Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008 Bólkur A ✦ Portugal Silvurheiðurs­merk­ ið í EM 2004 og fjórða plás­s­ið við HM í 2006 hevur av álvara givið portugis­um trúnna á, at liðið kann vinna s­ítt fyrs­ta altjóða gullheiðurs­­ merkið í s­ummar. Serliga eru eyguni vend móti s­tørs­tu s­tjørnuni av øllum: Cris­tiano Ronaldo Portugal Uni Holm Johannesen post@sosialurin.fo Hóast Portugal í fleiri tíðarskeið av álvara hevur bjóðað teimum stóru av í altjóða høpi, so er framvegis ikki eydnast landslið­ num at vinna gullheiðursmerki til landið. Síðan aldarskiftið hevur Portugal, við venjaranum Luiz Felipe Scolari á odda, staðið fyri frálíkum úrslitinum – men nú eru portugisar troyttir av at bíða. Hesaferð skal tað verða. Ronaldo er stjørnan Fyrrverandi stórleikarar sum Figo, Rui Costa og Pauletta eru ikki við longur, og ábyrgdin liggur nú á herðunum á heim­ sins besta fótbóltsleikara, Cristiano Ronaldo. Fleiri hava hug at seta spurnartekin við, um hann er uppgávuna búgvin. Vongurin úr Manchester United hevur prógvað sítt á vøllinum, men í landsliðshøpi hevur ikki altíð gingið eftir vild. Maniche er heldur óvæntað ikki í hópinum, meðan nógv verður væntað av lítla beiggja hansara, Jorge Ribeiro. Liðið Væntandi verður Portugal at síggja í eini 4­3­3 uppstilling. Fáir venjarar ráða yvir so evnaríkum framrættaðum leikarum sum Scolari, har millum annað Ronaldo, Simão, Nani og Quaresma kunnu røkja plássini. Í undankappingini hevði liðið trupult við at skjóta mál, og nú Pauleta ikki er úttikin, skulu Nuno Gomes og Hugo Almeida royna seg í hesum leiklutinum. Millum verjuleikararnar verða Ferreira, Pepe, Carvalho og Bosingwa helst í byrjunar­ uppstillingini, meðan Veloso, Meireles og Moutinho vænt­ andi verða miðvallarar. Serliga hevur hesin seinasti nevndi gjørt um seg í Sporting Lissabon og portugisisku landskappingini í júst farna kappingarári, og spennandi verður at fylgja honum. Portugal er eyðkent fyri at vera nógv á bóltinum, har einstaklingarnir standa fyri hugflognum og gjøgnum­ brotunum. Kvikleikin í fram­ rættaða spælinum gevur teimum greiðan fyrimun í skjótálopum, sum portugisar vanliga dúva uppá. Sinnalagið ein trupulleiki Síðan 2003 hevur Luiz Felipe Scolari staðið við stýrisvølin hjá portugisiska landsliðnum. Serliga er 59 ára gamli brasilianin kendur fyri sítt sinnalag, sum seinast var í miðdeplinum í undankapp­ ingardysti móti Serbia. Tá gjørdi hann ikki mætari enn gav einum mótstøðuleikara ein upp á kjaftin. Scolari hevur verið venjari í heili 14 ymiskum feløgum, og størsta avrikið hevur uttan iva verið, tá hann leiddi Brasilia til gull við heimsmeistaraheitið í 2002. Brasilianski venjarin hevur verið heldur varin, tá hann í fjølmiðlunum hevur prátað um endaspælið í summar. Á liðnum eru fleiri verandi og komandi stórleikarar, og Scolari hevur staðfest, at møguleiki er sjálvsagt fyri at standa ovast, tá heiðursmerkini verða býtt. Eitt er í øllum førum vist: Portugisar eru troyttir av at bíða. Portugal 1 Ricardo 2 Paulo Ferreira 3 Bruno Alves­ 4 Bos­ingwa 5 Fernando Meira 6 Raul Meireles­ 7 Cris­tiano Ronaldo 8 Petit 9 Hugo Almeida 10 João Moutinho 11 Simão 12 Quim 13 Miguel 14 Jorge Ribeiro 15 Pepe 16 Ricardo Carvalho 17 Ricardo Quares­ma 18 Miguel Velos­o 19 Nani 20 Deco 21 Nuno Gomes­ 22 Rui Patrício 23 Hélder Pos­tiga Venjari: Luiz Felipe Scolari Troytt av at bíða Kviku portugisisku beinini ætla sær nú at náa allan vegin í einum endaspæli Mynd: Polfoto