mikudagur 4. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 4. juni 2008
11
Grein 8
Ja, so gera stavnar, sum
liggja bakk??
Tóra við Keldu: Vit ræðast
autoritet og krøv. Vit mugu
aftur fara at gera yvirskip
aðar greiðar reglur fyri, …
við føstum kørmum og
mannagongdum. Dimma p.
1 15.04.08. Kjarnin í
orðunum hjá Tóru, sum
snúgva seg um føroyska
skúlaverki, er eisini gald
andi á føroyska orðabóka
økinum, tí her lekur tað so
ruddiliga millum teori og
praxis á hesum øki, tí her
tykjast als ongar greiðar
reglur at vera galdandi.
Hesi 10 seinastu árini
hevur Tjóðveldisflokkurin
nú Tjóðveldi átt 6 menta
málaráðharrar: Signar á
Brúnni, (lærari), Annlis
Bjarkhamar, (lærari),
Tórbjørn Jacobsen, Óli
Holm, (lærari), Høgni
Hoydal, Anita á Fríðriks
mørk (raðfylgjan er tilvild
arlig), Jógvan á Lakjuni,
fólkaflokkurin, (lærari),
sum sat samfull 4 ár frá
20042008, og loksins
Kristina Háfoss, tú ert nr. 7
í Tjóðveldi av 8 hesi sein
astu 10 árini. Sum sæst, so
hava 4 av 8 mentamálaráð
harrunum verið fólkaskúla
lærarar, sum skuldu vitað
um tvørleikan við tørvandi
orðabókum í teirra dagliga
yrki, men tað tykist ikki at
hava rinið við, tóat Signar
á Brúnni longu í 1998
gjørdi vart við: ” Vit eiga
at stuðla fakfólki og
forløgum, og royna at fáa
tey at samstarvast alt við tí
aðalendamáli at tryggja
skúlaungdómi og fólki sum
heild, sum mest og best av
orðabókum hesum týdn
ingarmiklu amboðum, sum
eingin kann vera fyri uttan
í einum framkomnum
samfelagi.”.
Tað, sum man vera
høvuðsmeinbogin, er, at
tað eru ov nógvir kokkar í
orðabókatilgongdini: Høv
uðskokkur játtar, aðalkokk
ur, deildarkokkur býta út,
kokkar við fulltrúaheitum
og formansheitum elta,
men tað, sum kemur úr
ovninum, er soltið, og
úrslitið er hareftir.
Ella sum Arnstein Nicla
sen so væl sigur tað: ”Men
hvar eru tílíkir kapacitetar í
dag? Ella sita leiðarar í dag
bara kúrrir og krúpa og
royna at yvirliva ein dag í
senn, eina viku kanska,
ella henda mánaðin at
enda? Ger nakar teirra ein
vørr fyri sakini longur?
Ella er alt blivin ein grá
ur greytur av yvirlivarum?
Ongin skipari á Polo. Hvør
er – og hvar eru – eitt nú
lokomotivini í Tinganesi, á
fjølmiðlavørpunum, orku
ráðunum. Fróðskaparsetri
num, orkuøkinum, infra
strukturinum (undirstøðu
kervinum) bæði til lands
sjóvar og loftvegis), innan
heilsu, mentan og undirvís
ing o.s.fr” Og hetta er eis
ini myndin av gongdini í
orðabókapolitikkinum hesi
seinastu 10 árini, tí í veru
leikanum er bert 1 – ein
nýggj átrokandi orðabók
komin: Føroyskensk, sum
varð sett í gongd, meðan
Torbjørn Jacobsen var
mentamálaráðharri. Hvar
eru hinar milljónirnar farn
ar? Jú, knappar 1.98 mill
jónir eru latnar av Menta
málaráðnum við Jóannesi
Dalsgaard og Peturi Peter
sen til Føroysk týska orða
bók, og nakað tann sama
upphædd, 1,9 milljónir, er
latin av somu persónum til
Russiskføroyska orðabók,
men sum heldur ikki er
komin undan kavi, men
sum Mentamálaráðið so
snildisliga hevur avhendað
Orðabókagrunninum, so
hesin stovnur kann sita við
svarta peri og fáa skoluna,
tí ongar orðabøkur síggja
dagsins ljós. Men upprunin
til ørskapin liggur í Menta
málaráðnum, tí at antin
hava stjórarnir ikki megnað
at sett nakrar reglur fyri
mannagongdum, ella ikki
hava teir ikki verið førir
fyri at hildið orðabókarit
høvundunum í stuttum
tjóri, og tí rekur alt orða
bókaarbeiðið fyri vág og
vind.
