Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 6. juni 2008 lýsingartilfar 55 2007 2008 Spælið við í stóru summarkappingini hjá Sosialinum. Vinningar fyri 1/4 millión. Puntar eru í Sosialinum frá 19. mai til 20. juni. Stiðjagøta 10 · Boks 1008 · FO- 110 Tórshavn · Tel. 35 38 97 Fax: 35 38 98 · jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo · www.weihe.fo Sláimaskina Texas Smart 3400 EL Fyrr 1.495,- NÚ bert 1.195,- VIKUBLAÐIÐ Kunningarstovan í Havn tel. 302425 Bøkur Fløgur DVD Vitin Kristiligur Bókhandil Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62 Hópin av nýggjari vøru! Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin !%(    ! '  !'$# !   #    & ' '  ' '  &$    www.hogv.fo            Mumitrøllini til Klaksvíkar Leygarkvøldið verður ein heldur øðrvísi framførsla í Atlantis í Klaksvík, tá vælumtóktu Mumitrøllini úr Finlandi koma á vitjan Nú Klaksvík hevur vitjan úr Tammerfors í Finlandi, hava gestirnir tikið nøkur av kendu Mumitrøllunum við sær. Mumitrøllini búgva vanliga í Mumidalinum í Tammerfors, men nú eru nøkur av teimum farin út at ferðast. Flestu børn munnu kenna tey fittu, tjúkku Mumitrøllini, sum líkjast áarrossum og eru so góðir vinir. Tað er finska listakvinnan, Tove Jansson, sum hevur uppfunnið og teknað Mumitrøllini. Seinni blivu øll mumitrøllini og Mumidalurin gjørd til eina framsýning, sum er at síggja í finska býnum Tammerfors. Nú gestir úr Tammerfors eru komnir til Klaksvíkar, fara Mumitrøllini sum vera man at seta sín serliga dám á vitjanina. Við í ferðalagnum eru nevniliga Stóra Mumitrøllið og Summuniken, og leygarkvøldið fara tey at skipa fyri trimum framførslum við filmi, myndum og tónleiki. Fyrsta framførslan fortelur um lívið og góða vinarlagi í Mumidalinum, um Tammerfors og um Tove Jansson. Næsta framførslan er um munnhørpuskúlan hjá Susmmumriken. Eisini fer Heikki Mäenpää, sum hevur gjørt tónleikin til Mumifilmarnar, at læra tey, sum hava hug, at spæla munnhørpu. Triðja framførslan er um náttúru, søgu, mat og menniskju í Tammerfors. Framførslurnar í Atlantis leygarkvøldið byrja klokkan 20.Finska listakvinnan, Tove Jansson, hevur gjørt tekningarnar og søgurnar um Mumitrøllini í Mumidalinum í Tammerfors