fríggjadagur 6. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 6. juni 2008
Í skúla hjá reiðarínum
Íslendska reiðaríið Samskip hevur nógvar
útlendingar í starvi, og teir seinastu mánaðirnar
hava umleið 70 av hesum starvsfólkunum gingið í
skúla hjá reiðarínum fyri at læra seg tað íslendska
málið. Fyrradagin endaði skúlin, sum fær stuðul
frá mentamálaráðnum, og tá fingu 53 starvsfólk
av útlendskum uppruna prógv í íslendskum.
Samskip sigur, at málið er lykilin til samskifti
millum felagið og viðskiftafólk.
Útseta
skurðviðgerðir
Í Danmark hava sjúkrahúsini verið noydd at
útseta nógvar skurðviðgerðir, tí sjúkrasystrarnar
eru í verkfalli. Nú sigur Dronning Ingrids
Hospital í Nuuk, at tað noyðist eisini at útseta
skurðviðgerðir, tí sjúkrahúsið hevur ikki nóg
mikið av røktarstarvsfólki so sum sjúkrasystrum.
Birgitte Asmin Schurizek, læknastjóri, sigur við
KNR, at fyribils eru allar skurðviðgerðir, sum
ikki eru átroðkandi, útsettar í tríggjar mánaðir.
Formaðurin í Fiski
mannafelagnum
heldur ikki, at
politiski myndug
leikin er greiður yvir,
hvussu álvarsom
støðan hjá fiskiflotan
um í veruleikanum er.
Tey billa sær ymiskt
inn, men tað nyttar
einki at lata eyguni
aftur og halda, at alt
fer at laga seg – uttan
at nakað verður gjørt
fyri at byrgja uppfyri
tí stóru kreppu, ið
bankar á dyrnar, sigur
Jan Højgaard
Kreppa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið var stórur
fundur um kreppuna í fiski
flotanum á Seglloftinum á
Tvøroyri. Tað vóru mann
ingarfeløgini hjá fiskimon
num, sum høvdu kallað til
fundar, har serliga støðan
hjá djúpvatnstrolarum varð
umrødd. Feløgini, sum høv
du umboð á fundinum, vóru
Fiskimannafelagið, Føroya
Skiparaog Navigatørfelag,
Maskinmeistarafelagið og
Motorpassarafelagið.
Einir 6070 mans vóru á
fundi, sum vardi í einar 23
tímar, og hetta vóru serliga
menn, sum sigla við djúp
vatnstrolarum í Suðuroy.
Fundarstjóri var Sjúrður
Heinesen,
skrivari
hjá
Maskinmeistarafelagnum.
Skriva niðurstøðu
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sig
ur, at manningarfeløgini nú
fara at skriva eina niður
støðu og eitt útspæl, sum
teir fara at senda Reiðara
felagnum.
Spurdur, um talan verður
um, at manningin møguliga
fer at taka lut í oljuútreiðsl
unum hjá djúpvatnstrolarun
um – ella um talan kanska
heldur verður um eina min
ni lækking í býtisprosenti
num, sigur hann, at endalig
støða ikki er tikin til hesi
viðurskifti enn.
Eg fari at bíða við enda
ligu niðurstøðuni, til hon er
fest á blað, og feløgini eru
samd um hana.
Tað skilst kortini á Jan
Højgaard, at talan ikki verð
ur um bæði luttøku í olju og
lækking í býtisprosenti.
Vit halda ikki, at mann
ingarnar hava so nógv at
lata burtur av, tí vit luttaka í
so nógvum sum er.
Hann vísir á, at býtispro
sentið hjá djúpvatnstrolar
unum á pappírinum er 27,
men av tí, at manningin lut
tekur í eitt nú landingarút
reiðslum, ísi og provianti,
er reella býtisprosentið hel
st minni enn 20.
Men hetta er so bara eitt
tal, sum eg sjálvur meti er
tað reella, tá saman um kem
ur, leggur Jan aftrat.