Longu í 1998 gjørdi
Signar á Brúnni, táverandi
mentamálaráðharri sær
nakrar hugsanir um ein
yvirskipaðan orðabóka
politikk, sum tað greitt
sæst úr ”Fyrispurningur
1998”: ”Hinvegin ivist eg
(= Signar á Brúnni) í,
hvørt tað er rætt at skipa
orðabókaarbeiði við løg
tingslóg. Tað rætta má
vera, at løgting og lands
stýri seta málini við orða
bókapolitikkinum og trygg
ja fíggjarliga støðið fyri
neyðturviligum orðabóka
virksemi. Sjálvt orðabóka
arbeiðið og orðabókaútgáv
an eiga at verða fyriskipað
av teimum fakligu stovn
um, ið hava til uppgávu at
røkja móðurmálið, ella av
privatum við stuðli frá tí
almenna. Best hevði tó
verið, um allir partar við
áhuga fyri orðabókaarbeiði
samstarvaðu. Undirvísing
ar og Mentamálastýrið
kann ikki noyða partarnar
at samstarva. Hinvegin ber
til at seta pørtunum treytir
í samband við játtan av
peningi til orðabóka
arbeiði og útgávu. Eisini
kann Undirvísingar og
Mentamálastýrið skipa fyri
samráðingum millum allar
áhugaðar partar við tí enda
máli at fáa partarnar at
samstarvast, tí land okkara
er ov lítið til, at vit í longd
ini hava ráð til at lata hetta
týdningarmikla arbeiði
verða avrikað av fleiri
ymiskum pørtum. Tað ræð
ur um at troyta fíggjarliga
og menniskjaliga tilfeingið
sum best. Hetta kann verða
gjørt í sambandi við, at eg
ætli mær at leggja til rættis
ein orðabókapolitikk, har
sett verða nøkur mál fyri
orðabókaarbeiðinum tey
komandi árini. Hetta eigur
at verða gjørt í samráði við
allar áhugaðar partar, og
eigur at kunna verða gjørt
uttan at nerva tað vísinda
liga frælsi, ið vit annars
meta sum støðið undir
hollari gransking. Hetta
var longu í 1998, at Signar
á Brúnni skrivaði hetta, at
tað er hansara ætlan at
leggja ein orðabókapolitikk
til rættis. Vóru hetta bert
tóm og føgur orð frá hans
ara síðu ætlað at blenda
Løgtingið við?
Men um tað er henda
ætlan, sum Jóan Petur
Hentze sipar til í skrivi til
mín d. 16. juli 2002, tí her
verður víst til eina skipan,
sum Jóan Petur Hentze
lýsir soleiðis: Skipanain er
í stuttum tann, at Menta
málaráðið ger avtalur um
ávísar orðabókaverkætlan
ir, sum eftir nærri treytum
kunnu fáa stuðul yvir fleiri
fíggjarár.”, so vísir hetta, at
tað mest sannlíkt finst ein
slík, men gott ár seinni fái
eg nýtt svar upp á fyri
spurning: ”Boðað verður
við hesum frá, at Menta
málaráðið í sambandi við
arbeiðið at gera fíggjarlóg
fyri 2004 fer at viðgera
stuðulskipanina og játtina
til orðabókagerð sum
heild.” Hetta sigur mær so
mikið, at Mentamálaráðið
sjálvt kann gera av, hvør
mannagongd skal vera
galdandi, men Jóannes
Dalsgaard tvíhelt alla sína
tíð (heili 10 ár) um, at tað
vóru ongar heimildir at
keypa mína orðabók.
