fríggjadagur 6. juni 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 107 - 6. juni 2008
Starvsinnihaldið er í høvuðsheitum at
bóka inngjøld í debitorbókhaldinum
um framt at røkja aðrar áhugaverdar
uppgávur á fyritøkuni.
Tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag,
góð samstarvsevnir og ert íðin. Tú
hev ur students-, HF- ella HH-prógv
og skalt helst kunna byrja í starvinum
1. juli og í seinasta lagi 1. august
2008.
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi
við starvið, ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Eyðnu Justinussen,
eydna@liv.fo, 21 95 75.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 15. juni 2008.
Avloysari til roknskapardeildina
Lív søkir eftir fólki til roknskapardeildina fyri eitt av
starvsfólkum okkara, ið fer í barnsburðarfarloyvi.
Føroya Lívstrygging · Kopargøta 1 · Postsmoga 206 · 110 Tórshavn
Tel. 311111 · Faks 351110 · www.liv.fo · liv@liv.fo
Føroya Lívstrygging er Føroya størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg
og virkir. Í løtuni starvast 28 fólk á Føroya Lívstrygging. Trygging argjøldini í 2007 vóru
288 mió. kr., og vit umsita eftirlønaruppsparing fyri 2,46 mia. kr.
Sum næmingur hjá okkum verður tú
partur av toyminum, ið stendur fyri
eftirlønum og samskifti við viðskiftafólk
okkara, har tú fert at tryggja teimum
bestu tænastu í tøttum samstarvi við
tínar starvsfelagar.
Vit vænta, at tú ert framsøkin, íðin og
hevur góð samstarvsevni, eins og tú
ert væl fyri í talu og skrift. Útbúgvingin
tekur tvey ár og gevur breiðan førleika
innan fíggjarheimin.
Tú skalt hava lokið students-, HF- ella
HH-prógv. Fært tú prógv í summar, ert
tú eisini vælkomin at søkja.
Hevur tú okkurt at spyrja um í sam-
bandi við starvið, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Poul Christoffur
Thomassen á tel 231 111 ella á
pct@liv.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 15. juni 2008.
LÍV søkir eftir næmingi
Marknaðurin fyri lívstrygging og eftirløn í Føroyum er í
stórum vøkstri. Fyri at kunna veita viðskiftafólki okkara
bestu loysnirnar, søkir LÍV eftir næmingi.
Føroya Lívstrygging · Kopargøta 1 · Postsmoga 206 · 110 Tórshavn
Tel. 311111 · Faks 351110 · www.liv.fo · liv@liv.fo
LÍV er Føroya størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til føroyska arbeiðsmarknaðin.
Í løtuni starvast 28 fólk á LÍV. Tryggingargjøldini vóru í 2007 288 mió. kr., og vit umsita
eftirlønaruppsparing fyri 2,46 mia. kr.
MONTØRUR
Casa søkir eftir montøri at byrja beinanvegin.
Casa er partur av Nema-samtakinum og bjóðar
skrivstovuinnbúgv til virkir og stovnar, umframt sniðinnbúgv
til heimið. Vit leggja dent á holla ráðgeving og fyrsta floks
tænastu.
Arbeiðið er bygt á toymi og fevnir um
· Montering og uppseting av møblum á verkstaði okkara
og úti hjá kundum
· Flutningsuppgávur til og frá goymslum okkara
· Aðrar uppgávur í samráði við leiðaran í Casa
· Internar húsavarðaruppgávur
· Annað fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi
Yrkisførleikar
Vit vænta, at tú hevur royndir í yrkinum og hevur
handverksligan førleika. Koyrikort er krav, og fyrimunur er
eisini at kunna koyra trukk og lastbil.
Eginførleikar
Tú ert fyrikomandi og skyldurøkin, sýnir áræði og ábyrgd, og
tú arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og saman við øðrum. Tú
ert likamliga væl fyri, tí starvið kann stundum vera kropsliga
krevjandi.
Arbeiðsvikan er 40 tímar, og lønin verður sambært avtalu.
Heldur tú, at starvið er nakað fyri teg, frætta vit fegin frá
tær. Umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin
16. juni og skal stílast til:
NEMA
Starvsfólkadeildin, att: Sam Jakobsen, HR-leiðara
Brekkutún 4
Postmoga 109
110 Tórshavn
www.casa.fo