fríggjadagur 6. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur D ✦ Grikkaland
Europa
meistararnir
Grikkaland
ætla at brúka
somu upp
skrift, sum
tá teir vunnu
EM fyri fýra
árum síðani
Grikkaland
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Alt Europa var tikið á bóli, tá ið
Grikkaland fyri fýra árum síðani
vann europameistaraheitið í
fótbólti. Liðið úr suðureuropa
spældi sítt heilt egna spæl, og
tað gav úrslit. Teir lótu hini
liðini hava bóltin stóran part av
tíðini, vardu sum galt tað lívið,
og so fingu teir eitt mál, sum
avgjørdi dystin.
Hendan sama uppskriftin skal
brúkast, nú Grikkaland skal
verja sítt EM-heitið. Verjan er
framvegis styrkin hjá liðnum,
og venjarin hevur kallað
nógvar av teimum gomlu
hetjunum innaftur til hesa EM-
kappingina.
- Ein og hvør venjari má
leggja taktikkin, so at hann
passar til teir spælararnar, sum
hann hevur at ráða yvir, sigur
týski venjarin hjá liðnum, Otto
Rehagel.
Tað var eisini hann, sum stóð
á odda fyri Grikkalandi í 2004,
tá ið liðið vann EM-gull.
- 2004 hoyrir til fortíðina. Nú
hugsa vit um 2008. Tað eru so
nóg góð lið í Europa, at tað er
eitt bragd bara at sleppa við til
endaspælið, sigur Rehagel.
Royndir spælarar
Grikkaland hevur ein sera
royndan hóp. Nógvir av
spælarunum rundaðu tey 30
árini fyri fleiri árum síðani, og
næstan helvtin av spælarunum
var við, tá ið Grikkaland vann
gull fyri fýra árum síðani.
Besti spælarin í seinasta EM-
endaspæli var Theodoros
Zagorakis, men hann verður
ikki við hesaferð. Hann gavst at
spæla fyri landsliðið í fjørheyst.
Verjuskanin Traianos Dellas var
ein av teimum, sum fekk
veruligt gjøgnumbrot í farna
endaspæli, og hann skal aftur
hesaferð stýra verjupartinum.
Maðurin, sum skoraði málið í
EM-finaluni í 2004, er viðaftur
hesaferð. Angelos Charisteas
varð næstan gjørdur til ein
grikskan gud eftir seinast EM,
men hann skal nú stríðast við
toppskjúttan í farnu undankapp-
ing, Theofanis Gekas, um
einsamalla plássið í álopinum.
Settu gamlar spurningar
Fyri fýra árum síðani setti
Grikkaland hinum londunum
nakrar spurningar, sum tey
høvdu gloymt, hvussu mann
svarar. Liðið var einasta landið,
sum spældi við sweepara í EM
í 2004, og teir brúktu eisini
mansverju í verjupartinum.
Hetta gav bonus, og
spurningurin er so, um týski
venjarin ætlar at brúk nett omu
uppskrift, ella um hann ætlar
sær at seta nýggjar spurningar,
sum hini londini fáa trupult við
at svara.
Meistararnir vita, at teir hava
sínar avmarkingar, og teir vita
eisini, at tað hevði verið eitt
enn størri bragd enn seinast,
um teir vunnu EM einaferð
afturat, men við Kong Otto við
róðri kann eingin kenna seg
vísan í, hvat fer at henda hjá
Grikkalandi næstu tríggjar
vikurnar.
Eitt mál er nóg mikið
Grikka
land
1 Antonios
Nikopolidis
2 Giourkas
Seitaridis
3 Christos
Patsatzoglou
4 Nikolaos
Spyropoulos
5 Traianos Dellas
6 Angelos Basinas
7 Georgios
Samaras
8 Stylianos
Giannakopoulos
9 Angelos
Charisteas
10 Georgios
Karagounis
11 Loukas Vintra
12 Konstantinos
Chalkias
13 Alexandros
Tzorvas
14 Dimitrios
Salpingidis
15 Vassilios
Torosidis
16 Sotirios
Kyrgiakos
17 Theofanis Gekas
18 Ioannis Goumas
19 Paraskevas
Antzas
20 Ioannis
Amanatidis
21 Konstantinos
Katsouranis
22 Alexandros
Tziolis
23 Nikolaos
Liberopoulos
Venjari: Otto
Rehhagel
Grikkaland skal liva av samanhaldi og verjuspæli í EM-kappingini. Mynd: Polfoto