin hon ongantíð hevur kent, kann verða tríggir ymiskir menn. Teir eru allir tríggir komnir í brúdleyp á grisku oynni, har mamman Donna byr. Ein spennandi søga, ið er samanflættað við ógvuliga góðum tónleiki. Men hóast alt er tað endin á musikalinum, sum er bestur. Tá koma nevliga øll, ið hava verið við í leikinum út á pallin og syngja gomul ABBA­hitt í klæðum, sum tey fýra Agneta, Benny, Bjørn og Anne­Frid vóru í, tá tey stóðu á pallinum í 70­unum. So um ein leingist eftir góð­ um tónleiki og møguleika at syngja við, er Mamma Mia eitt sera gott høvi til tess. Síðan Mamma Mia bleiv frumframført, hevur musikal­ urin ferðast kring allan heimin. Hann er enn at siggja í upp­ runastaðnum West End í London, men er beint nú eisini vístur í til dømis Las Vegas, New York, Berlin, Oslo og Barcelona. Musikalurin er umsettur til nógv ymisk mál, men versión­ in, ið verður at síggja í Stokk­ holm í august er á enskum. Globen eitur hølið, har musikalurin verður vístur, og tað er formað sum ein stórur hvítur bóltur. Tá vanligar konsertir eru kunnu 10.000 fólk verða sitandi samstundis. Tá Mamma Mia verður í Globen kunnu bara 3000 áskoðarar vera, eftirsum at pallurin tekur so nógv pláss. Millum 13­31 august er ætlan at hava 23 framførslur. Puntur nr. 12 lýsingartilfar Ferðatrygging Ferðatrygging Far bara - vit fylgja tær www.sansir.fo Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina. Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Tað er ikki bara MammaMia, ein kann síggja í Stokkholm í summar. Hesar konsertirna verða eisini á skránni: 19. juni Jay­Z Jay­Z er ein av heimsins kendastu hip­hopparum. Hetta er fyrstu ferð hann er í Svøríki. 24. juni Allsång på Skansen Vælumtókt tónleikaløta, ið oftani hevur kend nøvn vid. Er hvørt týskvøld á Skansanum. 28. juni Avril Lavigne Sangkvinnan Avril Lavigne er úti á turne og vitjar Annexet í Globen. 28. juni Kent Størsti rokkbólkurin í Norðan­ londum Kent er aftur. Teirra konsert verður á Zinkens­ dammns IP 9. juli Lou Reed Lou Reed kemur til Svøríki við síni rokkopera ”Berlin”. 16.­19. juli Jazz festivalur Stokkholms Jazz festival feirar 25 ár í ár. Festivalurin er á Skeppsholmen í Stokkholm. 16. juli Iron Maiden Rokkarirnir Iron Maiden spæla á uttandura stadion. 18. juli Chicago Vælkendi bólkurin Chicago er at síggja í konserthølinum Cirkus 24. juli Magnus Uggla Ein av kendastu sangarunum í Svøríki. Kendur fyri stuttligar tekstir. 27. juli Eva Dahlgren & Peter Jøback Tey bæði eru ein dreymaduett við sínum nógvu hittum og vøkru røddum. 14. august Stockholm Gospel Kørfestival Syng við sjálv ella lurta tá eitt veldugt kór er við á Gospel festivalinum. Onnur tónleikaævintýr í Stokkholm ABBA-menn við sangleiki í Stokkhólm