Í sonevnda oljuprotokoll
átinum, sum var við í sátt
málanum millum Fiskiman
nafelagið og Reiðarafelagið,
stóð, at spurningurin um
møguliga luttøku í oljuút
reiðslunum skuldi takast
upp millum feløgini, um
oljuprísurin til skipini fór
upp um 2,90 krónur fyri
liturin.
Hóast oljuprísurin nú er
tað tvífalda av hesum, hong
ur reiðarin framvegis upp á
alla oljuna í flestu skipa
bólkum.
Eg trúgvi, at vit heldur
eru sinnaðir at slaka eitt
sindur í býtisprosentinum
yvir eina ávísa tíð enn at lut
taka í oljuútreiðslunum.
Men lat okkum nú fyrst skri
va niðurstøðuna og semjast
við hini manningarfeløgini
um útspælið til Reiðarafe
lagið, sigur Jan Højgaard,
sum ikki dugir at ímynda
sær, at talan bæði verður
um luttøku og slaking í
býtisprosenti.
Tað almenna
Formaðurin í Fiskimannafe
lagnum heldur, at skal nøk
ur vón vera fyri stavn hjá
djúpvatnsflotanum, verður
neyðugt, at tað almenna
veitir eina hjálpandi hond
við stuðli til olju. Alt annað
ber ikki á mál, so hesin part
urin av flotanum kann hóra
undan. Spurningurin er eisi
ni, um tað ikki longu er ov
seint hjá nøkrum av hesum
skipum, sum neyvan standa
til at bjarga.
Oljan er nú vorðin ein
so stórur partur av útreiðslu
num í rakstrinum, at tað
munar so lítið, sum fiski
menn kunnu gera.
Jan heldur, at politiski
myndugleikin hevði fingið
nógv burtur úr einum slík
um fundi, sum fundinum á
Tvøroyri í gjárkvøldið, men
hesin fundur var bara fyri
manningarfeløgini og teir,
sum sigla við nevndu skip
um.
Nú umstøðurnar í fiski
skipavinnuni eru vorðnar
so truplar, munar tað ov lít
ið, sum fiskimenn kunnu
gera. Tí er neyðugt, at tað
almenna eisini ber sín part,
fyri at fáa fiskiflotan at hó
ra undan. Um tað almenna
ikki vil verða við at stuðla,
og verandi gongd við høg
um og hækkandi oljuprísum
heldur fram, liggur flotin
um stutta tíð. Tá noyðist tað
almenna í staðin at veita
hesum monnum og familj
um teirra sosialhjálp, sigur
hann.
Bíligari rakstur
Jan Højgaard ásannar, at
ymiskt er, hvussu skipini
verða rikin, og hann heldur,
at umráðandi er, at útreiðs
lurnar av umsiting í landi
ikki gerast ov stórar.
Tað er úti á fiskifeltinum,
at inntøkurnar verða skapt
ar, og tað eru í fyrsta lagi
hesir menn, ið eiga ágóðan
av tí, ið veitt verður.
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum heldur ikki, at
politiski myndugleikin er
greiður yvir, hvussu álvar
som støðan hjá fiskiflotan
um í veruleikanum er.
Tey billa sær ymiskt
inn, men tað nyttar einki at
lata eyguni aftur og halda,
at alt fer at laga seg – uttan
at nakað verður gjørt fyri at
byrgja uppfyri tí stóru
kreppuni, ið bankar á dyrn
ar, sigur Jan Højgaard.
Oljustuðul ella sosialhjálp
Einir 60-70 mans vóru á fundi um álvarsligu støðuna hjá
djúpvatnsflotanum
Mynd: Niels Hammer
Umboð fyri manningarfeløgini á kreppufundi á Tvøroyri í gjárkvøldið
Mynd: Niels Hammer
Meira enn helmingurin av djúpvatnstrolarunum liggja, teir
flestu í Suðuroy
Mynd: Niels Hammer
tíðindi
9