Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Ein ferð til Japan er lang og dýr. Ein ferð til Stokkholm er stutt og ikki serliga dýr. Um tú vilt til Japan, men bara hevur pening til at ferðast til Stokkholm - ja so er svarið Hasseludden Yasuragi í Stokkholm - eitt japanskt spa mitt í svensku skógini Tá bussurin steðgar eri eg umringað av trøum. Ein lítil gøta vísur veg til eitt stórt betonghús. Skal hetta vera so fantastiskt? hugsi eg fyri meg sjálvan. Væl innkomin í betong­ klumpin er tað lukturin av grønum te, og ljóðið av ”pling­ plong” tónleiki, ið tekur ímóti mær. Hasseludden Yasuragi er eitt stað , har flestu stokkhólmarir hava verið bæði eina og tvær ferðir. Staðið verður ofta brúkt sum fundarhøli, har ein kann eta væl og taka tað róligt í einum sera vøkrum umhvørvi. Eitt av teimum tingum, ið ger Hasseludden Yasuragi so ser­ ligt er, at øll, ið verða innskriv­ aði har, fáa ein sokallaðan ”Yukata” ­ eitt slag av japansk­ um kimino, sum ein er ílatin alla tíðina ein er har, og bleytar tufflir, ið ein ikki kann ganga skjótt í. Sjálv lati eg meg varliga í hesi løgnu klæði og fari síðan út at møta mínum baðilærara. Hon er gomul flogterna og hevur búð nógv ár á Hawai. Hon fortelur, at japanarir fegnir gera tað mesta á gólvinum. Tí skal ein sita á einum krakki, tá ein vaskar sær og hella vatn útyvir seg, ístaðin fyri at standa í eini brúsu. Hetta ger ein róligan, og gongd kemur í blóðreinslið. Eftir tað japanska baði­ ritualið, kann ein velja ímillum heitar keldur inni ella úti, og ein stóran svimjihyl í japansk­ um sniði! Svøríki hevur ongar veruligar heitar keldur, so hetta eru kunstgjørdar keldur, ið eru 41 hitastig. Keldurnar eru væl­ gjørdar við vøkrum steinum, so kenslan av at liggja í einum vulkaniskum baðikarið er rættuliga ekta. Tá ein er á Hasseludden Yasuragi kann ein trena nógv ymiskt sum Qi gong, Do In, Zenmeditatión og Kinhin. Øll venjing er rólig, og meiningin er ikki, at ein skal brúka so nógva vøddamegi. Eftirsum staðið er japanskt, ber eisini til at læra seg at gera sushi og at royna ymisk sløg av grønum te. Spa viðgerðir ber eisini til at fáa. Summar eru heldur serligar, sum Klangmyking, har tibetanskar klangskálir verða lagdar á kroppin og síðani verður spælt við tær ... um ein ikki vil verða so djarvur er vanlig vøddamyking, andlits­ viðgerð og kropsviðgerðir eisini at fáa. Maturin á Hasseludden Yasuragi er japanskur. Sum alla aðrastaðni ganga fólk eisini í sínum Yukata í matstovunum. Eg velji at eta mín døgverða á Teppanyaki matstovuni. Har situr ein rundan um eitt stórt borð, og maturin verður gjørdur á einum sera heitum steikiborðid mitt í. Við mitt borð sita tvær eldri damur, Birgitta og Målfrid. Hetta er sjeynda árið, tær eru á Hasseludden Yasuragi. Tær bíleggja sama kamar og sama dato á hvørjum árið. ­ Tað er so deiliga róligt herúti, sigur Birgitta, ið byr í Karibien átta mánaðir um árið. Tvær ungar gentur sita eisini við borið og vit eru allar rørandi einigar um at hetta staðið er vert at vitja bæði eina og tvær ferðir. Adressa: www.yasuragi.se Puntur nr. 14 lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Vitjið Japan í Stokkhólmi Klangmyking í siðbundnum klæðum Myndin vinstrumegin: Ein kann baða bæði úti og inni á Yasuragi Teppanyaki matstovan, har maturin verður gjørdur á borðinum