Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 106 - 5. juni 2008 »Kanska« er listarliga lyklaorðið á Summar­ framsýningini 2008, ið verður sett í Norð­ urlandahúsinum á mentanarnáttini List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 13 listafólk verða í ár við á Summarframsýningini, sum verð­ ur at síggja bæði í Norðurlanda­ húsinum og í Listaskálanum. Hesuferð hava listafólkini fing­ ið til uppgávu at taka støði í orð­ inum »Kanska« í listaverkunum. Tað fer tíðin at vísa ... Um orsøkina til, at ársins kotu­ orð til listafólkini er »Kanska«, siga fyrireikarnir millum annað, at skjótt skiftandi veðrið hevur meir vald á menniskjum her og meir at siga fyri okkara ger­ andisdag enn aðrastaðni. »Tí er tað lítla orðið »Kanska« nærum partur av hvørjari samrøðu. Tí vit vita ongantíð heilt. Vit fáa avtalur í lag, men kortini er tað ikki víst, tað veldst um so nógv. Sum ferðafólk er skjótt at læra, at tað ikki er víst, at flogfarið lendir og fer til ásettu tíð. Kanska, kanska ikki, men tað fer óivað at ganga kortini. Tað fer tíðin at vísa. Tann lítli ótryggleik­ in í orðinum »Kanska« er næstan ótolandi fyri eitt sera virkið og modernað menniskja, ið helst vil hava skil á øllum. Tí er orðið í sjálvum sær ein avbjóðing,« verður sagt í skrivi um fram­ sýningina. Á tveimum støðum Tað verður landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, sum setir Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í annað­ kvøld klokkan 22. Tó letur fram­ sýningin upp í Listaskálanum klokkan 20 sama kvøld. Framsýningin verður at síggja í Listaskálanum fram til 20. juli og í Norðurlandahúsinum fram til 17. august. Summarframsýningin í ár hátíð­ arheldur 25 ára dag Norðurlanda­ húsins, og at 15 ár eru liðin, síð­ an Listasavn Føroya lat upp eftir útbyggingina í 1993. Summarframsýningin 2008 Luttakandi lista­ fólkini eru: Bárður Dal­Christiansen ­ Ann­ ika á Lofti ­ Óluva Johannesen ­ Beinta av Reyni ­ Edward Fuglø ­ Kári Svensson ­ Philippe Carré ­ Eyðun av Reyni ­ Sigrun Gunnarsdóttir ­ Astri Luihn ­ Jóna Rasmussen ­ Amariel Norðoy ­ Arnold Vegghamar Katalog: Í sambandi við framsýningina er katalog givið út, sum Dagmar Warming, savnsleið­ ari, MA, hevur skrivað. Katalogið er einar 60 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og myndum av listaverkum hjá øllum 13 listafólkunum, ið sýna fram. »Dream« – ein av málningunum, sum listamaðurin Bárður Dal-Christiansen hevur við á Summarframsýningini, 2008 mentanarnátt Glyvrar Klaksvík Tórshavn Tlf.447399 Tlf.455320 Tlf.355300 Umbro X-Boot 111-A AK HG Fyrr 1800 kr Nú 699 kr Tilboð til mentanarnáttina Drós · N. Finsensgøta 12 · Tórshavn tel 314811 · fax 314877 jmr@kallnet.fo · www.dros.fo Vit hava nógv lekkur undirklæðir! Opið er soleiðis: mán. - mik. 10.00 -17:30 hós. - fríg. 10.00 -18.00 leygardag 10.00 -14.00 Vit hava opið mentanarnáttina