hósdagur 5. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 106 - 5. juni 2008
Gamalt handverk
og heimavirki á
útoyggjum okkara
skulu nú framaftur
í ljósið. Ein nýggj
verkætlan skal
gera sítt til, at hesi
handverkini gerast
bæði spennandi og
ikki minst lønandi.
- Vónandi hava vit
sett einar átta slíkar
verkætlanir á stovn
um trý ár, sigur Olga
Biskopstø, skrivari
hjá Útoyggjafelagnum
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Útoyggjar: - Vit hava longu
merkt, at stórur áhugi er
fyri hesi verkætlanini, sigur
Olga Biskopstø.
Í hesum døgum ferðast
hon runt til tær ymisku
útoyggjarnar fyri at kunna
um hesa verkætlanina við
heitinum »Economuseum«
sum byrjaði í Kanada fyri
umleið 20 árum síðani.
- Úrslitini har yviri hava
verið sera góð, og tí er okk-
ara vón, at vit eisini kunnu
fáa góð úrslit á okkara út-
oyggjum.
- Tað eru nógv fólk kring
landið sum hava møguleika
at verða við í hesi ætlanini.
Avbjóðingin hjá mær verður
bara at finna fram til tey,
sigur Olga Biskopstø í
samrøðu við Sosialin.
Farna vikuskifti var hon á
vitjan í Mykinesi og kunn-
aði bygdarfólkið um ætlan-
ina, og í næstu viku er ætl-
anin at leggja leiðina í Kals-
oynna og til tær báðar eyst-
astu oyggjar okkara.
Sambært
tíðarætlanini
skal hon hava eini 3-5 upp-
skot klár tann 20. juni at
leggja fyri felags stýris-
bólkin í verkætlanini, sum
hevur fund í Íslandi um ein
mánað.
Á fundinum vónar hon at
fáa undirtøku at seta tríggjar
tær fyrstu verkætlanirnar í
gongd beinanvegin á út-
oyggjunum - í fyrsta umfari
á Kalsoynni, og helst eisini
í Fugloy og Skúvoy.
Annars hevur Útoyggja-
felagið fingið sera góðan
stuðul bæði frá SamVit og
frá Mentamálaráðnum til
hesa verkætlanina.
Gagnnýta tilfeingið
»Hvussu vit kunnu gagn-
nýta okkara ríku mentan og
handverkliga siðaarv til
frama fyri vinnuligt virk-
semi
og
búskaparligan
vøkstur?«
Hetta er ein av spurn-
ingunum, sum liggur sum
grund fyri hesi verkætlanin.
Ætlanin er júst at seta fokus
á vinnu og mentan.
- Royndirnar vísa, at hetta
tiltak veruliga megnar at
gagnnýta
tað
tilfeingið,
sum millum annað er í út-
jaðaranum, til at fremja ein
burðardygga vinnu, ið gev-
ur gott fíggjarligt avkast,
sigur Útoyggjafelagið.
Verkætlanin
byrjaði
í
Kanada fyri 20 árum síðani,
og fevnir í dag um 42 virkir
í útjaðaranum, ið øll kasta
væl av peningi av sær.
Tað eru júst hesi góðu
úrslitini í Kanada, ið hava
kveikt áhugan fyri at royna
hesa loysnina í okkara økið.
Henda verkætlanin fevnir í
okkara øki um Føroyar,
Ísland, Norra, Írland, eins
væl og Norðurírland.
Ein avtala er gjørd við
leiðsluna í kanadiska felags-
skapinum »Economusée«,
at tey veita ráðgeving og
serkøna hjálp, um so er at
henda verkætlan gerst veru-
leiki.
Inntøkugevandi
vinna
Hugskotið aftanfyri hesa
verkaætlanina sprettir úr tí
veruleika, at tað serstakliga
í útjaðaranum finnast fólk,
ið fáast við handverk og
heimavirkið. Hetta virksem-
ið byggir ofta á gamla sið-
venju og tilfeingið í lokal-
økinum.
- Fyri tey flestu er hetta
ein dagdvølja ella eitt virk-
semi, ið gevur nøkur oyru
afturat einum øðrum starv-
ið. Men í Economusée-
ætlanini verður hetta skipað
øðrvísi.