Jú Jóannes Dalsgaard, tú
kundi, um tú hevði viljað
tað, kunna broytt manna
gongdina, um tað var so
leiðis, sum tú saman við
Jóan Peturi Hentze segði á
fundi við meg t. 7. juli
2004, har tú bilti mær inn,
at tú hevði spurt løgfrøð
ingarnar um møguleikar at
keypa orðabókahandritið,
men tú gjørdi vart við, at
teir sóu ongar møguleikar
at loysa mín trupulleika. Í
sama skrivi frá 7.7.04
skriva tit: ”…, at stuðul í
fýra ár er sera nógv og
verður trupult at fáa til
vega.” Men tit hava jú latið
Ulfi Timmermann 1.89
milljónir fyri onga bók, og
givið Johnny Thomsen 1.9
milljónir krónur eisini fyri
onga bók nú ávikavist 8 og
7 ár seinni. Í skrivi d. 30
apríl 2001 hava tit eina
skrá í 9 punktum fyri av
talu við orðabókaumsøkj
arar, har fyrsta punktið
ljóðar: ”1) Nær verkætl
anin byrjar og nær hon
verður ligug og 3) Arbeiðs
gevaraskyldan. Jóannes
Dalsdaard heldur tú sum
deildarstjóri og Jeanette
Ellefsen Blåsvær sum
táverandi formaður, at tit
sum arbeiðsgevari hava
hildið skyldurnar, nú 7 ár
seinni? Eitt argument fyri,
at eg ikki kann fáa stuðul
undir somu treytum sum
hinir orðabókarithøvund
arnir er sambært sama
skriv: ”…, at ikki ber til
hjá Mentamálaráðnum at
stuðla við aftuvirkandi
kraft.” Eitt annað argument
fyri ikki at stuðla mínari
orðabók, sigur Jóan Petur
Hentze í skrivi d. 03.
desember 2004 vera: ”Støð
an er tann, at hann (= Kári
Davidsen) hevur eina nær
um lidna orðabók, men
ynskir fýra ársverk í stuðli
eftir skipan, sum eitt nú
Ulf Timmermann hevur
fingið, tvs. kr. 1,21,5
mió(, sum nøkur ár seinni
nú er bólgnað til 1.89
milljónir fyri onga bók).
Hetta er ikki møguligt
bæði vegna tørvandi játtan
og at ikki ber til at játta
stuðul til nakað, sum
metast má liðugt.”
Jú tað er júst tað, ið tað
ger, bæði Jóannes Dals
gaard, Jóan Petur Hentze,
Petur Petersen og nú mín
sann eisini Martin Næs, og
nú er tað, at eg komi til
spurningin til Jóannes
Dalsgaard, hví tú ikki
hevur nýtt seinnu helvt
(skrivað við skákskrivt)
undir spuningi 3 í svar
skrivi til Jenis av Rana d.
16. novembur 2007 og
rættað skriv d. 27. novemb
ur 2007 frá Mentamála
ráðnum, har stendur henda
orðing, har stendur orða
rætt endurgivið úr báðum
versjónum:
”Ad 3: Vanlig manna
gongd er, at Mentamála
stýrið fær umsóknir frá
høvundum ella forløgum,
og tað stendur øllum í boði
at søkja um studning til
orðabókagerð. Tað er van
lig fortreyt, at umsóknin
verður latin inn, áðrenn
verkætlanin byrjar. Hin
vegin er einki til hindurs
fyri, at studningur verður
útgoldin til liðugt orða
bókahandrit, um høvundur
ella forlag ynskir hetta, og
handritið annars lýkur
faklig krøv.”
Hetta brotið er ikki neyð
ugt at vera løgfrøðingur
fyri at skilja. Nei, tað man
hvør 1. floks næmingur
skilja, hví hava tit so ilt við
at skilja hetta brotið
Jóannes Dalsgaard og
Petur Petersen, sum heldur
ikki gjørdi vart við hetta
brotið á fundi í Mentamála
ráðnum í oktobur 2007, og
loksins eisini Martin Næs
2008. Hetta brotið er dult
sum mansmorð fyri mær.
