fríggjadagur 6. juni 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Í dag er EM-endaspælið
bert enn eitt fet í stjørnu-
settu paradunum, sum
síggjast á skíggjanum
alt árið. Í so máta var
tað meira forkunnugt,
tá stjørnurnar bert sóust
annað hvørt ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Premier League, Seria A, Bundesliga og
la Primera eru í dag gerandiskostur hjá
sofa-venjarum kring alt Europa.
Stjørnusettu europisku stórfeløgini trína
hvønn dag inn í stovur okkara, og so
kann hyggjarin við einum knappatrýsti
velja og vraka ímillum, hvørjum
hyggjast skal eftir.
Kendu úrslitið
Í so máta er EM-endaspælið bert enn
ein viðfáningur í rúgvusmikla
fótbóltsmeldrinum. Eisini hóast HM- og
EM-endaspøl framvegis verða roknað
sum hæddarpunktið á einum drúgvum
kappingarári.
Í so máta slapp nostalgi’in í hásæti,
filmurin um donsku dynamit-
dreingirnar varð vístur á hvíta
løriftinum herfyri.
Tí fyri ein fótbóltselskandi føroying
vóru tíðirnar tá als ikki tær somu. At
síggja útlendskar dystir beinleiðis var
als ikki aktuelt, men væl varð kortini
fylgt við, hvussu gekst donsku
dreingjunum. Útvarpið samsendi við
DR, soleiðis at lurtast kundi eftir
dystunum beinleiðis, og kvøldið eftir
bara so til at seta seg við kassan at
síggja, hvussu leikur fór. Eisini hóast tú
longu tá visti, hvussu úrslitið bleiv. Og
hóast tú visti, at dómarin fór at døma
nýtt brotsspark, tá Laudrup brendi, ella
at Elkjær fór at sparka seinasta
brotssparkið móti Spania langt upp um
tvørtræið.
Og tað var framvegis eins spennandi.
Bara tað at síggja Elkjær, Laudrup,
Lerby stríðast móti fantastiska Platini,
blaðunga Scifo og altíð vandamikla
Ceulemans var í sjálvum sær
upplivingin. Hetta vóru nøvn, sum tú
annars bert kundi lesa um í
mánadagsútgávuni av Ekstra Blaðnum,
ella kanska í Tipsblaðnum, sum tá
framvegis kundi keypast fyri rímiligan
pening her á landi.
Ógloymandi løtur
Tíðin við forskotnu sendingunum hvarv
tó eftir EM-endaspælið í ’84. Longu til
næstu HM-undankappingina bar til at
síggja danska dynamittið beinleiðis, og
hóast krútið var blivið nakað vátt, tá EM
í ’88 stóð á skránni, so var áhugin
framvegis stórur.
Enn vóru stjørnurnar á skíggjanum
forkunnugar, og ferð eftir ferð kundi
hyggjarin bergtakast av ótrúligu
avrikunum, sum vórðu sýnd. Hesa ferð
vóru Gullit, van Breukelen og van
Basten hetjurnar á einum blómandi
hollendskum landsliði. Og kanón-
fluktarin frá van Basten úr spískum upp
um ein spraklandi Dassajev í russiska
málinum er væl ein tann vakrasta løtan
í altjóða fótbóltssøguni.
At núverandi ítróttarblaðmaðurin
seinni sama summar kundi síggja
nakrar av stjørnunum við egnum
eygum, tá dreingjalið hjá B68 var í júst
Hollandi, gjørdi ikki løturnar minni
ógloymandi.
Tá ríkið var eitt
Hóast føroyska landsliðið hevði trinið á
altjóða pallin við einum braki, so fer
endaspælið í ’92 altíð at standa fast í
minninum hjá øllum í danska ríkinum.
Tá eitt feriurakt danskt landslið slapp
við til endaspælið, tá Juguslavia varð
leikbannað av altjóða samfelagnum,
mundi sjálvt tann ídnasti klapphatturin
ikki gera sær stóru vónirnar um, at talan
skuldi verða um ríkastu løtuna í
danskari fótbóltssøgu.
Men eftir eina laka byrjan stóð alt
ríkið brádliga á einum enda. Eftir at
donsku feriugestirnir høvdu ordnað
fronsku favorittarnar og hollendsku
europameistararnar boygdi Útvarpið
seg fullkomuliga, soleiðis at núverandi
flogstjórin varð sendir yvir at siga frá
dystinum hjá OKKUM móti týsku
heimsmeistarunum.
Hvørki fyrr ella síðani munnu
føroyingar hava kent seg so danskar,
sum hetta juni-kvøldið. Og tó at
viðurskiftini mundu kólnað nakað nógv,
tá bankabjargingin seinni varð sett á
dagsskrá, so stendur hetta minnið enn
sterkt hjá teimum flestu.
Nostalgi’in er burtur
Seinni hava endaspøl so sanniliga eisini
havt sínar ríku upplivingar. Fótbóltsliga
varð endaspælið í Onglandi í 1996 rík
uppliving, og spenningurin var intensur,
tá Italia og Frakland tókust í 2000. Og so
gjørdu grikkar mest sum dønum
kynstrið eftir, tá teir fullkomuliga
óvæntað ognaðu sær heitið seinast.
Men hóast fótbóltskynstrini framvegis
raka absolutta toppklassan av og á, so
verður nostalgi’in neyvan tann sama
aftur. Heimsstjørnurnar eru í dag
gerandiskostur á skíggjanum. Ein
Ronaldo kann næstan bara skuffa, tá
hugsað verður um tað, sum hann longu
hevur prógvað. Og tað sama kann væl
sigast um Ribery, sum øll rópa skal lyfta
arvin eftir Zidane.
Í so máta er upplivingin kanska ikki
tann stóra, sum hon áður hevur verið.
Men hóast alt man hon vera somikið
stór, at næsti lítli mánaðurin í stóran
mun verður nýttur á sofuni.
Kanska vakrasta EM-løtan av øllum. Van
Basten hevur júst heilfluktað úr spískum, og
hóast heimsins besti málverji toyggir seg, so
er eingin vón at røkka skotinum
Mynd: Polfoto/ANP
Tá stjørnurnar
vóru forkunnugar