mikudagur 4. juni 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingartilfar
Mitt í meldrinum í
Stokkholm er ein
oasa opnað. Tað er
Selma Spa Plus, ið
heldur til á áttandu
hædd i nýbyggda
hotellinum Clarion
Sign
Clarion Sign er størsta og
nýggjasta hotellið í øllum
Stokkholm. Á einum av teim
um ellivu hæddinum avgjørdi
man at opna eitt sokallað spa.
Selma Spa í Sunne er tað
eldsta spaði í Svøríki, og
nýopnaða Selma Spa Plus er
fyrsta dótturfelagið.
Í Svøríki kann ein tosa um
eina rættuliga spaeksplosión.
Frá tí at Selma Spa opnaði á
fyrsta sinnið 1991, eru hundrað
tals onnur spa opnað á hotell
um, hárfríðkannarhøllum, keyp
miðstøðum og svimjihøllum.
Eitt tað nyggjasta innan hesa
dillu eru ”cityspa” har ein
bara fer í nakrar tímar og tekur
eina pausu frá meldrinum
uttanfyri.
Tað er hetta, ið tey á Selma
Spa Plus vóna at stokkholmarar
og ferðafólk, fara at vilja gera
hjá teimum.
Clarion Sign er eitt skandi
naviskt hotel, og tað sæst aftur
nógvastaðni. Norrmaðurin
Petter Stordalen eigur hotellið,
og allir møblar eru gjørdir av
skandinavum. Inni á Selma Spa
Plus eru tað stólarnir, ”Eggið”
og ”Svanurin” hjá Arne Jacob
sen, ið ein kann sita og hvíla
sær beinini í, meðan bíðað
verður eftir viðgerðini. Eisini
kann ein fara út á tí vøkru
altanina og njóta útsýni yvir
Stokkholm og oynna
Kungsholmen.
Vit á Sosialinum valdu
okkum ”Hot Stone Massage”,
ið er ein mykjandi viðgerð við
heitum lavasteinum. Olja
verður nýtt, og allur kroppurin
verður myktur við teimum
heitu steinunum. Tað sigst, at
hitin frá steinunum er sera
góður fyri vøddarnar og blóð
reinslið.
Aðrar viðgerðir ein kann fáa
eru andlitsviðgerðir við
vitamin, djúp andlitsviðgerð og
mini andlitsviðgerð, ið bara
tekur 35 minuttir. Kroppsvið
gerðir og manikyr og pedikyr
kunnu eisini fáast. Men tað tey
eru mest stolt yvir er tann
upphitaði svimjihylurin á
altanini, ið er opin fyri øllum
vitjandi á Selma Spa Plus.
Eftir lokna viðgerð kann ein
fáa sær eitt glas av ”spavatni”
við urtum ella frískum berum.
Og hvíla í ”boblustólunum” á
terassini.
Kroppurin kennist sum
nýggjur, og tá eg taki liftina tær
átta hæddirnar oman á vegin
er tað sum at hon ongantíð
rættuliga lendir, og eg sveimi
allan vegin heim.
Adressa: www.selmaspa.se
Puntur nr. 13
lýsingartilfar
Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina
leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu
og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit
tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað.
Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn,
Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
sansir.fo
Lyklaklár fígging
og trygging til bilin
Spa-eksplotión í Svøríki
Á Selma Spa
Plus ber til
at svimja
uttandura á
áttindu hædd
Nógvar ymiskar
viðgerðir eru
gjørligar at fáa