Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 105 - 4. juni 2008 lýsingar Lærarastørv og størv sum stuðul í Tofta skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2008 at rokna: • 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri millum annað lækkað tímatal og serligan tørv • 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 20 t/v endaliga tímaáseting av hesum starvi verður ásett eftir 1.september 2008 • 1 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri lærara í barnsburðarfarloyvi skúlaárið 2008/2009 • 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul 3 størv eru 24 t/v og 1 starv er 8 t/v talan er um stuðul til næmingar, sum hava serligan tørv Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær: • føroyskt og týskt í framhaldsdeildini • ítrótt í grund- og framhaldsdeildini • føroyskt, danskt og enskt í grunddeildini • handverk og list í grund- og framhaldsdeildini • serligan tørv Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka- skúlanum. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir: Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18.juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765. Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 196 næmingar í 1. – 10.fl. og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/ Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo EIÐIS SKÚLI Kolsvegur 8 · Postrúm 29 · FO-470 Eiði Heimasíða: www.eidisskuli.fo Søkt verður eftir lærarum og stuðulsfólki til Eiðis skúla • 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv starv skúlaárið 2008/2009. Tann, ið settur verður, kemur at verða nógv knýttur at 1. flokki m.a. sum flokslærari. • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009 vegna avlopstímar og serligan tørv. Starvið er uml. 12 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september. • 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar um vikuna. Arbeiðið er í høvuðsheitinum at virka sum stuðul hjá einum næmingi við autismu. • 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við serligum tørvi. Tey, ið sett verða skulu: • virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv til lærarastørvini: Læraraútbúgving Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 - 27.4. Stuðulsstørvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 42 35 79 ella 22 90 45. Umsóknir við c.v. og avritum av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. juni kl. 15.00. EIÐIS SKÚLI POSTRÚM 29 470 EIÐI Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl útgjørdur. Lærarar skúlans hava arbeiðsteldu og umstøður at fyrireika seg. Komandi skúlaár verða 9 lærarar 2 stuðlar og 79 næmingar í Eiðis skúla. Lærarastarv í Ziskatraðar Skúla – Klaksvík Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2008: 4 lærarar í fast starv. 4 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008 /2009 fyri lærarar í farloyvi. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru nærlagdir og stundisligir. Lærararnir skulu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum: • handarbeiði, myndlist, søgu/samtíð, drama, støddfrøði, týskt og danskt. Førleikakrøv: Læraraútbugving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugrein- um. Lønar – og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasett- ur lærari frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við prógvum og møguligum við- mælum skulu vera skúlanum í hendi seinast Mánadagin 16. juni, klokkan 12.00. Í skúlanum á Ziskatrøð verða komandi skúlaár umleið 400 næmingar frá 1. – 10. flokk. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skúlan á Ziskatrøð 455025 / 225025, Signar á Brúnni, skúlastjóri ella tlf. 455826 / 213625, Ólavur Sjúrðarberg, varaskúlastjóri. Skúlin á Ziskatrøð Postboks 53 · 700 Klaksvík Nissan Almera 2,2 Diesel frá januar 2002 koyrt 250.000 km. Bilur til Sølu Ring 284444 -har tað hendir