fríggjadagur 6. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 6. juni 2008
15
nøvn
Solbakken tann 4.juni 2008
Eg minnist væl tá eg sum smágenta
plagdi at fara niðan í Brøttulíð á vitjan
hjá Maluni fastur og Hjørleif (soleiðis
kallaði eg hann). Mær dámdi sera væl
at fara niður í kjallarin, inn til Hjørleif
at hyggja at meðan hann prentaði
ymiskt. Fyri meg, í barnastødd, var
hendan prentimaskinan ið Hjørleif
brúkti í frítíðini, ógvuliga stórsligin á
at líta, og eg var sera stolt av at Hjør
leif var giftur við júst mínari fastur.
Onkuntíð slapp eg at hjálpa til við
at leggja alt pent í bunkar, men
minnist væl at Hjørleif plagdi fyrst at
kanna eftir um eg var í fínum klæðum
ella ikki, so at eg ikki skuldi gerast
svørt av papírinum. Onkuntíð snýtti
eg og royndi at goyma fingarnar á veg
útaftur, tá plagdi hann at smíla eitt
sindur skeivt, og bað meg skunda
mær at vaska fingarnar væl.
Hjørleifi dámdi væl at fortelja
mær ymiskar søgur frá sínum lívi, og
eg minnist væl at eg helt tað vera so
deiligt at ein vaksin maður vildi seta
tíð av til mín, eina smágentu.
Av og á slapp eg at yvirnátta í
Brøttulíð, og lá í millum hjá fastur
og Hjørleif. Um morgnarnar sótu vit
so og hugnaðu okkum í køkinum við
spølum. Tað vóru góðar løtur fyri
meg, og eg fari ongantíð at gloyma
tað.
Eg var eisini mangan á gáttini úti hjá
Sosialinum, tá fyritøkan húsaðist á
Argjum, hvar ið Hjørleif arbeiddi.
Hann var altíð so blíður, og glaður um
vitjanina, og gav sær altíð tíð til at vísa
mær eitt hvørt, ella bara práta við meg
eina løtu.
Tá eg, saman við foreldrunum, av
og á hava tosað um okkurt sum vit
eisini kundu seta í samband við Hjør
leif, er tað so stuttligt at síggja, at tað
altíð er við einum smíli, at vit minnast
hann. Hann segði so nógv stuttligt, og
kundi faa nógvar góðar løtur enn
betur.
Seinastu árini hava verið merkt av
sjúku, og er tað nakað sum eg og
míni kenna til, so er tað júst sjúka.
Eg veit at tað hevur verið ógvuliga
tungt, men eg haldi at tú fastur, og tit
míni sysknabørn, hava verið so røsk
hesi seinastu árini. Og teir møguleik
ar vit hava havt at vera saman við
tykkum á Lágargarði saman við Hjør
leifi, sást avgjørt at tykkara kærleiki
og umsorgan hevur verið honum til
góða hjálp.
Eg vildi ynskt at vit kundu havt verið
har, saman við tykkum, at fylgja honum
til hansara seinasta hvíldarstað. Hoyrdi
frá babba at veðrið var so gott, og ja nú
rísur æviga sólin yvir Hjørleif. Og góða
fastur, Øssur, Rúna og Thea við fam
ljum, vit hugsa um tykkum øll.
Eg vil enda her við Sálma 121, v.
5.7.8. og lýsa frið yvir minnini um
Hjørleif.
Harrin er Tann, ið varðar teg,
Harrin er skuggi tín undir høgru lið
tíni;
Harrin varðar teg fyri øllum illum,
Harrin varðar sál tína,
Harrin skal varða útgang og
inngang tín,
Frá nú og til ævigar tíðir
Heilsan úr KBH
Frá Rutt Leo Skarðenni v/fam.
Minningarorð um
Jarleiv Hilduberg
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Ingibjørg Nicolajsen
f. Zachariasen,
ættað úr Klaksvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 5. juni,
86 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin 8. juni kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Árni, Per, Gunnvør og Did
Tey, ið vilja minnast Ingibjørg kunnu ístaðin lata Havnar kirkju
eina gávu, konta í Eik Banka.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum,
ið á ymiskan hátt gjørdu mær 80 ára
føðingardagin gleðiligan og minnisríkan.
Bestu heilsanir
Nicolina Jensen Beder
Í gjár helt Janus Petersen,
Janus í Bindibókini, 80 ára
føðingardag í Bygdarhúsin
um í Kollafirði, sum greitt
varð frá í blaðnum miku
dagin.
Tað var nógv fólk komið
at heilsa Janusi. Tann elsti
gesturin mundi helst vera
tann 92 ára gamli Díðrik
Joensen, sum er mammu
beiggi Janus. Aðrir gestir
vóru hansara systkin Silvur
lýn, Arngrim, Dagmar og
Frida. Tað eru tey fimm, sum
eru eftir av 13 systkjum.
Dagmar var komin úr
Íslandi, har hon hevur búð
stóran part av lívinum. Hon
var gift við Schumann Didr
iksen úr Havn, og tey hava
havt skógvaforrætning í mið
býnum í Reykjavík í mong
ár.
Vit fingu hesa myndina á
føðingardegnum av Dagm
ar, Silvurlýn og Díðrik. Tað
sum er forkunnugt við mynd
ini er, at hon eisini vísir eina
oldurommu
saman
við
mammubeiggja sínum.
Silvurlýn, gift við Hassa
Johannesen, er nevniliga
olduromma at ikki færri en
fimm børnum. Tað elsta er
um skúlaaldur. Hetta merk
ir, at Díðrik er tipoldurommu
beiggi til hesi børn. Ættin
kann tískil vísa heili seks
ættarlið á lívi. Tað kundi
verið áhugavert at vita, um
nakað annað dømi er um
hetta í Føroyum.
Silvurlýn er 85 ár og elst
av systkjunum. Dagmar er
nummar seks, og hon er 79
ár. Tað er lætt at rokna út, at
her er komið eitt barn á
hvørjum ári. Hetta var nú
ikki heilt óvanligt tá í tíðini.
Men knotur hava verið í
hesum gomlu, og hetta
hevur eisini verið galdandi
fyri mammuna Onnu Katr
inu. Hóast alt baks, hon
hevur havt, gjørdist hon 84
ára gomul.
Men at vera elst sum genta
í einum slíkum systkina
flokki hevur eisini sett síni
krøv, og hetta gjørdist upp
gávan hjá Silvurlýn. Dreing
irnir sluppu lættari. Silvurlýn
tók sær so nógv av sínum
yngri systkjum, at onkur
kom at spyrja hana einaferð,
um hon ikki var mamma
teirra! Tað yngsta av teimum
er eini 20 ár yngri enn hon.
Hesa umsorgan fyri familjuni
hevur Silvurlýn framvegis.
ó.
Olduromma saman við mammubeiggja
Díðrik saman við systirdøtrunum Dagmar, í miðjuni, og Silvurlýn