mikudagur 4. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 19
Trúføst tænasta í kirkjuni
Gudrid er ein av mongum urguleikarum
í Føroyum. Summir teirra fáa
samsýning fyri arbeiði sítt, og aðrir ikki.
Felags fyri teir allar er, at teir útinna
hesa tænastuna trúfast og í kærleika til
kirkjuna hvønn einasta sunnu- og
halgidag í kirkjuárinum.
- Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men
mær hevur dámt hetta sera væl. Eingin
hevur nakrantíð hoyrt meg siga, at eg
tími ikki at spæla í dag, ella at eg eri
farin frá húsum við ringum huga.
- Eg havi fingið sera góðan stuðul
heimanífrá. Hóast vit fingu børn, høvdu
handil, høvdu kríatúr og maðurin var
sjúkur, so ótu vit kortini altíð døgurða
sunnudag!, sigur hon brosandi.
Í góðari tíð
At skipa eina gudstænastu krevur gott
samstarv millum prestin og
kirkjutænarnar, millum annað tá talan er
um at velja sálmar og at fáa møguleika
at venja teir frammanundan.
- Eg fái vanliga sálmarnar í góðari tíð
frammanundan, sum oftast fríggjadagin
fyri. Eg havi orgul heima, og kann so
venja sálmar við hús áðrenn
gudstænastuna.
- Men sjálvandi, - onkutíð kann tað
koma fyri, at eg fyrst fái sálmarnar
sama morgun. Tað er kortini sjáldan,
greiðir Gudrid frá.
Í eini tíð har nógvar kirkjur, bæði í
Føroyum og uttanlands rópa eftir
urguleikarum, hevur Gudrid trúføst røkt
hesa týdningarmiklu tænastuna í Guds
ríkis arbeiði.
- Ja, í september mánaði í ár verða
tað faktiskt 51 ár, síðani eg byrjaði at
spæla her í Viðareiðis kirkju.
- Hetta hava verið 51 góð ár, sigur
Gudrid Sørensen.
Fyrstu ferð Gudrid Sørensen spældi til gudstænastu var hon bert 13 ára gomul. 62 ár seinni
spælir hon við sama lag, og fyri hetta trúfestið fekk hon fortjenstmedalju frá kongshúsinum
fyri hesa tænastuna
»Hugurin at spæla hevur altíð verið
góður. Og tað er hann enn, hóast
fingrarnir ikki eru eins fimir í spælinum
í dag, sum teir vóru áður«
100Hz +HD ready
Responstíð 4ms
1366 x 768 dpi
Tatung
42” LCD TV
K l a K s v í K s v e g u r 1 2 | 7 0 0 K l a K s v í K | T e l 4 5 9 0 8 9
NU Tech
mp3 spælari
Haldarar til skermar
úr kr. 995,-
Spælir undir vatni!
8 tímar
eiNaNs kr.
14.999,-
Nú TiLboð
1.499,-
Vanl. kr. 1.800,-
Sosialurin KvR / tel 34 18 00
Fjølbroytt
úrval av
skundverðum
Klingrugarður 6 | 700 Klaksvík
Tel. 455314 | www.jorun.fo | jorun@jorun.fo