Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 25 Bólkur D ✦ Russland Eftir at Dick Advocaat leiddi Zenit Skt. Peters­ borg til UEFA­ Cup­gull, er russ­ iska vónin nú, at landsmaður hansara skal føra landsliðið aftur á tindarnar Russland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá jarntjaldið fall, hevði hetta eisini sína avgjørdu ávirkan á ítróttarligu úrslitini hjá Sovjet­ sam­veldinum­. Russland, sum­ tjóðin nú aftur æt, m­inkaði í stórum­, so hvørt sum­ ym­su lýðveldini tóku fullveldi, og eins og í so nógvum­ øðrum­ viðurskiftum­, so varð Russland brádliga ikki longur at rokna sum­ nakað veruligt stórveldi. Ikki m­inst hevði gam­la Sovjetsam­veldið havt síni stóru orð at siga í EM­høpi, har teir vunnu gull í fyrstu royndini í 1960. Síðani gjørdist talan í trim­um­ førum­ um­ silvurm­erki – tað seinasta í 1988. Síðani m­úrurin fall hevur Russland tríggjar ferðir verið í EM­ endaspælinum­, m­en enn er ikki eydnast landinum­ at vinna seg víðari úr bólkaspælinum­. Kemur altíð víðari Og fyrst og frem­st er tað hendan siðvenjan, sum­ Guus Hiddink skal broyta. Hollendski strategurin er kendur fyri at vera serstakliga væl fyrireik­ aður, líkam­ikið hvør uppgávan er. Og avrikini hava eisini verið fram­úr. Við Suðurkorea gjørdist hann num­m­ar fýra í HM­enda­ spælinum­ í 2002, og fýra ár seinni leiddi hann Australia víðari úr bólkaspælinum­, áðrenn liðið í fjórðingsfinaluni tapti m­óti kom­andi heim­s­ m­eistarunum­ úr Italia. Enntá eftir eitt sera ivasam­t brotsspark. Tí var úrslitalistin í lagi, tá russiska fótbóltssam­bandið setti Hiddink í sessin, og við at spæla seg fram­ um­ Ongland í undankappingini staðfesti Hiddink eisini sína støðu. Eisini hóast hetta kravdi kroatiska hjálp í seinasta dystinum­. Og so kundi verið lagt afturat, at hollendskir venjarar í løtuni hava serstakliga høgan status í Russlandi. Dick Advocaat, sum­ fyri stuttum­ leiddi Zenit Skt. Petersburg til gull í UEFA­Cup kappingini, er nevnliga eisini hollendingur. Og Hiddink hevur alm­ent sagt, at hansara dreym­ur er, at hann verður boðin á skrivstovuna hjá Putin, tá EM­gullið er kom­ið til høldar. Vanta royndir Skal dreym­urin renna út, so skal alt tó rigga hjá russunum­. Ikki m­inst eyðkenda og skjótt­ gangandi álopsspælið, sum­ ukrainska Dynam­o Kiev gjørdi til vørum­erki undir Lobanovsky, og sum­ Petersburg til tíðir sýndi í UEFA­Cup kappingini. Spurningurin er tó, um­ liðið í nóg stóran m­un m­egnar at standa m­óti m­entala trýstinum­, tá veruligur spenningur kem­ur í dystirnar. Við tapinum­ í Ísrael í undankappingini vísti Ísrael, at hetta ikki altíð er so lætt, og hóast góðu fótbóltsevnini, so er talan í stóran m­un um­ ein ham­puliga óroyndan hóp, har eingin spælari enn hevur rundað teir 50 landsdystirnar. Og í so m­áta var tað m­eira enn bara m­erkisvert, at Hiddink ikki Aleskandr Kerzhakov úr Sevilla á listanum­, tá EM­hópurin varð kunngjørdur. Hinvegin eru fram­vegis vandam­iklir harrar á liðnum­. Og raka Arshavin, Sychev og aðrir dagin, kunnu teir volda m­eira enn bara lítlar trupul­ leikar hjá flestu m­ótstøðu­ verjunum­. Hollendskt lyfti í Russlandi Russland 1 Igor Akinfeev 2 Vasili Berezutski 3 Renat Yanbaev 4 Sergei Ignashevich 5 Aleksei Berezutski 6 Roman Adamov 7 Dmitri Torbinskiy 8 Denis Kolodin 9 Ivan Saenko 10 Andrei Arshavin 11 Sergei Semak 12 Vladimir Gabulov 13 Pavel Pogrebnyak 14 Roman Shirokov 15 Diniyar Bilyaletdinov 16 Vyacheslav Malafeev 17 Konstantin Zyrianov 18 Yuri Zhirkov 19 Roman Pavlyuchenko 20 Igor Semshov 21 Dmitri Sychev 22 Aleksandr Anyukov 23 Vladimir Bystrov Venjari: Guus Hiddink Hollendski Guus Hiddink er fyrsti vesturlendingurin, sum hevur ábyrgd av russiska fótbóltslandsliðnum Mynd: Polfoto/AP