- Her skal hetta hand-
verkið skipast, ella rættari
sagt umskipast til eina
»veruliga« inntøkugevandi
vinnu, sigur felagið.
Vinnuvirksemið
byggir
á, at handverkið gerst ein
partur av einum tiltaki, har
søga, kunning, framleiðsla
og handil vera tvinnað
saman til eina handilsvøru.
Málbólkurin er í høvuðs-
heitinum ferðavinnan, men
royndirnar úr Kanada vísa,
at tiltøkini eisini fáa stóra
undirtøku frá heimamarkn-
aðinum.
Fíggingin í lagi
Treytin fyri at Føroyar eru
við og harvið fáa ágóða av
verkætlanini er, at Útoyggja-
felagið til vega umleið
350.000 krónur um árið í
trý ár.
Treytin fyri at fáa pengin
frá ES er, at tað almenna í
Føroyum rindar ein part av
føroyska kostnaðinum. Úto
yggjafelagið arbeiðir í løt-
uni við at fáa henda pening
til vega, og líkt er til at hes-
in parturin er við at koma
uppá pláss.
Málið er, at Útoyggjafel-
agið stendur sum ábyrgdari
fyri føroyska partinum av
verkætlanini.
Hetta skal tó gerast í sam-
starvi við onnur, millum
annað Samvit, Granskingar-
depilin fyri økismenning,
Gluggaglæmuna,
NORA
og møguliga onnur, ið
kunnu hava áhuga í at
luttaka.
Menna vinnu og mentan á útoyggj
Sum støðan er í dag, er
framvegis stór fráflyting
frá útjaðaranum. Tað vísir
seg at vera trupult at fáa
fólk at støðast, millum
annað tí einki inntøkugev-
andi virksemi er á staðn-
um.
Hetta sama er galdandi
fyri onnur smápláss í
útjaðaranum. Har Econo-
musée eru komin í Kana-
da, vísir tað seg hinvegin,
at annað virksemi kemur í
kjalarvørrinum,
millum
annað tænastuvirksemi til
ferðavinnu, umframt onn-
ur tiltøk, ið serliga eru
málrættað til ungdómin.
Hetta hevur styrkt búset-
ingina og økt munandi
um trivnaðin í økinum.
Henda verkætlan kann
gerast tað fyrsta stigið á
leiðini at skapa eitt ítøki-
ligt og gott vinnuligt til-
tak, ið dregur ferðafólk til
útjaðaran.
- Verkætlanin er í sínum
bygnaði sera professionel.
Fyrimunurin og styrkin
við hesum er, at hetta er
roynt í øðrum landi, og
haraftrat við sera góðum
úrslitið, sigur felagið.
Góð úrslit í øðrum
londum
Tippa og vinn olju úr Árnafirði
Virkna róðrarfelagið í Árnafirði ætlar sær aftur í summar
at gera um seg. Í sambandi við fyrsta FM-kappróðurin
leygardagin á Norðoyastevnu lýsir felagið við eini tippi-
kapping á heimasíðu sínari - www.arf.fo - har vinningurin
er 1000 kr. í olju frá Shell. Kappingin er einføld, tí ein í
roynd og veru bert skal senda eitt sms við ávísum
nummari á, ið er tað hjá í einstaka bátinum. Seinasta
freist at senda sms inn er kl. 15 leygardagin. Vinnarin fær
boð við sms.
Konsert í Vesturkirkjuni
Aftur í ár fara úlendskir lærarar at hava skeið fyri
violinnæmingum hjá Annette Nielsen og Sámali Petersen.
Teir eru Lilja Hjaltadóttir og Ewa Tosik úr Íslandi og Leif
Elving úr Svøríki. Tey hava drúgvar royndir bæði sum
tónleikarar og lærarar, og brúka sama frálæruhátt sum
Annette og Sámal, tann sonevnda Suzuki-metodan.
Næmingarnir eru úr 5 til 15 ára aldur og 43 í tali. Skeiðið
byrjaði í morgun og endar við einari konsert í
Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 17.
Nú skulu útoyggjarnar
mennast við nýggjari
verkætlan, sum Útoyggja
felagið stendur fyri. Ein
ætlan verður vónandi
sett á stovn í Skúvoy.
Vit ætla okkum í øllum
førum í gongd við hetta
beinanvegin, sigur Olga
Biskopstø, skrivari í
felagnum