Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 106 - 5. juni 2008 Túrar 18–22 Opið skip og framsýning umborð á M/S Thorshavn. Stuttur sightseeing túrur útum Havnina kl. 19 og 21. Tekning umborð. 19:15 Felagið Tórshavn bjóðar gongutúr heim eftir Landavegnum. Byrjað verður við Skeivu Brúgv. Leið 1 fer úr Steinatúni kl. 19.13. Kjartan Kristiansen er gonguleiðari. 19–21 Føroya Ferðaleiðarafelag bjóðar gongutúrar við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Byrjað verður við Kunningarstovuna. Hilda Thomsen greiðir frá. Kongavitjanin 1874: Byrjað verður við Kongaminnið. Sámal Bláhamar greiðir frá. 20+21+22 Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Frá Reynagarði/Egholmshús, í Bakkapakkhúsið, Leigubúðina og endað í Pakkhúsinum hjá Skibsted. Avmarkað atgongd. Bette Johansen vísir runt. Fríggjakvøldið verður árliga mentanarnáttin í Havn. Veðurlíkindini eru góð og skráin á tremur við fjølbroyttum og lokkandi tiltøkum og tilboðum um allan býin Mentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hesi seinastu árini hevur ólavsøkan rættiliga fingið kapping frá afturvendandi mentanarnáttini, og nógv fólk gleða seg til hetta hugnaliga og minni peningaliga tiltakið. Á skránni eru somikið nógv tiltøk, at okkurt er til einhvønn tørv, aldursbólk og áhuga. Vit hittu Ingigerð á Trøðni, leiðara á Kunningarstovuni í Havn, sum hevur samskipað skránna hjá Mentanarnáttini í fleiri ár nú. Hon hevur sjálvandi úr at gera í hesum døgum, nú síðsta hondin verður løgd á fyrireikingarnar. Tilboð til borgararnar Í stuttum kunnu vit siga, at mentanarnáttina eru Mentanarnáttin List 10–22 Føroya Landsbókasavn, J.C.Svaboes gøta. Myndaframsýning hjá Ole Wich. 14-22 Gallerí Stephanssons Hús. Listaframsýning hjá Oggi Lamhauge letur upp. 14-23 Smiðjan í Lítluvík. Ruth 100 ár (11. Juni 1908-2008). Modell av Ruth og myndaframsýning. 16–23 Leirlist, Varðagøta 1. Skulpturgarðurin er opin. 17–22 Listagluggin, Niels Finsens gøta 25, er opin. 18-23 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn í Tróndargøtu er opið. Høvi verður at síggja listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. 18:30–22 Snarskivan. Listaframsýning hjá Astrid Andreasen letur upp. Martin Joensen syngur og spælir. 20 Listaskálin, Oman Viðarlund. Summarframsýningin 2008 “Kanska – Maybe – Måske” hevur fernisering í Listaskálanum. Framsýningin er eisini í Norðurlandahúsinum. 22 Norðurlandahúsið. Fernisering og tónleikur í sambandi við Summarframsýningina 2008. Sneisabitar vera og okkurt at leska sær við. Alment 17-21 Tilhaldið Tórsgøta hevur opið hús. Tilhaldspannukøkur og drekkamuður til keyps. Felagssangur við Simma Jacobsen og Fróða Sandoy kl. 21-22. 18 Gamli Kommunuskúlagarður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir mentanarnáttina og GHM spælir. 18:30–20 Ráðhúsið – Gróthúsið opið hús 19-23 Westward Ho, Lága kei, hevur opið skip 20–22 Íslendska sendistovan á Kongabrúnni hevur opið hús. Trúarlív 18–23 Havnar Kirkja er opin. Tórshavnar Klarinett- orkestur spælir kl. 20. 21 Ebenezer hevur opið hús við sangløtu við Sangkórinum, Ungdómskórinum, Manskórinum og øðrum. Útbúgving Altjóða skrivstovan J.C.Svaboes gøta 14, opið hús 20-23 Føroya Lærara- og Pedagogskúli á Frælsi- num hevur opið hús. Kunnað verður um nýggju bachelor-útbúgvingarnar, sum byrja eftir summarfrítíðina. Ymiskt annað verður á skránni, og kaffi og køkur verða at fáa. 20-23 Vinnuháskúlin, Nóatún, hevur opið hús. mentanarnátt