fríggjadagur 6. juni 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 5
Undir leiðslu
av Sepp Pion
tek fekk Turka
land bert 1
1 javnleik á
Tórsvølli í juli
mánaði í 1991.
17 ár og eina
HMhálvfinalu
seinni er støð
an ein heilt
onnur
Turkaland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fáar fótbóltstjóðir hava tikið
seg eins nógv fram, sum Turka
land hevur gjørt seinasta góða
tíggjuára skeiðið ella so.
Frá at vera ein fótbóltstjóð,
har múgvandi felagsforsetar
hava havt stórar vónir og eins
stór vónbrot til síni lið, sam
stundis sum landsliðið bert var
nakað sekundert, er sama
landslið í dag nakað, sum øll
tjóðin stendur saman um.
Hóast Piontek millum annað
mátti taka til takkar við hálv
gum eyðmýkjandi javnleikinum
í Gundadali á sinni, so var
danski týskarin ein tann størsti
katalysatorurin í royndini at
lyfta turkiskan fótbólt. Júst
hansara disciplin var tað, sum
skuldi til, soleiðis at forkelaðu
spælararnir, ið livdu sum stjørn
ur í heimlandinum, brádliga
eisini tóku landsliðið í álvara.
Nakað sum eisini bar við sær,
at europar brádliga eisini fóru
at læra seg onnur turkisk fót
bóltsnøvn enn bara Hakan
Sükür, sum eftir eitt miseydnað
uppihald í italskum fótbólti
áhaldandi bumbaði bóltar inn
fyri bæði Galatasary og turk
iska landsliðið.
Fjórðu ferð á rað
Í nýggjari tíð kom gjøgnumbrot
ið seinnu helvt av 90’unum.
Fyrsta endaspælsluttøkan í 42
ár – í Onglandi í 1996 – var tó
ein meira enn hálv fiasko, har
Turkaland mátti við ongum
stigi og málmuninum 05.
Men síðani gekst betur. Bæði
í 2000 og í 2004 sendi Turka
land soleiðis vertstjóðirnar úr
kappingini, og tann møguleikan
hava teir aftur, nú Sveis er í
sama bólki. Størsta úrslitið
kom tó í 2002, tá Turkaland
vann HMbronsu.
Soleiðis er talan hesa ferð
um fjórðu EMluttøkuna á rað
hjá tjóðini, ið spakuliga hevur
ment seg til at teljast millum
tær heilt sterku í Europa.
Og teir hava væl eisini nakað
at hava reypið í. Skjótt 37 ára
gamli Sükür er kanska ikki
longur við á liðnum. Men hóp
urin telur nú fleiri spælarar,
sum eisini fáa klokkur at ringja.
Nøvn, sum í størri og minni
mun eru við til at seta sín dám
á fótbóltin í Onglandi, Týsk
landi, Spania og Russlandi. Og
við styrkini, ið eitt nú Fener
bache vísti í ár, er eisini próv
fast, at eisini heimligu turkisku
spælararnir eru vanir við trýst
ið og treytirnar á altjóða palli
num.
Við Fatih Terim hevur liðið
eisini ein venjara, ið hevur
serstakliga góðan kunnleika til
altjóða fótbólt, og so er spurn
ingurin, hvussu langt turkarnir
kunnu klintra hesaferð.
Skulu hevna Sveis
Meira enn nakað, so kann eyð
kenda sinnalagið verða avger
andi í so máta. Síggja vit eitt
lið, sum stendur og stríðist
saman sum ein eind, eins og
teir gjørdu í 2002. Ella verður
talan um ragnarok á vøllinum,
sum tað var, tá Sveis fyri hálv
um triðja ári síðani tók HM
plássið frá Turkalandi. Tað
tapið syrgdi fyri, at Turkaland
als ikki var partur av enda
spælinum, og besti høvið at
vaska hetta burtur er helst, tá
farið verður inn á vøllin í Basel
tann 11. juni til næsta dystin í
bólkaspælinum. Tí hóast bæði
Kekkia og Portugal á
pappírinum eru størri bitar, so
er júst dysturin móti Sveis
kanska tann, ið spælararnir
mest av øllum vilja vinna.
Bólkur A ✦ Turkaland
Turkaland
1 Rüştü Reçber
2 Servet Çetin
3 Hakan Balta
4 Gökhan Zan
5 Emre Belözoşlu
6 Mehmet Topal
7 Mehmet Aurélio
8 Nihat Kahveci
9 Semih şentürk
10 Gökdeniz
Karadeniz
11 Tümer Metin
12 Tolga Zengin
13 Emre Güngör
14 Arda Turan
15 Emre Aşık
16 Uşur Boral
17 Tuncay şanlı
18 Kazım Kazım
19 Ayhan Akman
20 Sabri Sarıoşlu
21 Mevlüt Erdinç
22 Hamit Altıntop
23 Volkan Demirel
Venjari: Fatih Terim
18 ár eru
langt síðani
27 ára gamli Emre Belözoğlu hevur
kanska ikki livað upp til stóru
vónirnar, sum vórðu settar til
hansara í Newcastle. Men hann
hevur framvegis eina stóra stjørnu
á landsliðnum, har spælistílurin
eisini tykist hóska betur til
hansara
Mynd: Polfoto/AP