Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 109 - 10. juni 2008 tíðindi Frísk hugskot og eitt sera hóskandi tal av verkum gjørdi listaframsýningina á Norðoyastevnu í ár lætta og luftiga Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Avmarkaða talið á listaverk­ um tænti í allar mátar Norð oyastevnuframsýningini í ár væl. Bæði tí verkini komu betri til sín rætt enn mong undanfarin ár, og tí tú sum áskoðari fekk høvi at hugsavna teg um einstøku verkini. Fínt handverk Hetta merkti millum annað, at tú kanska fyri fyrstu ferð gav tær far um listafólk, sum annars ofta hava verið við á framsýningini fyrr. Ein av hesum var Anni Haraldsen og hennara áseymaðu nátt­ úrumyndir. Um myndirnar kunnu kallast list, eru tað iva­ leyst ymsar meiningar um. Men framúr gott handverk á høgum støði kunnu vit uttan at blunka kalla hesar mynd­ irnar, har hvør evarska lítli seymur er gjørdur við bæði eini ætlan og kompositiónini annars í huga. Standandi heilt nær at myndunum kanst tú kanska undrast yvir, hví eitt slag av tøttum neti er lagt á partar av myndini. Men so skjótt tú traðkar nøkur fet burt­ urfrá sæst, at netið mest sum hvørvir og verður til spælandi skuggar í staðin, ið geva myndunum ein heilt øðrvísi dám. Heimurin steðgar upp Onkursvegna snýr list seg væl um at síggja heimin við øðrvísi eygum og fáa áskoð­ aran at undrast. Út frá ein­ um slíkum mátistokki var ongin ivi um, at myndirnar hjá Símun Poulsen og Lydiu Petersen skaraðu framúr á hesi Norðoyastevnuframsý ningini. Símun Poulsen hevur eini heilt serlig evni til at fokusera á okkurt ávíst og ikki lata hvørki seg ella myndevnið órógva av nøkr­ um yvirhøvur. Við myndun­ um hjá Símun Poulsen fært tú ein sertakan møguleika at hugsavna teg í frið og náðum um ein reyðan bil, ein stara ella eitt gøtuljós, ið eru málað so intenst, at restin av heiminum mest sum steðgar upp. Kom og spæl við Hóast Lydia Petersen hevur verið við á hvørji einastu Norðoyaframsýning í mong ár, megnar hon framvegis at endurnýggja seg sum fá. Hesuferð var tað serliga málningurin ”Hugflog”, ið vísir listakvinnuna, tá hon er best – nevnliga hennara evni til at hugsa tað vælkenda á ein hátt, so tað verður spildurnýtt. Í málningnum hevur hon sett mynd á eina røð av eyðkennum við Klaksvíkini, sum eru so vanlig, at fólk í býnum neyvan geva sær far um tey longur. Men við at blanda hesi eyðkenni í ein posa, rista hann væl og stroya tey út á løriftið í eini herliga tilvildarligari saman­ seting, sært tú brádliga alt, líka frá tunnilsmunnum og bláa bussin hjá Bygdaleiðum til menninar á bonkinum í Víkunum á ein hátt, so tú hyggur einaferð afturat, nikk­ ar og smílist. Ein deiligur málningur, sum veruliga gevur áskoðaranum hug at spæla við og koma við egnum hugskotum. Væntar mótspæl Norðoyastevnuframsýning­ in er ein ósensurerað fram­ sýning, ið ikki gevur seg út fyri at vera annað, enn júst tað. Fyrimunurin er, at her kunnu øll vera við, og er møguleikin fyri at renna seg í nýgg, ung og gávurík listafólk tess størri. Vansin er hinvegin, at tey meir etableraðu listafólkini tykj­ ast at halda seg burtur frá framsýningini. Úrslitið er, at verkini mangla tað mót­ spæl, ið kundi sett tey í eitt størri listarligt høpi og givið framsýningini eitt sindur meir dynamikk. Júst hetta kundi tú unt fleiri av lista­ fólkunum á Norðoyastevnu framsýningini, sum týðiliga miðja nakað hægri enn bara at vera við til stuttleika. Føroysk/íslendska/ svenska myndabókin ”Stór skrímsl gráta ikki”, ið Rakel Helms­ dal og onnur hava skrivað, fær góð ummæli í Danmark Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta útgávan hjá nýggja føroyska forlagnum, Tor­ gard, fær góð ummæli í Politiken og fra Dansk BiblioteksCenter. Talan er um myndabókina ”Stór skrímsl gráta ikki”, ið føroyska Rakel Helms­ dal, svenski Kalle Güettler og íslendska Áslaug Jóns­ dóttir hava gjørt í felag. Sermerkt samarbeiði Á Politiken lýsir barna­ bókaummælarin, Steffen Larsen, bókina sum eitt serstakliga væleydnað og sermerkt norðurlendskt samarbeiði. Serliga rósar hann myndunum hjá Áslaug Jónsdóttir. ”Myndaliga er bókin ein persónlig endurgeving av stóra tunga tristleikanum beint í reinum linjum, klár­ um litum og ljósum nætr­ um,” sigur Steffen Larsen í ummælinum. Forlagið Torgard fegnast um ummælið, ikki bara tí tað er gott, men eisini tí bókin yvirhøvur verður ummæld í einum av stóru donskum dagbløðunum. ­ Forløgini eru mong í tali og barnabókaútgávur­ nar í Danmark eru nógvar, og tað er verri enn so allar barnabøkur, ið verða ummældar ella umrøddar í teimum stóru bløðunum, verður sagt í viðmerkng frá forlagnum Torgard. Øðrvísi bók Eisini frá Dansk Biblioteks­ center fær ”Stór skrímsl gráta ikki” góð orð við á vegnum. Millum annað sigur lektør, Torben Wil­ helmsen soleiðis um bókina ”Tað finnast nógvar myndabøkur, sum snúgva seg um tað sama, sum hendan – at vera best í onkrum, øvundsjúku og at vísa kenslur. Tað sermerkta við hesi bókini er, at hon er óvanliga lættskilt fyri mál­ bólkin, samstundis sum bókin skapar eina frástøðu til evnið við at lata persón­ arnar vera skrímsl” Hesi sonevndu lektørum­ mæli hava stóran týdning fyri søluna av eini bók. Tey verða nevniliga skrivað sum eitt slag av keypsveg­ leiðing, tá skúlar ella bóka­ søvn skulu gera av, um tey skulu keypa eina bók ella ikki. »Stór skrímsl« góð ummæli í Danmark Manningin aftanfyri útgávuna ”Stór skrímsl gráta ikki” - føroyska Rakel Helmsdal, svenski Kalle Güettler og íslendska Áslaug Jónsdóttir Løtt Norðoyastevnu- framsýning »Hugflog«, Lydia Petersen ”Malagrót í Elduvík”, Anni Haraldsen »Starar«, Símun Poulsen