mikudagur 4. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 105 - 4. juni 2008
Ein kollveltandi
nýggjur og grønur
háttur at hita hús er
nú komin til landið.
Tað er Petur Egholm,
sum saman við
Jarðfeingi fer at gera
royndir við jarðhita
VARANDI ORKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Tað man vera hálvtannað
ár síðani eg byrjaði at kanna
møguleikarnar fyri jarðhita
í Føroyum, men hóast eg
havi havt eitt sera gott
samskifti við Jarðfeingi, so
hevur stovnurin stutt sagt
ikki fingið neyðugu peng-
arnar at gera royndirnar
fyri, sigur Petur Egholm.
Mánamorgunin kom ein
borivognur í land av Nor-
rönu úr Svøríki, og farið
varð beinanvegin undir at
bora fyrsta royndarholið
beint uttan fyri nýggja
Kaffivognin á keiini.
- Borast skulu fimm ella
seks royndarhol, og hetta
verður gjørt í samstarvi við
Jarðfeingi. Og av tí at Jarð-
feingi ongar pengar hevur
tøkar til royndirnar, verða
tað tey, sum skulu brúka
holini, ið rinda fyri bori-
kostnaðin,
sigur
Petur
Egholm.
Fyrsta holið er sum nevnt
uttan fyri Kaffivognin á
keiini, og harumframt skulu
hol borðast hjá tannlækn-
unum á Óðinshædd, eitt
uppi á Jarðfeingi, eitt í
Suðuroy og eitt í Sandavági.
Eitt sætta hol kann koma
upp á tal, um áhugi er fyri tí
í Klaksvík.
Hetta er ein alsamt vaks-
andi háttur at hita húsini,
og í Svøríki verða borað
áleið 30.000 slík hol til
jarðhita um árið.
Stórir møguleikar
Sum nevnt er hetta enn á
royndarstigi í Føroyum, og
tí verða kanningar gjørdar
fyri hvørjar seks mertar, ið
borað verður. Royndir verða
tiknar bæði av grótlagi og
vatni, og mánadagin kemur
ein flokkur frá tekniska
skúlanum í Lund til Føroya
at gera mátingar av holun-
um, sum tá eru borað.
Boringin verður gjørd
fyri svenskar prísir, og tað
merkir umleið 200 krónur
fyri meturin. Holið við
Kaffivognin er 150 metrar
djúpt, og tá funnið er fram
til, hvussu nógvur hiti fæst
pr. metur, ber eisini til at
siga, hvussu djúpt borast
skal í mun til støddina á
húsunum.
Reint
tekniskt
virkar
skipanin so, at ein slanga
verður koyrd niður á botn,
og síðani pumpar ein hita-
pumpa eina blanding av
vatni og spritti runt í einari
afturlætnari
skipan.
Tá
blandingin fer inn í pump-
una hevur hon vanligan
hita. Inni í pumpuni verður
blandingin køld niður á null
gradir, blandingin verður
pumpað niður í jørðina og
kemur upp aftur við til
dømis
átta
hitastigum.
Gjøgnum torskildar skipan-
ir verður hitamunurin útnytt-
aður, og sambært Petur
Egholm verða húsini hitað
nógv meiri enn tann lutfals-
liga lítla hitamunin, sum
blandingin í slanguni gev-
ur.
Hendan skipanin er mun-
andi haldbærari enn vanligu
hitapumpirnar til luft, og
geva royndirnar væntaða
úrslitið, eru stórir møguleik-
ar í varandi grønari orku til
ein rímiliga bíligan penga.
Kaffivognurin hitast við jarðhita
Steingja Gríms Kambansgøtu
Sum eina roynd hevur tekniska nevnd í samráð við grannarnar gjørt av at steingja Gríms Kambansgøtu summarmánaðirnar frá
viku 23 til og við viku 35. Tað eru nakrira av grannunum til eitt nú økið í Vágsbotni við standmyndina av Nólsoyar Páll,
Miðlahúsið, Hotel Tórshavn og partvís Karlsborg, sum hava gingið á odda í at fáa økið betri útnyttað. Eitt av hugskotunum hevur
verið at steingja Gríms Kambansgøtu fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, og eftir at býráðið hevur havt hugskotið til hoyringar hjá
grannunum við positivum úrsliti, er gjørt av at steingja gøtuna eitt tíðarskeið um summarið. Enn eru kortini ikki komin nøkur
skelti upp ella aðrar forðingar, sum benda á, at gøtan er stongd fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Ætlanin er tó ikki at forða fólki,
sum búgva í sjálvari gøtuni, at sleppa til hús við bili. Heldur ikki verður handlum í gøtuni noktað at koyra vørur til og frá. Men
ætlanin er at steingja gøtuna frá Miðlahúsinum yvir til Smiðjuna í Lítluvík hetta nevnda tíðarskeiðið frá viku 23 til og við viku
35. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, sigur, at roynist hendan royndartíðin væl, verður Gríms Kambansgøta
kanska stongd alt árið fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. - Vit hava framman undan nokta parkering í Vágsbotni út til Karlsborg um
sumrarnar, sigur Marin Katrina Frýdal við Sosialin.
Royndarholið við Kaffivognin er hitt fyrsta av fimm ella seks holum, sum skulu borast í
hesum umfari
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er Petur
Egholm, sum
hevur tikið stig til
royndarboringarnar,
sum verða gjørdar
í samstarvi við
Jarðfangi
Mynd: Álvur Haraldsen