fríggjadagur 6. juni 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur D ✦ Svøríki
Svøríki
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Svøríki og Danmark vóru í
sama EM-undanbólki. Liðini
vóru í holt við at leika ein
dreymadyst, har støðan var
javnleikur 3-3. Men so missur
fyrst danski spælarin, Christian
Poulsen fatningin og slær
Marcus Rosenberg hjá Svøríki,
og dómarin vísir honum av
vølli, og dømir brotsspark til
Svøríki. Men so hendir tað,
sum ikki skal henda, og sum
enn ríður dønum sum marran.
Ein danskur viðhaldsmaður,
sum enntá býr í Suður-
Svøríki(!) rennir inn á vøllin og
ætlar at sláa týska dómaran,
Herbert Fandel, kaldan.
Dómarin steðgar dystinum, og
Svøríki verður dømt til at vinna
dystin. Svøríki er enn einaferð
við til eitt endaspæl, meðan
Danmark situr uttanfyri. Svøríki
er í bólki við Spania, Russlandi
og Grikkalandi, og hevur Svø-
ríki ein góðan møguleika at
vinna seg víðari til fjórðings-
finalurnar. Tó hevði Svøríki
eina ringa aðalroynd sunnu-
dagin, har teir á heimavølli
taptu 0-1 ímóti Ukraina.
Góðir offensivir leikarar
Við spælarum sum Johan
Elmander, Zlatan Ibrahimovic,
Frederik Ljungberg, og nú
eisini Henrik “Henke” Larsson -
sum tekur enn eitt tørn fyri
landsliðið – kann Svøríki verið
ein stór hóttan fyri mótstøðu-
lið.
Markus Rosenberg, sum
spælir fyri Werder Bremen í
týsku bundesliguni plagar
eisini at verða góður fyri nøkur
mál. Zlatan Ibrahimovic er
millum kendastu og dýrastu
fótbóltsspælararnar í Evropa,
og er hann í góðum lagi skulu
Spania, Russland og Grikka-
land veruliga ansa sær. Johan
Elmander hevur ikki havt eina
optimala heilsu, og hevur hann
havt manglandi ilt í blóðnum.
Ein kostætlan hevur tó bøtt um
heilsuna hjá Elmander, og
hevur gjørt hann til ein enn
sterkari og betri fótbóltsspæl-
ara. Í árinum 2004-2006 spældi
Elmander við Brøndby, og er
hann ein tann besti spælarin,
sum nakrantíð hevur spælt við
Brøndby.
Parturin av svensku ítróttar-
pressuni, sum hevur hug at
fara í sjálvsving ivast ikki í at
nevna Zlatan og Elmander til
“Heimsins besta álopspar”.
Elmander leggur eina við, at
tað at spæla saman við Zlatan
er við til at hækka støðið hjá
honum. Zlatan ásannar, at
Elmander rennur meiri enn
hann, og at hann tí setur stóran
prís uppá samstarvið við
Elmander.
Onkuntíð rok
Tó at svenskarar eru kendir fyri
at verða eitt disiplinerað fólka-
slag, so hevur veruligt rok
onkuntíð verið í svensku lands-
liðsleguni. Frederik Ljungberg
og risin í svensku verjuni, Olof
Mellberg bardust á einari venj-
ingarlegu í 2002. Báðir eru við í
hópinum, og tí verður eisini
uppgávan hjá Lars Lagerbäck
at síggja til, at samhaldið verð-
ur optimalt í svensku EM-
leguni.
Svøríki kom í hálvfinaluni tá
EM var í Svøríki í 1992. Í HM-
høpi hevur Svøríki vunnið
silvur í 1958, og bronsu í 1994
og í 1950. HM-bronsuna í 1994
valdu svenskarar, sum “Aldar-
innar ítróttarbragd” í 2001.
Svøríki og Føroyar spældu
ein venjingardyst fyrst í hesi
øldini í einari innandura
fótbóltshøll í Växsjö. Dysturin
endaði 0-0, eftir at Jákup
Mikkelsen hevði bjargað einum
brotssparki.
Tann norðurlendska vónin
Svøríki
1 Andreas Isaksson
2 Mikael Nilsson
3 Olof Mellberg
4 Petter Hansson
5 Fredrik Stoor
6 Tobias Linderoth
7 Niclas Alexandersson
8 Anders Svensson
9 Fredrik Ljungberg
10 Zlatan Ibrahimović
11 Johan Elmander
12 Rami Shaaban
13 Johan Wiland
14 Daniel Majstorovic
15 Andreas Granqvist
16 Kim Källström
17 Henrik Larsson
18 Sebastian Larsson
19 Daniel Andersson
20 Marcus Allbäck
21 Christian Wilhelmsson
22 Markus Rosenberg
23 Mikael Dorsin
Venjari: Lars Lagerback
Teir bláu og gulu ætla
at leypa á og hava eisini
spælararnar til tað
Henke Larsson ger comeback á svenska landsliðnum,
og hann plagar at verða góður fyri nøkur mál
Mynd: Polfoto