Hví? Hvør tykkara løðir,
og hvør skjýtur?
Mín orðabók er liðug!
Ikki við afturvirkandi
kraft. Jú tit royna allar
snildir at leggja tykkum í
buktina, tí tit hava jú endar
nar, og tí kunnu tit gera,
sum tykkum lystir, men
tann, sum líður mest undir
tykkara avgerðum, er nú
ikki eg, men Føroya ung
dómur, mentan og vinnulív.
Orðabókapolitikkur í 10 ár og Mentamálaráðið
Kári DaviDsen
Heldur enn at rætta trupul
leikarnar í sjúkrahúsverki
num, hevur politiski
myndugleikin sent eitt
signal til sjúkrahúsleiðsl
urnar, um at tað er í lagið,
at lógin verður brotin.
Øll tey føgru orðini um
“klokkuklárar manna
gongdir” mugu sigast at
hava mist sítt innihald, nú
teir tríggir samgongu
flokkarnir, á miðjari nátt,
gjørdu semju um, at eitt
yvirtrekk skal vera á
fíggjarlógini. Tað bar ikki
til at fáa semju um at
hækka játtanina til Lands
sjúkrahúsið, men somu
flokkar hava gjørt semju
um, at sjúkrahúsið kann
brúka meira enn játtanin
loyvir. Hetta er brot á allar
reglur og mannagongdir.
Ein nevnd við serfrøð
ingum verður sett at kanna
fíggjarliga tørvin hjá Lands
sjúkrahúsinum, og líka
mikið hvørja niðurstøðu
tann nevndin kemur til, so
sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, at hann
hevur fingið politiska
trygd fyri, at samgongan
fer at regulera játtanina
eftir tí, sum kanningin
sigur. Eisini sigur Hans
Pauli Strøm, at um onkur
flokkur hoppar frá, tí hann
ikki kann góðtaka raksturin
á sjúrkrahúsinum, ja, so er
samgongan fokin.
Nevndin fær sostatt
politiska heimild til at taka
støðu til, hvussu stóra
játtan Landssjúkrahúsið
skal hava á fíggjarlógini,
og sjúkrahúsleiðslan fær
heimild til at virka sum um
at játtanin ikki verður
skerd hóast tølini í
fíggjarlógini siga, at hon
longu er skerd. Hetta líkist
einum ella øðrum formi
fyri “lógligt lógarbrot”.
Tað er ikki neyðugt at
seta eina nevnd at kanna
um pengar mangla á
Landssjúkrahúsinum ella
ikki, tí øll vita, at pengar
mangla í 2008. Men
hinvegin – um tað kortini
skuldi hent, at nevndin kom
til ta niðurstøðu, at pengar
ikki mangla og landsstýrið
hevur longu givið sjúkra
húsleiðsluni boð um ikki at
spara – hvat hendir so?
Hvørjar fylgjur fær tað fyri
landsstýrismannin?
Tá nevndin, einaferð
ímóti heysti, er komin til
eina niðurstøðu, tá er longu
ov seint at gera sparingar,
um tað skuldi verið úrslitið
av kanningini, tí tá er árið
mestsum liðugt.
Føroya størsta
parkeringspláss
Tá samgongan varð skipað,
loyvdi eg mær at kalla
hana fyri “Føroya størsta
parkeringspláss”, tí tað sá
út sum, at øll mál blivu
parkerað. Men síðani er
parkeringsplássið víðkað.
Tunnilsmálið er parkerað í
eini nevnd og sjálvt fíggjar
lógin (ella partar av henni)
er parkerað í eini aðrari
nevnd. Samgongan keypir
sær tíð við at skumpa
trupulleikarnar framman
fyri sær, og hóast hon ong
ar loysnir hevur at bjóða,
so krøkir hon seg fram
vegis til valdið. Hvussu
leingi hetta kann ganga, er
ikki ringt at meta um, tí tá
ein nevnd skal umborð á
hvørt skip, er tá ikki tíð at
koyra skiparan í land.
Ábyrgdarloysi!
Sambandsflokkurin
Kaj Leo
johannesen
viðmerkingar