Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 4. juni 2008 lýsingartilfar 45 KRAM KRAM SP/F HEIÐAVEGUR 24 600 SALTANGARÁ TLF. 44 77 77 Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo Gávubúð - 700 Klaksvík - Tel. 455238 Villeroy & Boch Partyplate Hjá Annu besta ognarmeklarafyritøkan Tórsgøta 16 · Tórshavn · Tel 35 74 00 · www.skyn.fo Sleptu hornaseyði í Ásmundarskorð Seinastu trý árini hevur eingin seyður gingið í Ásmundarskorð í Vestmanna, men hetta vildu menn bøta um í ár. Avgjørt varð at sleppa trimum hornaseyðum í skorðina, og varð hetta gjørt 14. mai, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Hetta kvøldið var veðrið var av tí allarbesta, og menn vóru spentir at sleppa upp. Fýra mans fóru upp, og tveir vóru eftir í bátinum. Tað stóð við klettin, so tað var ongin trupulleiki at koma at við bátinum. Væl gekk at fáa bæði menn og seyð upp, hóast at tað bert var ein teirra, Hans Johannesen, ið hevði verið her áður. Teir ætla møguliga at fara ein túr í skorðina seinni í summar at seta nakrar kongar og leggja bond, soleiðis at tað bæði verður lættari og tryggari hjá monnum og seyði at koma upp. - Hóast tað, at onkur seyður viðhvørt dettur oman, eru vit við gott mót, og vit ætla eftir teimum aftur seinast í september mánaði. Tá skuldu teir allir helst verið har enn og hava tikið nøkur pund uppá, siga menninir ið vóru við: Hans Johannesen, Egil B. Heinesen, Brandur Isaksen, Kristian Haldansen, John Martin Andreasen og Bjartur Tórhalsson.