Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 110 - 11. juni 2008 Fá keypa hús og íbúð Eftirspurningurin eftir húsum og íbúðum er minkaður nógv í Íslandi, og nú er útboðið so stórt, at fyri fyrstu ferð í søguni umhugsar íbúðargrunnurin at gevast at veita lán til húsa- og íbúðarbygging. Enn hevur grunnurin tó ikki noktað nakrari umsókn um lán til at byggja nýtt. Eitt yvirlit hjá grunninum vísir, at umleið 4.000 íbúðir, sum standa í gerð, eru ikki seldar enn, og at útboðið er serliga stórt á høvuðsstaðarleiðini og á Eysturlandinum. Fyrsta Føroyakvøldið í ár var sum heild ein fín rundferð í føroyskari mentan í eini hóskandi javnvág millum tað lætta og tað listarliga Føroyakvøld Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fært tú gestir úr útlondum í summar, átti tú at tikið tey við í Sjónleikarahúsið til eitt av Føroyakvøldunum, sum eru á skánni fram til miðjan juli. Har taka limir í Havnar Sjónleikarafelag yvir í ein lítlan tíma, har gestirnir sleppa við á eina rundferð í føroyskari mentan líka frá kvæðum og Kingo til Hanus Johansen og ein góðan føroyskan bita. Løtt ferð Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Sjónleikarahúsið í gjárkvøldið til fyrsta Føroyakvøldið í summar. Fjølbroytta skráin byrjaði við upplestri frá Glataðu spælimonnunum afturvið eini óvanliga hugtakandi myndarøð eftir Inga Joen- sen. Soleiðis var pallurin og huglagið sett til eina ferð gjøgnum føroyskan skald- skap, yrkingar, skjaldur, ramsur og tónleik, ið lættliga fluttu seg aftur og fram millum millum tað inniligt listarliga og tað meir lætta og fólksliga. Ómakaleyt skiftu leikar- arnir millum enskt og danskt, meðan tey ymsu innsløgini uttan hóvasták foldaðu seg glíðandi út í eini nýggjari søgu ella enn einum sangi. Soleiðis bar eitt nú til at uppliva bæði inniligan Kingosálm, ber- søgnar yrkingar hjá Jóanes Nielsen, eitt sjónleikabrot og eitt lítið manskór við Fagra Blóma næstan sum eina samanhangandi søgu. Føroyskur dansur og munnbiti Aftaná framførsluna var farið upp á gólv. Mongu út- lendsku gestirnir trinu fegn- ir við í dansin, har royndir dansarar úr Havnar Dansi- felag syrgdu fyri góðum stevi, hóast nógv ongantíð høvdu roynt slíkt fyrr. Úti í forhøllini bíðaði eitt leskiligt borð við føroyskum munnbitum av skerpikjøti, turrum fiski, spiki, turrari grind og øðrum, sum Oddvør Skarðhamar stóð á odda fyri. Samanumtikið eitt sera hugnaligt kvøld, har tú sum føroyingur fekst nakrar eitt sindur øðrvísi útgávur av tí vælkenda, meðan útlendsku gestirnir sluppu at kaga inn í bæði tað listarliga og tað lætta føroyska lyndið. Á rundferð í føroyskari mentan Føroyakvøldið í Sjónleikarahúsinum er eitt upplagt høvi at taka útlendsku summargestirnir við á eina rundferð í føroyskari mentan Myndir: Álvur Haraldsen