Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 109 - 10. juni 2008 Ferðavinna www.bl.fo Í øllum førum, um vit skulu trúgva enska vikublaðnum Monocle, sum í næstu viku kjósar 25 av heimsins bestu býum. Enska vikublaðið er hugtikið av teimum mongu, vøkru íbúgvunum, ið súkkla runt í gøtunum í Keyp­ mannahavn. Keypmannahavn vinnur í harðari kapping við Stock­ holm München, Barcelona og Honolulu. Dómaraliðið hjá Monocle hevur raðfest 25 býir við at samanbera teir á nógvum ymiskum økjum. Her er talan um livikostnað, skúla­ skipan, sjúkrahúsverk, men dómararnir hava eisini tikið lívsstíl, formlist og mentan og so framvegis við í sínar metingar. Monocle er hugtikið av Keypmannahavn og serstak­ liga formlist, sniðgeving og byggilist, og ikki minst av mongu grønu økjunum, ið finnast í býnum. Tær mongu 5­stjørnaðu mat­ og kaffistovurnar gera saman við øllum teimum mongu, glaðu súkkandi fólkunum, býin til eitt ótrú­ liga gott upplivilsi, verður m. a. sagt í dómarameting­ ini. Heimins 20 bestu býir sambært Monocle er: 1. Keypmannahavn 2. München 3. Tokyo 4. Zürich 5. Helsingfors 6. Wien 7. Stockholm 8. Vancouver 9. Melbourne 10. Paris 11.Sydney 12. Honolulu 13. Madrid 14. Berlin 15. Barcelona 16. Montréal 17. Fukuoka 18. Amsterdam 19. Minneapolis 20. Kyoto K R E A Jassur hvørt týskvøld kl. 21 Rundatorn í Keypmanna­ havn, sum Kristian fjórði kongur bygdi, er eitt av sereyðkennunum fyri danska høvuðsstaðin SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til inn fl utn ingsdeildina. Á deildini arbeiða 3 fólk og verður tú ein partur av hesum toymi. Viðkomandi skal hava: – royndir innan sølu – góð samstarvsevni – teldukunnleika á brúkarastøði Løn sambært avtalu. SMYRIL BLUE WATER · POSTSMOGA 3296 · FO-110 TÓRSHAVN Smyril Blue Water bleiv í 2005 stovnað sum eitt joint venture ímillum Smyril Line og Blue Water. Felagið hevur høvuðssæti í Tórshavn. Umframt skrivstovuna í Tórshavn, hevur felagið skrivstovu í Hanstholm og á Seyðisfi rði. ningsdeildina Á de deildi d ni STARVSFÓLK TIL SBW Í TÓRSHAVN – Ert tú ein liðleikari? – Vilt tú vera við til at skapa framburð og góð úrslit? – Dugir tú at skapa íblástur og trivna saman við starvsfelagunum? Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til John Frandsen, á 23 96 18 ella johnf@sbwcargo.com Umsóknir skulu verða okkum í hendi 18. juni 2008. Umsóknin skal sendast: SMYRIL BLUE WATER Postsmoga 3296 FO-110 Tórshavn Att.: John Frandsen Keypmanna- havn kosin heimsins besti býur