Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 10. juni 2008 35 Starvsfólki til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: • 3 pedagogum 30t/35t um vikuna, til vøggurstovunar • 3 pedagogum 30t/35t um vikuna, til barnagarðstovurnar Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Størvini verða sett 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juni 2008, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna søkir eftir Í Barnagarðinum á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/ rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið NISSAN TITAN TIL SØLU 220.OOO,- Kostnaður kr. Árgangur: 2006 Km: 35.800 Motorur: 5,6 cc - V8 - 305 hk VÆL HILDIN Áhugaði ringi: 213636 KERN.fo