Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Stavanger er fjórðstørsti býur í Norra og ein av elstu býunum í landinum. Fólk byrjaðu at búseta seg har í 1100-talinum í eini tíð við fólkavøkstri og tilflyt- ing til býirnar í øllum Norður- evropa. Stavanger var í mong ár ein fiskivinnubýur og er serliga kendur fyri sítt virksemi innan sildafiskiskap og skipasmiðju- ídnað. Tað sum hevði við sjógv- in at gera var størsta útflutn- ingsvøran og er tað enn. Gomlu verksmiðjubygning- arnir úr timbri frá silda- og fiskiídnaðinum niðri við havna- lagið standa í dag stórum mótsetningi til modernaðu bygningar úr betongi, glasi og stáli, sum eru ímyndin av vælstandinum í einum av mest týðandi oljubýum í Evropa. Hesir bygningar vísa best broytingarnar, sum seinastu árini eru farnir fram í Stavanger. Í dag er Stavanger ein modernaður býur við umleið 250.000 íbúgvum í sjálvum býnum og øllum økinum har rundan um, og býurin hevur nógv tænastuvirksemi, eins og hann hevur stórt sjúkrahús og eitt universitet, har undirvís- ingin er merkt av ojluvirksemi á altjóða støði. Stavanger hevur eitt ríkt mentanarlív og er kosin sum mentunarhøvuðsstaður í Evropa 2008 saman við Liverpool í Onglandi. Miðdepilin fyri allari oljuvinnuni Áðrenn olja varð funnin í Norð- sjónum, var Stavanger óbein- leiðis við í oljuvinnuni við tað at nógv av heimsins størstu tangaskipum vórðu bygd har, og fleiri reiðarí í býnum áttu tangaskip, sum sigldu kring heimin við olju og gassi. Eftir at olja varð funnin í Norðsjónum hava skipasmiðj- urnar spesialiserað seg í at byggja boriplattformar og aðra útgerð til oljuvinnuna. Miðskeiðis í 1960-unum byrjaði oljuleitingin í Norð- sjónum, og Stavanger gjørdist miðdepilin fyri allari olju- vinnuni í Norra. Í juni 1972 viðtók stórtingið at Statoil og oljufyrisitingin skuldi vera í Stavanger, og tey fylgjandi árini vaks býurin skjótt og oljuvirksemið gav stórar inntøkur sum komu bæði fólkinum og kommununi tilgóðar. Býurin hevði sera góðar havnamøguleikar og gott flogsamband og var sam- stundis ein nóg stórur býur til at kunna veita allar neyðugar tænastur. Býurin lá eisini væl fyri nærhendis oljuøkjunum í Norðsjónum. Altjóða oljufeløg og undirveitarar til oljuvinnuna fluttu til býin í stórum tali. Puntur nr. 16 lýsingartilfar Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað. Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo sansir.fo Lyklaklár fígging og trygging til bilin Gamalt og nýtt í Stavanger