fríggjadagur 6. juni 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingartilfar
Junibacken, Skan
sen, Vasamuseet,
skergarðsbátarnir
og mangt mangt
annað er tað ein
fær ókeypis, um ein
velur at keypa tað
sokallaða ”Stock
holmskortet” tá
ein vitjar svenska
høvuðsstaðin
Stokkholm
Um ein vitjar Stokkholm fyri
fyrstu ferð, er tað óivað nógv
ein vil síggja í hesum søguliga
og áhugaverda býi.
Stokkholm er, sum tann
kongaligi høvuðstaður hann er,
heimbýur hjá kongafamiljuni í
Svøríki. Tí eru tað nógv konga
lig slott og søvn ein kann vitja.
Eitt nú Drottningholmsslott,
sum varð bygt í 1600talinum,
og har kongafamiljan nú býr.
Rundan um Drottningholm er
ein sera vakur urtagarður í
barokkstíli, og mitt í honum
liggur eitt lítið ljósareytt slott,
sum kallast ”Kinaslott”, sum
forelskaði kongurin Adolf
Fredrik bygdi til sína drotning
ár 1750. Kinaslott er við á
heimsarvslistanum hjá
UNESCO.
Ein onnur drotning, ið eisini
búði í Stokkholm, var bók
mentadrotningin Astrid Lind
gren. Hon búði næstan alt sítt
lív í sentrala Stokkholm, og
nakrar av bøkrum hennara sum
”Karlsson á takinum” fekk hon
íblástur til av stórbýarlívinum.
Um ein ferðast við børnum í
Stokkholm, er tað avbera
stuttligt at fara til Junibacken
og villast inn í heimin hjá Pippi,
Emil, Madicken, Brøðurnar
Leivuhjarta og øllum hinum,
sum ein lesur um í bøkrunum
hjá Astrid Lindgren.
Fyri at ferðast runt til hesi
ymisku søvnini, kann ein velja
millum buss, tok, bát ella
sporvogn. Um ein hevur keypt
”Stockholmskortet” er tað
ókeypis at fara við øllum
hesum.
Ein uppliving er at fara við
báti í Stokkholm. Býurin er
bygdur á 14 oyggjar, ið eru
samanbundnar við 57 brúgv
um. Um ein hevur keypt
”Stockholmskortet” so kann
ein velja at fara ein ókeypis túr
antin rundanum oynna Djur
gården ella oynna Kungs
holmen.
Djurgården er ikki nakar
rættuligur djóragarður, sum
navnið sigur, men ein frítíðar
oyggj við tivoli, søvnum,
vøkrum urtagarðum og heim
sins størsta uttandura savni,
Skansen. Á Djurgården eru
bara nøkur fá bústaðarhús, tí
oyggin mest verður brúkt sum
frítíðardepil fyri ferðafólk og
stokkholmarar, ið vilja út at
njóta náttúruna mitt í býnum.
Á Skansen eru gomul hús úr
øllum Svøríki savnaði og
summartíð eru eisini fólk í
teimum, sum gera tað ein
gjørdi fyrr í tíðini.
Undir liðini á Skansanum er
eisini eitt stórt tivoli ”Grøna
Lund” og gongur ein ein
stuttan túr eru søvnini Vasa
museet og Aquaria eisini verd
eina vitjan.
Samanlagt eru tað heili 75
søvn ein kann vitja um ein
keypur Stokkholmskortið. Ein
kann eisini velja, hvussu nógv
ar tímar kortið skal verða
galdandi 24, 48 ella 72 tímar.
At vitja heili 75 søvn er nokk
eitt sindur ov nógv fyri tey
flestu av okkum, men um ein
vil fáa nógv áhugavert við í
Stokkholm, er tað eitt gott
hugskot at fara út á Djurgården
og spáka runt á teimum ymisku
søvnunum.
Adressa:
www.stockholmtown.com
Puntur nr. 15
lýsingartilfar
Ferðatrygging
Ferðatrygging
Far bara
- vit fylgja tær
www.sansir.fo
Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja
ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina.
Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600,
Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
Stokkhólm – ein býur
á 14 oyggjum