mikudagur 11. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 110 - 11. juni 2008
tíðindi
Fyri fyrstu ferð nakr
antíð, verður pláss
fyri heili 48 lesandi á
Læraraskúlanum og
somuleiðis 48 lesandi
á pedagogskúlanum
ÚtbÚgving
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Møguleiki er at taka 48
pedagoglesandi
og
48
læraralesandi inn í summar
til lestur, sum verður eftir
nýggjari skipan.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður í summar pláss fyri
48 nýggjum læraralesandi
og 48 nýggjum pedagogles
andi á Føroya Læraraskúla,
sum frá 1. august verður
partur av nýggja Fróðskap
arsetri Føroya.
Arbeitt verður við at fyri
reika nýggja lóg fyri lærara
lestur og pedagoglestur.
Lógaruppskotið ætlast at
verða liðugt eina ferð í
summar. Tað skal leggjast
fyri tingið eftir Ólavsøku,
og nýggja lógin skal galda
frá 1. august 2009.
Men hóast nýggju áset
ingarnar ikki fáa gildi
fyrrenn um eitt ár, so er ætl
anin, at tey, sum verða tikin
upp á læraraútbúgvingina
og pedagogútbúgvingina í
summar, skulu lesa eftir
nýggjari skipan. Ætlanin er
at skipa lesturin hetta fyrsta
árið í royndarskipan. Tá ið
nýggja lógin so verður
samtykt, er ætlanin, at tey,
sum fara undir lestur í
summar, skulu halda fram
og gera seg liðug við lest
urin eftir nýggju skipanini.
At talan verður um nýggj
ar ásetingar fyri útbúgving
arnar fer at kennast aftur á
mangan hátt í lestrinum,
sum ætlast at vera fýra ár.
Ein er, at talan nú verður
um BA lestur, sum fer at
enda við BA uppgávu. Tað
verður arbeitt við møguleik
anum fyri MA lestri, men
enn er ov tíðliga at siga nak
að um, nær tað fer at bera
til.
Ein onnur broyting er, at
lesturin fer at verða skipaður
heilt øðrvísi, enn hann hig
artil hevur verið. Ætlanin er
í royndarárinum at skipa
lesturin í evnum, sum verða
skipað í modulum. Hetta
fer at bera við sær, at tey les
andi kunnu savna seg um fá
evni í senn. Hesin hátturin
at skipa lesturin hevur verið
royndur seinasta lestrarárið.
Tey lesandi hava sum heild
givið royndini gott skoðs
mál, og út frá royndunum
og viðmerkingunum hjá
teimum lesandi verður hild
ið fram við skipanini. Eftir
metingar
og
próvtøkur
verða alt árið og ikki bara
upp undir summarfrítíðina.
Ikki minst í pedagogútbúgv
ingini verður talan um fleiri
formligar
eftirmetingar,
enn tað higartil hava verið.
Umsóknarblaðið til peda
goglestur og læraralestur
fæst á heimasíðuni hjá Før
oya Læraraskúla, flsk.fo.
Freistin at søkja er mánadag
in 23. juni klokkan 15.00.
Nú verður farið undir nýggjar útbúgvingar á Læraraskúlanum og tað fer at merkjast
á mangar mátar
Læraraskúlin bjóðar
nýggjar útbúgvingar